springarar ella ikki. Helvtin er fyri at geva loyvi og helvtin vil sýta. Hetta er jú púra burturvið. Tað kann ikki vera rætt, at tað skal hava týdning, hvar tú býrt, um tú kanst fáa springaratvøst ella ikki [...] førinum, tí hesar reglur. Fyri tað fyrsta: Sýslumaðurin hevur váttað í Rás 2, at hann ikki hevur givið forboð fyri at drepa springarar, ið hildnir vórðu til í Sandagerði. Hann hevði ætlanir um at gera tað, men [...] grundgevingun-um hjá sýslumanninum hevur verið, at so fáir springarar einki muna í Havn. Makan til tvætl skal man leita leingi eftir. Um springarar verða dripnir í t.d. Klaksvík ella í Havn kann væl vera líka mikið
skemtar hann. Familju hevur hann onga eftir í Danmark, greiðir hann frá. Hevur fyri stuttum verið og fylgt mammuni til gravar, og bert ein systir er, sum býr í Australia. So bondini til Danmarkar eru við at [...] hann, tá hann hevur staðið á trappuni við taskuni og eini bók í hondini. Ib Jensen, bókaseljarin hjá adventistunum, sum í 40 ár hevur ferðast kring Føroyar og selt uppbyggjandi lesnað til føroyingar. Umframt [...] samkomuni, er hann eisini kirkjutænari. Hann hevur til arbeiðis at halda kirkjuna, sigur hann. Ib er føddur í Thy í Norðurjyllandi og kom 27 ára gamal til Føroya at starvast sum seljari hjá adventisasamkomuni
viðurskiftir síni uppá pláss? ? Ella at fleiri stuðlar nú verða játtaðir til tey fólk, ið hava brúk fyri tí? ? Ella ein frágreiðing um hvussu flogvøllurin verður bygdur út? ? Ella frágreiðing um hvussu lendingin [...] Mikudagin 3/10 lá ein frágreiðing til tingmenn. Umleið 50 síður - maskinskrivaðar. Ikki eiti á. Sanniliga verður fari álvarsliga til verka. Helst er tað hin føroyski leisturin- ella klokkugreiðar mannagongdir [...] lendingin í Mikinesi skal bøtast? Svarið er nei til allar omanfyrinevndu spurningar! ? Tú hugsar kanska, at tað sjálvandi er ein long frágreiðing um hvørji stutt og langtíðar árinini eru fyri føringin og Føroyar
intellektualiserað sjónleikin til okkurt, sum fólk ikki tíma at hyggja at, og hetta er ein av orsøkunum til, at so nógvir danir velja ikki at fara til sjónleik. Hetta hevur Gríma havt í tonkunum, um hugsað [...] vil hava fólk at koma til sýningarnar, mugu leikirnir onkursvegna vera ein spegil av samfelagnum ella tí einkulta persóninum sum nú einaferð situr í salinum. Danskt sjónleikarlív hevur tey nógvu seinastu [...] vann leikritakappingina, ber ikki til at venda aftur til stívt gamalt bókmál á palli, nú eru allir leikir á gerandisføroyskum. Hetta er tað seinasta stigið, ið er við til at gera sjónleik so, at fólk kunnu
og man nokk ganga undir heitinum »ein væl integreraður innflytari« ella nýdanskari, sum í løtuni er tað mest politiskt korrekta orðið tú kanst nýta um ein perkara í Danmark, atlantshavsperkara í mínum føri [...] r« sendi eg umsóknina. Á ólavsøku varð bræv sent frá universitetinum til ta førosyku adressuna, sum eg sum trý ára gamal flutti til eftir at hava livað tey fyrstu trý ár av lívi mínum á Oyrasundskollegienum [...] persóni, sum pástendur at hann býr á einari ávísari adressu, ella einum persónsnummari, sum gott nokk ikki er uppdaterað síðan 1981, men sum hevur eina aðra meining um adressuna hjá sama. Universitetið ivaðist
oyrað til krossferðina. Hevur tú einki leyst í reyvalummanum, so kanst tú fáa eitt girokort at gjalda við, ella tú kanst renna kredittkortið hjá tær ígjøgnum í endanum av høllini. Tá byttirnar til at savna [...] um tú hevur eld í reyvini. Fólk, sum brenna fyri Jesus, hittast úti í markini. Onkur av fólkunum, sum eru her í kvøld, hitti eg fyri stuttari tíð síðani í Kenya, greiðir hann frá, tá hann tosar til fólkið [...] amen at hoyra. Ein fyrrverandi poppari letur seg úr troyggjuni. Hann hevur fingið hita av at syngja og klappa. Eftir at Pauli Høj hevur lovað eina sterka og miðvísa proklamatión í Klaksvík, kemur ein av
verið á, hví tú ert burtur frá arbeiðsmarknaðinum. Um tú velur tað, ella ert noyddur til tess, heldur Maria. ? Tú kanst ikki hugsa langt fram í tíðina, tað kann ikki vera rætt. Nær eg fái børn ella um tað kemur [...] mánaðirnir tiknir úr, og verður barsilslønin roknað út frá tí. Um tú so ikki hevur 12 ella seks teir seinastu mánaðarnar at fella aftur á, kemur tú undir ein bólk, ið eitur "nýggj í starvi", og verður barsilslønin [...] barsilslønin roknað út frá trimum teimum seinastu arbeiðsmánaðunum. Um tú so til dømis bert hevur ein ella tveir mánaðar, verða teir tiknir og býttir við trý, fyri at fáa hesa tríggjamánaðaskipan at ganga upp
Tað kølnar skjótt,og við øllum hesum, tú hevur sogið til tín í dag, er ivaleyst frægast at fara niðurundir at hita seg aftur, meðan siglt verður spakuliga aftur til lands. [...] sum skorin er í álir. Riklingur ella flak. Og rundan um hesi stativini ella opnahjallarnar ganga so hundarnir tjóðraðir. Men teir eru eisini savnaðir í størri »koloniir« ella »hundalond«, sum onkur nevnir [...] so, at eygað sær, hvussu tey ferðast, tá tey eru komin higar út. Men eygleiðir tú tey yvir eitt longri tíðarskeið, ber til at síggja broytingar alla tíðina. Tey standa føst á botni, tá fjørðurin gerst ov
møguligar sagnir til vega. Síðan fór Hendrik Relve og tók myndir av teim mest undrunnarverdu trøunum. Hansara framsýning er løgd soleiðis til rættis, at til hvørja mynd hoyrir ein tekstur til. Hesin tekstur [...] at planta trø til minningar um einhvønn ella eitthvørt og til ávís serlig hátíðarlig høvi. Á henda hátt er ein at kalla andalig leinkja íkomin millum estlendingin og tað træ, sum hann hevur so stóran tokka [...] eitt samtak, ið hevur til endamáls at virka sum sýnisgluggi fyri norðurlond. Tey trý baltalondini vilja við hesum samstarvi bjóða norðurlondunum eitt gott høvi at ogna sær kunnleika um, hvat rørist í gra
sum Allan Simonsen hevur verið føroyskur landsliðsvenjari, hevur Jógvan Martin Olsen av Toftum verið hjálparvenjari. Hevur lært okkum nógv Tí er hann kanska tann persónurin, sum hevur verið mest knýttur [...] Allan hevur lært okkum at hyggja øðrvísi at teimum avbjóðingum, sum altjóða fótbóltur gevur okkum. - Hann hevur alla tíðina lagt sera stóran dent á fyrireikingarnar, og her hevur einki verið latið til tilvildina [...] , sum tú skalt tosa við, og soleiðis hevur tað verið í øllum viðurskiftum kring liðið. Fakligi førleikin Sjálvur hevur Jógvan Martin tikið tey venjaraskeiðini, sum FSF í samstarvi við DBU hevur boðið føroyskum