við Júkagørðum fram, úti stendur Grimhild við so mangan mann. Emil Thomsen hevur gjørt enn eitt bragd. Hann hevur givið ella gevur út ?Føroya kvæði?, tey fyrstu 2o av 40. Alt er ikki komið enn; men tað [...] skreytútgávu. Hetta er Føroya tjóðskaparverk, sum Emil hevur fingið lív afturí. Og tað er samstundis við til at fáa lív aftur í tjóðskapin. Eingin hevur kveikt lív aftur í hann, sum júst Emil, saman við øllum [...] er ikki løtuverk at fara undir eina nýggja útgávu av Føroya kvæðum. Hvat var føroysk mentan uttan tey? Og málið? At duga at taka til eitt kvæðaørindi í rættum tíma, eisini tað var og er føroysk mentan
títt navn verður skrásett. Annars hevur tú allar møguleikar at kalla teg júst hvat tú vilt, sigur Høgni Hoydal. Hann heldur als ikki, at hann á nakran hátt er við til at skerja frælsið. Heldur ikki Anfinni [...] tað navn, ið teir hava hug til, tá hetta er at meta sum lógarbrot, tá navnið ikki er góðkent á navnalistanum ella av málnevnd ella landsstýrismanni. Grundlógarnevndin hevur í sínum arbeiði eisini tikið [...] fram: -Skulu mannarættindini ? rætturin til eitt navn, tað persónliga frælsið ella framsøgufrælsið ? trumfa føroysku navnalógina og seta hana til viks ? -Er atlitið til føroyskt mál ein nóg góð grundgeving
farið verður avstað ella hvør skal við yvir til Russlands. Hann sigur, at tað møguliga eisini vera partar av vinnuni við á ferðini yvir. Bæði Anfinn Kallsberg og Árni Olafson kenna til tankan um ein russiskan [...] Erik Reynheim, Maria á Lava og Halgir Dahl-Olsen. Hann hevur verið virkin við hesum slagi av virksemi í nógv ár. Hann greiðir frá, at Skipafelagið hevur at kalla alla sína tíð havt tætt samband við Russland [...] nevna teir eisini, at Skipagfelagið bæði hevur verið og ynskir at vera ein týðandi millumliður millum Føroyar og Russland. Tá russar hava vitjað í Føroyum, so hevur Skipafelagið eisini verið við í samskiftinum
lækkar tína inntøku nóg nógv, hevur tú meiri pening um hendur, til alt í vit nú brúka pening til. Nei, gevist við hesum tosinum um at lækka blokkin, fái heldur samfelagið at fungera væl við øllum skipanum so [...] Peningur skal av landskassanum nýtast til íløgur, sosialhjálp, pensiónir ??. og so skal peningur latast til eitt nú kirkjuyvirtøkuna eisini ella hvussu? Nei, her er einki sett av á komandi fíggjarlóg. [...] brúka til alt, ið hann skal brúka pening til. Eitt eri eg vísur í, at eg finni ikki ein einasta skattgjaldara í Føroyum, ið tekur undir við sjónarmiðnum hjá fullveldislandsstýrinum um, at bert tú lækkar
a og sóu allar kropsrørslurnar. Men hugsa tær til, hvussu nógv tú hevði fatað, um tú tosaði í fartelefon við Andrass? Men nú eru eisini ráð fyri tí. Tann nýggjasta uppfinningin á tí skjótt broytandi f [...] eru enn nøkur, ið ikki kunnu torga tær. Fyri nøkrum mánaðum síðani, hoyrdi eg til tann síðsta bólkin, men nú hoyri eg til fjøldina av fartelefoneigarum. At byrja við ognaði eg mær hana, tí eg av arbeiðsávum [...] gestur við songarstokkin. Bert eitt stað í húsinum er friðað, og her sleppur tú, kæri lesari, sjálvur gita. Haldið mær til góðar, ikki fyri at rósa mær sjálvari, men eg sløkki altíð fartelefonina, tá ið
avn, sum hevur latið útvarpinum tíðindi fleiri ferðir um vikuna, hevur havt innivist millum hini mongu fjølmiðlafólkini á Christiansborg. Á tann hátt hevur verið lættari at taka pulsin, hvat hendir á tí [...] eftir at fáa skrivstovupláss til journalistar á Christiansborg. Og í eina tíð hevur Føroyska Tíðindatænastan verið einasti føroyski fjølmiðilin, sum hevur átt fast innivist har. Til nú eisini Sosialurin sum [...] sum fyrsta føroyska blað hevur fingið fótin inn um gátt. Ikki tí at talan er um nakra stóra redaktión. Blaðið hevur fingið eini høli og ymsa útgerð til taks soleiðis at blaðið í framtíðini kann bera føroyingum
knýta sterk bond til børn okkara, annaðhvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina, ella vit hava livað saman við teimum, sigur Annvør Nielsen, frá felagnum Pinkubarnadeyði. Síðani 1997 hevur felagið Pinku [...] vita kortini, hvat tað snýr seg um. Familjan er ikki altíð tann besta at veita tann rætta uggan, tá ið tú hevur mist. Mangan roynir familjan at fáa mammuna at gloyma barnið, sum hon hevur mist, men hetta [...] koma foreldur, sum hava mist børn, saman annan leygardag í hvørjum mánaði. - Tá ið tú sjálv hevur mist eitt barn, veitst tú, at tørvur er at koma saman við øðrum, sum eru í somu støðu. Vit tosa saman og lurta
man sakliga hevur havt eina viðgerð av tí. Og hetta kann vera orsøkin til, at ístaðin fyri at tú skapar eina einkult funktión eina staðni so fær tú dupultfunktiónir burtur úr tí. Tvs. at tú fær í veruleikanum [...] flytast av Argjum til Norðoyggjar og ein partur til Suðuroyar? Bjarni Djurholm heldur fyri, at hetta at tú stovnar deildir uttan fyri hana á Argjum, má vera eitt klassiskt dømi um, at tú ikki bara fær eina [...] . Hetta sigur hann samtíðis sum starvsfelagi hansara Jørgen Niclasen hevur gjørt av at flyta Skipasýnið til Vágar, nakað, sum hevur fingið eitt nú stjóran á landsins størstu fyritøku, Poul Mohr á Tórshavnar
ferðaídnaðin stendur illa til, men sama mynstrið ger seg galdandi á øllum økjum. Eisini her í Los Angeles merkist týðiliga, at fólk ikki nýta nógvan pening fyri tíðina. Fert tú til dømis inn á gólvið í The [...] sær út í býin at eta. Vanligt hevur verið, at tá eitt land er farið í kríggj, ella tá roknað verður við kríggi, eru fólk biðin um at spara, soleiðis at øll orka kann fara til herin. Øðrvísi er hesa ferð [...] »shoppa«. Summi halda orsøkina vera ta stóru óvissuna um, hvat framtíðin hevur at bjóða. Tá fólk ikki vita, hvussu endin verður á hesum krígnum, og hvat annars fer at henda, tora tey ikki at nýta pening, men
vistu als ikki, hvat teir gjørdu ella hvat gerast skuldi. Til Danmarkar vildu læknarnir ikki senda meg, ?tí hvat duga donsku læknarnir, sum vit ikki duga?, søgdu teir. Hóast ongin lækni sá til mín seinastu [...] lungað ella ikki. Ymiskt er, hvussu leingi fólk bíða eftir nýggjum lunga. Vanliga bíðitíðin er hálvtannað til trý ár, men Jákup Oluf veit um onkran, sum hevur bíðað í sjey ár. - Eg havi sligið meg til tols [...] teir funnu ikki út av, hvat tað var, greiðir Jákup Oluf frá. Jákup Oluf lá hálvan annan mánað á Landssjúkrahúsinum, uttan at greiða fekst á, hvat honum bagdi. Hann kravdi at sleppa til Danmarkar á sjúkrahús