smátt byrjað at venja aftur, og í Tjaldri ivast tey ikki í, at hon kann gerast ein sera góður fongur hjá liðnum. Tjaldur hevði við ársbyrjan fýra útlendingar á liðnum, og tað er bert loyvi at nýta tríggjar [...] fyri tað mesta á beinkinum, meðan Guðrun í Lágabø stendur í málinum, og tí verður ikki roknað við, at tilgongdin av Alinu Olaru skapar nakrar trupulleikar í so máta.
Gylfi Magnason, fíggjarmálaráðharri, sigur nú, at partarnir eru samdir um ein leist fyri afturgjaldingini av teimum 25 milliardunu, sum málið snýr seg um, og at ein avtala helst verður undirskrivað fyrsta [...] Stjórnin sigur, at tað bert eru fáir dagar eftir, áðrenn avtala er gjørd við Holland og Bretland um endurgjald. Endurgjaldið skal latast fyri tað, sum hollendska og bretska stjórnin løgdu út, tá Icesave [...] Icesave fór á heysin fyri einum ári síðani. Tær báðar stjórnirnar gjørdu av at veita trygd fyri peningi hjá borgarum sínum, men í fyrstu atløgu vildi íslendska stjórnin als ikki hoyra talan um endurgjald. Og
baklæri, og í síðsta setti spøkti hesin aftur. Eftir at russarin hevði spælt væl og trýst Caroline út í langar rennitúrar, varð Caroline Wozniacki noydd at fáa hjálp frá fysioterapeutinum. Í síðsta partínum [...] tárini trillaðu eftir kinnunum og andlitsbráið týðiliga vísti ógvusliga pínu. Hon hevði ikki loyvi at fáa viðgerð av fysioterapeutinum aftur, og treiskaðist pínuna og stríddi seg til sigurin. Danska Caroline [...] Caroline Wozniacki er við tveimum sigrum tann einasta ósigraða í Hvíta Bólkinum. Hon er tí tætt við at vera klár til hálvfinaluna, men áðrenn skal hon spæla móti serbisku Jelenu Jankovic í dag klokkan 14
At tað bragdaði hjá kollfirðingum, tá teir vitjaðu í Vestmanna, mundi koma sera væl við. Nú sigur stigatalvan, at bara tvey stig eru millum tey bæði niðastu liðini: VÍF við fýra stigum og KÍF við tveimum [...] næstniðasta liðið. Men við uppiborna sigrinum eydnaðist at fáa gongd á, og so spyrst, hvussu langt tað røkkur. Kollfirðingar vóru omaná við tveimum málum so at siga allatíðina, og vestmenningar runnu bara aftaná
Hetta ger starvsnevndin, eftir at føroysku hondbóltsfeløgini herfyri komu við felags áheitan um at økja um talið av liðum í deildini. Seinastu tvey árini hevur talan annars verið um niðurflyting hjá kvinnum [...] limafundi tann 20. mars skal málið viðgerast. Men tað er helst lítil ivi um, at útmeldingin frá HSF skal skiljast soleiðis, at talan ikki verður um niðurflyting, tá hetta kappingarárið er av.
stig til at hava ein kunnandi fund fyri arbeiðsleys og onnur, sum vilja vita meir um arbeiðsloysisskipanina og hvørji fakfelagsrættindi arbeiðsleys hava. Umboð fyri arbeiðsloysisskipanina fara at greiða [...] lag fer at greiða frá um tryggingar og annað viðkomandi, og umboð fyri Samtak verða við á fundinum. Fundurin verður klokkan 17 í fjørukrónni í Vestmanna og er almennur. Fyrireikararnir vóna at síggja so
og báðir partar løgdu sera nógv fyri í royndunum at basa mótstøðuni. Ikki minst var talan um kontant verjuspæl, og í álopspartinum skiftust liðini um at skjóta seg framum. Móti dystarenda tóktust hoyvíkingar [...] komu tvey mál framum, men KÍF megnaði kortini at svara aftur. Teir skoraðu fýra ferðir á rað, og hóast tríggjar útvísingar seinasta minuttin, so megnaðu teir at halda gestunum aftanfyri til teir 60 minuttirnir
eru sloppin at venja inni á náttklubbanum hjá honum, Zen, í Keypmannahavn. Hetta er ikki bara ein vanligur náttklubbur, og ikki ein og hvør sleppur inn. Tað kostar millum annað 5000 kr. at fáa eitt sitipláss [...] sitipláss. Hvørki Anna, Jesper ella Tine hava verið í barrini fyrr og eru kedd um, at tey ikki eru nóg gomul at koma inn. Teimum dámdu ótrúliga væl barrina. Kelda: http://ekstrabladet.dk/flash/filmogtv/
men rakti stongina eftir at hann var komin framvið málmanninum. Real Madrid helt á fram at trýst, men teir fingu ikki seinna máli. Í staðin skoraði Lyon í hinum endanum, tá eitt korter var eftir. Tað var [...] Real Madrid byrjaði dystin við at leypa á. Teir skaptu fleiri vandamiklar støður og tað gingu bara seks minuttir, so legði Cristiano Ronaldo Real Madrid á odda. Løtu seinni mundi Gonzalo Higuaín økt, men [...] var Miralem Pjanic, ið skoraði úr stuttari fjarstøðu. Hetta er sættu ferð á rað, at Real Madrid ikki røkkur fjórðingsfinalurnar í Champions League. Finalan verður leikt á Santiago Bernabeu, ið er heimavøllurin
andaðist í 1970, og í 1983 flutti Jógvan aftur til Elduvíkar at búgva. Í sambandi við føðingardagin komu fleiri í familjuni úr Danmark til at hatíðarhalda 100 ára føðingardagin saman við Jógvani. Umframt [...] Eysturoyar Røktar-og ellisheim og Runavíkar kommuna ið skipaðu fyri hátíðarhaldinum. Nógv fólk nýttu høvið at heilsa upp á Jógvan hendan dagin, bæði familja, almenn umboð, stýrislimir á heiminum og umboð fyri [...] Eysturoynni. Jógvan var føddur 7. februar 1910 í Haldarsvík, men flutti sum tvey ára gamal til Elduvíkar at búgva hjá mostur síni. Í 1937 giftist Jógvan við Gerdu Jacobsen úr Thisted. Tey búsettust í Keypmannahavn