eftir. Hugskotið er at keypa bát og vogn saman. Nógvastaðni í landinum er tað sera ringt um ikki heilt ógjørligt at fáa pláss til at leggja ein bát, tí er hetta ein góður møguleiki við at hava bátin standandi [...] kann man taka hann við sær til hús, sigur Kári Hansen frá Stubbanum. Stórur áhugi er bæði fyri at keypa og at leiga vognar og bátar, sigur Kári, sum gjarna koyrir vognin ella bátin har kundin ynskir tað
føroyska liðið liggur hóast alt hampuliga væl fyri at koma víðari. Teir vóna nú, at Dyce vinnur á Keith, so at Føroyar sleppur í hálvfinaluna. Um tað ikki eydnast at koma í hálvfinaluna, skal liðið spæla ein [...] Dyce. Úrslitið var 2-0, og Johan Ellingsgaard skoraði bæði málini hjá Føroyum. Vit frætta úr Aberdeen, at Johan fekk ein snudd í hesum dystinum og hevur ikki verið við teimum báðum seinnu dystunum. Týsdagin [...] økti eisini til 2-1, áðrenn Álvur Christiansen úr KÍ minkaði um munin. Tað eydnaðist tó ikki Føroyum at javna, og tapið var veruleiki. Triðji dysturin í bólkaspælinum var ímóti finska liðnum Gnistan, sum
Men í gjár tók tað ikki langa løtu, áðrenn Hamilton skilti, at Monako revsar øll mistøk. Hamilton hevði sett skjótastu tíðina, men eftir at liðfelagin Alonso hevði koyrt uppaftur skjótari, trýsti Hamilton [...] David Coulthard, ið vann í 2003 og í 2000, koyrdi tíggjundu skjótastu tíðina. Tað er kanska vert at viðmerkja, at eingin av hesum koyrarum er á sama liðið, sum tá teir vunnu koyringina í Monako. Vinnarin fyri [...] Hamilton eitt vet ov nógv, og eitt lítið mistak var nóg mikið til, at bilurin rendi á veggin í Ste Devote. Eingin fólkaskaði stóðst av hesum, men bilurin misti eitt hjól. Hamilton var tó ikki einasti maðurin
AB ella VB/Sumba megnaði at vinna sær tey trý týdningarmiklu stigini, sum bæði liðini høvdu tørv á. Í løtum sást, at hetta var talan um eina botnuppgerð. Dysturin byrjaði við at AB legði trýst á VB/Sumba [...] hálvleiksstøðuna 2-2. Seinni hálvleikur innihelt einki mál, hóast bæði liðini royndu at trýsta. VB/Sumba var kanska tættari við at fara við sigrinum, men AB-verjan helt tætt í avgerandi støðunum. Janvleikurin [...] VB/Sumba, ið skoraði fyrsta málið. Málið skeyt tann altíð málsøkni Birgir Jørgensen, sum var framvið eftir at Tórður Thomsen í AB-málinum kom heldur skeivur av bóltinum. Løtu seinni økti Súni úr Hørg, tá ið hann
Hetta tyktiskt tó ikki at órógva tónleikararnar tað stóra, sum tóku alt við einum smíli. Í veruleikanum tyktust teir at vera sera fittir og hugnaligir, tá ið hugsað verður um, at hetta man vera illasti [...] vóru hampuliga nógv fólk til staðar, og Hatesphere dugdu væl at samskifta við tey. Teir vóru á tremur við orku, og serliga sangarin dugdi væl at fáa fólkið við uppá tað. Hatesphere froystu út málmin við 100 [...] ið donsku Hatesphere froystu garvillan tungmálm út yvir Spæliplássið Tað var afturvið orgultónleiki, at danski bólkurin Hatesphere trein á pall á Spæliplássinum. Men so kom larmurin, og tað var ikki við
fáa tey høvið at frambera sangir sínar í kirkjum og mentanarhúsum andaligar sangir og fosturlandssangir og fáa helst eisini møguleika at vísa fram tann føroyska dansin. Ætlanin er eisini at syngja okkurt [...] føroyska kórsanginum ans. Og har var stutt frá hugsan til gerð: Hann gjørdi ikki mætari enn at hann beyð kórinum at vitja heimland sítt í ár. Føroysk vitjan Áðrenn tey í Ljómi koma so langt sum til Andalusien [...] okkurt á sponskum máli. Sum eitt eyka upplivilsi fáa tey eisini høvi at hitta kendu føroysku ferðakvinnuna, Duritu Holm, sum býr í hesum økinum, og sum eisini hevur skrivað eina bók um henda vakra landslutin
eygleiddi verkið hjá Hans Paula Olsen, var heilt serlig, og tað var ikki frítt, at teir fáu myndamenninir, ið høvdu møguleika at fáa løtuna í kassan, av alvára gjørdu sær dælt av hesum. Mikines er nakað fyri [...] við tí fyri eyga at nýta listina til eitt møguligt listasavn. Savnsleiðarin greiddi frá um tær ymisku framsýningarnar, bæði tær føstu og tær skiftandi, og somuleiðis nýtti hann høvi til at greiða kongaligu [...] Sámal Joensen Mikines, verða sýnd fram. Tað var ikki frítt, at listin hjá Mikines hugtók Mary Krúnprinsessu, og hon tók sær eisini góða tíð til at eygleiða tey ymisku verkini. Steðgurin í Listasavninum gjørdist
stóran áhuga. Hesaferð var tað so Fríðrikur, krúnprinsur, sum ynskti at síggja Gjógv við øllum tí vakurleika, sum bygdin goymir. Fór at regna Veðrið var framvegis gott og turt, meðan Fríðrikur og Mary saman [...] tey við fylgi gingu sær ein túr úteftir bakkanum. Tað var byrjað at regna hesa løtu, og sum frá leið, gjørdist rættiliga vát. Tó ikki so, at tað bilti. Á veg heimaftur av bakkanum vórðu krúnprinsahjúnini [...] bita og okkurt at leska sær við. Steðgurin í bygdahúsinum var stuttur, tí tíðin rann undan. Stórsligið Vitjanin hjá Fríðriki og Mary við Gjógv var væl eydnað, og nógv fólk nýttu høvi at fylgja hjúnunum
av liðunum báðum hava nakað serligt at spæla fyri, valdu báðir venjararnir eisini at geva øllum spælarunum fitt av spælitíð, og hjá Neistanum merkti hetta, at so at siga allir útileikararnir komu á máltalvuna [...] Bæði venjarin hjá Kyndli og venjarin hjá Neistanum hava alment sagt, at teir fegnir vilja framskunda so nógvar dystir sum gjørligt fyri at gera enda á kappingarárinum sum skjótast, og dysturin týskvøldið skuldi
sum fleiri ferðir fyrr í summar hevur verið at hoyrt í róðrarumhvørvinum í Klaksvík. Ábendingar eru um, at dreymurin skal gerast til veruleika, soleiðis at manningin, sum nú hevur vunnið FM við Nevinum [...] men kappingin frá Ørvi og Argjabátinum var ógvuliga tøtt. Tað kann væl vera, at hesar tríggjar manningarnar næsta ár fara at sleppa undan stinnu klaksvíkingunum, sum í ár hava verið so sera sannførandi [...] í Klaksvík tey bæði bæstu árini í aldudali. Men í ár hevur hilnast avbera væl, og nú umhugsa teir at seta sær nýggj og hægri kappróðrarmál.