verkætlanir eru í gongd í løtuni, og tað er um dagarnar sera hugaligt at vera ein partur av býráðnum og seta kósina í Sundalagnum. - Ert tú eisini áhugað/ur at seta búgv í Sunda kommunu? Set teg í samband við [...] áhugin at seta búgv í Sunda kommunu í løtuni er sera stórur, og tað gongur væl í kommununi. Hetta verður staðfest við fólkatalinum, søluni av grundstykkjum og skattainntøkunum higartil í ár. Soleiðis sigur [...] higartil í 2026 hevur Sunda kommuna selt 25 grundstykkir. Fríggjadagin í farnu viku reisti Sp/f Bogi Hermansen fimm raðhús í Streymnesi, og ymiskar aðrar byggiverkætlanir av raðhúsum eru eisini í stoypiskeiðini
dagar eru meira hendingaríkir enn aðrir. Í ár kundu vit kvinnur, sum vóru á Vinding Husholdningsskole í Danmark í 1966, hátíðarhalda hesi seksti árini í Føroyum í døgunum, 19.-24. juli. Soleiðis siga Kims [...] bygningarnir, sum í dag vera settir í samband við Vinding Landbo-og Husholdningsskole, eru frá Vinding Højskole, sum varð grundlagdur longu í 1867. Skúlin er nógv broyttur gjøgnum árini, og í dag kallast hann [...] at skipa fyri. Tær siga, at sum avrátt í 2025, skuldi 60 árahaldið vera í Føroyum, og hetta eydnaðist avbera væl, og Føroyatúrurin í summar varð væl skipaður av Greengate. - Gestirnir fingu innivist á
arbeiðið at rætta av og asfaltera parkeringsøkið út. Talan er um eitt øki, sum er 4.800 fermetrar til støddar. Sambært útboðnum skal arbeiðið vera liðugt í seinasta lagi 31. oktober í ár. Freistin at seta [...] freistin er 23. september klokkan 14. Tilboðini verða latin upp samstundis. Eftir ætlan verður vinnarin av útboðnum kunngjørdur 14. oktober. Útboðið sæst á Keypsportali landsins .
Miðflokkurin ætlar í næstu viku at leggja eitt uppskot um broytingar í abortlógini fyri Løgtingið. Tað skrivar Frihedsbrevet, sum hevur fingið innlit í eitt útkast, ið er lagt fyri hinar flokkarnar. Sambært [...] fimm daga umhugsanartíð. Harumframt eru uppskot um ultraljóðkanning og broytingar í reglunum um abort eftir 12. viku. Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, sigur við Frihedsbrevet, at uppskotið verður [...] verður tillagað eftir viðmerkingum frá øðrum flokkum. Hann væntar, at undirtøka verður fyri tí í Løgtinginum. Les alla greinina hjá Frihedsbrevet her
vera errin av. Tað kann vera at avtaka MVG. Tað kann vera lægri MVG. Tað kann vera ein serlig skipan fyri atgongumerkir í samband við konsertir. Vit eiga í minsta lagi at viðgera málið, tí hvør av okkum hevði [...] tilsamans. Ella 500 krónur í part, um tað eru fimm í bólkinum. Og veruleikin kann vera enn meira samansettur, tí fleiri rættindahavarar, distributørar, útgevarar og onnur kunnu eiga part í inntøkuni. So tá vit [...] spurningin um at strika MVG av føroyskum mánaðarbløðum, er tað upplagt at spyrja: Hví ikki eisini hyggja at MVG á konsertatgongumerkjum? Astrið Breckmann hevur spurt landsstýrismannin í fíggjarmálum, hví føroysk
Ein sjúkrahúsprestur í Noregi er ákærdur fyri at hava misbrúkt sítt starv sum sjúkrahúsprestur. Í starvi sínum hevur hann gjørt seg inn á eina kvinnu, sum var innløgd. Hetta veit norska kringvarpið, NRK [...] eisini aðrir norskir miðlar, sum í dag skriva um málið. Ákæran móti sjúkrahúsprestinum fevnir bæði um neyðtøku og um aðra kynsliga samveru, sum prestur hevur tiltuskað sær í starvinum. - Hetta eru ógvuliga [...] sum ákæruvaldið tekur í størsta álvara, sigur norski ríkisadvokaturin við NRK. Norska kringvarpið hevur valt eingi nøvn at knýta til umrøðuna við atliti til teirra, sum eru partur av málinum. Málið kemur
eina geniala fríspæling inn í brotsteigin til Harvey Rodgers, hvørs skot móti málinum bleiv avrættað av Joseph Anderson hjá heimaliðnum, og fór í málið. Grimsby er nummar 11 í deildini við seks stigum fyri [...] undan steðginum økti Andy Cook til 2-0. Men inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki minkaði Accrington um munin, og tá ein tími var leiktur av dystinum javnaðu teir til 2-2. Tá Grimsby legði [...] og liðfelagarnir í Grimsby Town leiktu týskvøldið javnt 2-2 á útivølli móti Accrington Stanley. Tá 38 minuttir vóru leiktir á The Wham Stadium var Grimsby á odda 2-0. Eitt sjálvmál í sætta minutti fekk
Álvarsamir skógareldar herjaðu stór øki í Evropa og Norðurafrika í summar. Nýggj uppgerð frá Copernicus vísir, at meira enn 1,2 milliónir hektarar vórðu raktir av eldum frá 1. juli til 31. august 2026. [...] 000 ferkilometrar – ella nærum níggju ferðir samlaða víddina av Føroyum. Serliga stór brunnin øki vóru á Iberisku hálvoynni, í sunnara parti av Fraklandi, Italia, Grikkalandi, Balkanlondunum, Ukraina og [...] 000 hektarar. Tað svarar til í minsta lagi 100 ferkilometrar fyri hvønn eld. Uppgerðin byggir á upplýsingar frá European Forest Fire Information System, EFFIS, sum er partur av tilbúgvingartænastuni hjá ES
sunnudagin kyknaði eldur í skúlanum í grønlendska býnum, Maniitsoq, og hetta hendi, meðan arbeiðsmenn vóru í holt við at dagføra skúlan. Hildið verður eisini, at eldurin kyknaði í samband við arbeiðið at [...] sum lá í aulu og fimleikarhøll skúlans, helst hevur fingið vatnskaðar undir sløkkiarbeiðnum - og møguliga eisini av sjálvum eldinum. - Vit kunnu ikki lova, at skúlin stendur klárur at lata uppaftur í juni [...] ganga í fyribilshølum í eina longri tíð enn upprunaliga ætlað. Soleiðis sigur Sakarine Berthelsen, virkandi skúlastjóri, við heimasíðuna hjá Sermitsiaq. - Støðan er eisini tengd at, hvørt roykurin av brendum
hevur í nógv ár verið føst siðvenja hjá útlendingamyndugleikunum, at fólk í hesum bólkinum kunnu søkja um varandi uppihaldsloyvi, tá tey hava búð lógliga í Føroyum í meira enn sjey ár. Tey skulu í einari [...] ávísum stigi. Eingin málkrøv við familjusameining Í dag eru í høvuðsheitum tveir bólkar av útlendingum, sum kunnu fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Annar bólkurin er útlendingar, sum eru komnir til [...] , kunnu eftir umsókn fáa varandi uppihaldsloyvi, tá teir hava búð lógliga í Føroyum í meira enn trý ár. Í hesum førum verða í dag eingi krøv sett um føroyskan málførleika. Tað er tó ein grundleggjandi