num í mentamálum, Bárði á Lakjuni, ein skrivligan fyrispurning um føroyskt sum annaðmál og integratión. Í fyrispurninginum spyr hann, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at tryggja, at undirvísingin í føroyskum [...] um tað í dag verða sett krøv til føroyskan málførleika, tá útlendingar søkja um varandi uppihaldsloyvi, og um landsstýrismaðurin ætlar at seta krav um, at umsøkjarar skulu hava staðið eina roynd í føroyskum [...] hava upplýst, hvussu nógv fólk við varandi uppihaldsloyvi hava rætt til undirvísing í føroyskum, hvussu nógv taka av tilboðnum, og hvussu nógv fullføra ymisku málstigini A1, A2, B1 og B2. Eisini spyr hann
HB er av álvara við í kappingini um europeisku plássini, og tað er ikki ósannlíkt, at HB verður partur av fleiri liðum, sum síðsta triðingin av kappingini fara at kappast um FM heitið. Tað er greitt, nú [...] nú HB í góðveðrinum í kvøld vann 2-0 í Klaksvík. Hálvleiksstøðan var 1-0. Storm Pettersen legði beinanvegin gestirnar á odda. Tað var eftir deyðbólt og sera lítið sannførandi verjuavrik, at norski álo [...] fjarstøðu setti bóltin í málið. HB legði bragdliga fyri, og fyrsta lítla hálva tíman vóru gestirnir leikliga omaná. KÍ tóktist hava fingið skeiva beinið úr seingini eftir ferðina suður í hitan í Póllandi. Tað vóru
jarðskjálvta í Kolombia í dag. Tað upplýsa ein guvernørur og borgarstjórar í fleiri býum sambært Reuters og AFP. Jarðskjálvtin rakti Chocó-landslutin vestarlaga í landinum tíðliga í morgun lokala tíð. Í Cali, [...] Skjálvtin merktist eisini í høvuðsstaðnum Bogotá og í grannalandinum Venezuela. Myndugleikarnir eru nú í ferð við at fáa greiðu á skaðunum. Fleiri fólk eru særd í Quibdó, høvuðsbýnum í Chocó, og stúrt verður [...] ein av størstu býunum í Kolombia, eru minst 20 bygningar rapaðir saman. Borgarstjórin Alejandro Eder sigur sambært Reuters, at fólk sita føst undir húsaleivdunum. Seks smærri flogvallir vestarlaga í Kolombia
Tað var kommunuppgerð í Runavík í kvøld. NSÍ vann 4-0 ímóti Skála ÍF, og tað sást einki til, at tað vóru teir í NSÍ, sum hóskvøldið í nógvum hita vóru í europeiskum ódnarveðri í Sveis. Trivaligi sigurin [...] fyrstu ferð í langa tíð var millum teir fyrstu ellivu, tíggju minuttir eftir steðgin økti um heimaleiðsluna til 4-0 bar við sær, at tað bar til hjá NSÍ meiri at taka sær av løttum við tí í huga, at stór [...] stór avbjóðing í Europa bíðar í Klaksvík hóskvøldið. Viljormur Davidsen fór av vøllinum, tá ið ein hálvur tími var eftir, Sammy Skytte var bara á vøllinum síðsta hálva tíman, tá ið hann avloysti Beinir Nolsøe
, tá Västerås í heimadysti á Hitachi Energy Arena leikvøllinum vann 1-0 á Djurgården í bestu svensku fótbóltsdeildini. Tá 24 minuttir vóru leiktir legði Mattias eitt gott fríspark inn í brotsteigin hjá [...] Djurgården, ið Bonaventure Lendambi hegnisliga stútaði í netið. Frá Sofascore fær Mattias karakterin: 7,2, og frá Soccerstand fær Mattias karakterin: 7,4 (av 10 møguligum). Tá 76 minuttir vóru leiktir bleiv [...] skiftur út. Västerås er nummar seks í deildini við 25 stigum fyri 16 dystir. Fyri viku síðani tapti teir 0-6 fyri Djurgården á útivølli. So hetta var sterkt komið aftur av Mattiasi og liðfeløgunum. Fríggjakvøldið
Ein dystur var í kvøld leiktur í ovara endaspælinum í Meistaradeildini hjá kvinnum. Undir Mýruhjalla á Skála tók heimaliðið móti KÍ. KÍ vann stórsigur 6-1. Durita Hummeland skoraði fýra tey fyrstu málini
sjóvarmálan í Lofoten. Tá kvøldið kom, og tey høvdu lagt seg, tók ein hvirla bæði smáttu og ferðafólk upp av fundamentinum og til havs. Til alla lukku læt eingin lív í ógvusligu hendingini, men nøkur av ferðafólkunum [...] varð nóg væl ankrað í lendinum. Málið um endurgjald til tey fýra fronsku ferðafólkini koyrir framvegis í norsku rættarskipanini. Norska kringvarpið - NRK - hevur skift orð við tvey av ferðafólkunum um t [...] traumatisku hendingina. - Vit føldu, at smáttan varð lyft upp av fundamentinum, og tað kendist, sum vit flugu ígjøgnum luftina, sigur ferðafólkið. ##med2## Alt hendi ógvuliga knappliga. - Eg náddi tó at
fólk ikki verða koyrd út úr bústaði sínum í heilum. Í Tórshavnar kommunu eru væntandi áleið 800 tóm býli. Heilt nógv av hesum kunnu brúkast til fastan bústað, men í løtuni kunnu fólk ikki búgva har fast, [...] nógv fólk ongan bústað. Í summum førum hava fólk bústað í nakrar mánaðir, men tá summarið nærkast, mugu tey úr bústaðnum, tí hann skal leigast út til ferðafólk. Hetta er als ikki í lagi. Tað elvir til ó [...] stutttíðarleigumál. Hetta er ein stórur trupulleiki, sum landspolitkararnir mugu taka í álvara. Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu vóni eg, at Løgtingið og landsstýrið vilja hjálpa kommununum at loysa
Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Strømsgodset taptu á sunnudagin á Marienlyst leikvøllinum í Drammen 0-2 fyri Egersund í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Strømsgodset hevði [...] høvdu væl fleiri málroyndir enn útiliðið. Men Egersund tók av báðum málroyndunum teir høvdu innanfyri málrammurnar. Egersund legði seg á odda í 18 minutti, og seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður
Klokkan 19.40 í gjárkvøldið varð boðað frá eini grind út fyri Boðaes yvir við Strond í Havn. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan var um eina lítla grind. Men framvegis verður mett, at havnarfólk [...] havnarfólk hava nóg mikið av grind aftan á stóru grindina, sum var í Havn 27. mai. Tí varð avgjørt at lata grindina sleppa. Annars hevur verið sera friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið.