vit reka? SKULU vit lata skattalætta ? m.a. til sjófólk ? og skerja meirvirðisgjaldið fyri ávísar tænastur ? t.d. fyri bilumvælingar og hárfríðkan ? og fáa minni til landshúsarhaldið, so tað verður upp aftur [...] seta spurnartekin við, um landsstýrissamgongan sýnir fíggjarligt fyrilit við teimum ætlaðu tiltøkunum. Øll unna sjófólki og teimum lágløntu skattalætta, men vit skulu eisini hava ráð til hann næsta ár, og [...] nógv betur búskaparliga, enn búskaparfrøðingar og løgtingið roknaðu við, tá fíggjarætlanin varð løgd fyri einum ári síðani. Vit hava fiskað nógv meira ? uttan at vit hava virðisøkt tilfeingið á landi ? og
føroyingin. VÍST er Poul Nyrup Rasmussen ikki væl dámdur í Føroyum, tí eftir teimum upplýsingum, sjónvarpssendingin »Eitt ríkið fyri ein banka« kundi borðreiða við, visti forsætismálaráðið og kanska eisini [...] ikki prógvaðir, og so leingi teir ikki eru prógvaðir, skal eingin dømast. Hetta verður ikki sagt fyri at verja nakran, og nógv bendir annars á, at forsætisráðharrin visti ymiskt, sum hann ikki greiddi [...] álitið farið, ber ikki til at koma á beint aftur við at renna undan. HARAFTURAT er henda støðan hjá teimum, sum ikki vilja heilsa upp á forsætisráðharran, ótaktisk, sum Pia Larsen, úr Vinstraflokkinum, segði
landið. Føroyskir fjølmiðlar eru alt ov nógv miðlar fyri Havnina og miðsteðasrøkið. Hetta ásanna vit og royna eisini at taka í egnan barm. Brúk er fyri einum blað, sum fevnir um alt landið. Og tað er hetta [...] somu tíð, sum tað hendir. VIT skulu eisini nýta høvi til at takka lýsarum og lesarum fyri tykkara stóra áhuga fyri blaðnum. Uttan tykkara áhuga hevði blaðið ikki veriðfyri slíkari menning tað er í dag [...] blaðnum allar fimm útgávudagarnar, um framt annað tilfar, sum so verður í blaðnum komandi dagarnar. Men fyri tey, sum ikki eru von at síggja blaðið, hava vit á síðu 4 og 5 í blaðnum í dag ein stuttan samandrátt
minnilutastýri. Hon fer at fáa sær undirtøku fyri teimum ymsu málunum sohvørt tey eru fyri í tinginum. HETTA er í sær sjálvum áhugavert, tí tað er ein avbjóðing fyri okkara politisku skipan. Men spurningurin [...] , og nú fekk sjálvstýrismaðurin sekkin, fyri ikki at tala um tey mongu negativu úttalilsini frá hansara egnu og samgongumonnum - vænta sær undirtøku fyri teimum ymsu málunum - frá somu politikarum, sum [...] í sambandsflokkinum kann tað henda, at flokkurin, fyri ikki at skula enda aftur úti í áralangari oyðimarkarferð, fer at finna sær nýggjan formann - fyri harvið at tryggjað sær pláss í eini komandi samgongu
hann hevur eisini umsitið samskiftismál - dugað væl at tala fyri summum av sínum málsøkjum. Tá tað er sagt, skal eisini sigast, at gerðir aftan fyri orðini, hava avdúkað manglandi politiskt og samfelagsligt [...] stjóran, tí hesin ikki hevur havt neyðuga ?yvirblikkið? - fyri síðani sjálvur - sum ketta upp úr høvdatrog - at koma við eini ?neyðhjálpsætlan? fyri at loysa ovurstóru trupulleikarnar, sum SL-flotin hevur [...] smann frá, eru viðmerkingarnar nógvar - í bløðunum, í Fimmara - í fjølmiðlunum sum heild. Ein av teimum, sum hevur arbeitt við stýrisskipanarlógini sigur við Sosialin, at løgmaður helst er lopin framav
við eini javnstøðulóg, heldur hon. Men í Føroyum eru kvinnurnar høgt mettar. Menninir hava litið teimum alt upp í hendi, meðan teir búleikaðust á sjónum, og tí er ein javnstøðulóg ikki neyðug í Føroyum [...] og ikki eftir dygd. Bara tað, at so stór mótstøða er ímóti javnstøðulógini man vera besta prógvið fyri, at ein slík lóg er neyðug - eisini her hjá okkum. Víst er tað so, at politikararnir verða »kroystir« [...] flokkarnir kortini Javnaðarflokkinum. Men um Rúna Sivertsen heldur, at javnstøðulógin bara er til fyri kvinnuna, so fer hon stórliga skeiv. Javnstøðulógin skal eisini tryggja manninum kor, eitt nú bar
Vit liva í eini internationaliseringstíð. Orsakað av teimum stóru broytingunum í kunningartøknini er heimurin vorðin sum ein bygd. Tað er skjótari at senda ein e-mail til Singapore enn eitt telefax til [...] til Gásadals. Heimurin er vorðin ein KT marknaður og kunningin stendur opin fyri øllum, sum hava førleika og ráð at nýta teir óavmarkaðu møguleikar, ið liggja á hesum øki. Vit líta at eini gongd, ið setir [...] setir stór krøv til myndugleikar og vinnulív. Nýggja tøknin hevur at kalla óavmarkaðar møguleikar fyri sam- og fjarskifti millum borgarar og borgarar, millum borgaran og myndugleikarnar, millum myndugleikar
seminar hevur verið hildið fyri politikarunum. Eisini hevur verið nakað av orðaskifti, tó at hetta ikki hevur verið nógv. EINGIN ivi er um, at oljulóggávan fer at hava stóran týdning fyri framtíðina hjá hesum [...] teim ymsum pørtunum í lógini einaferð ov nógv enn einaferð ov lítið. Hetta er einª so stór avbjóðing fyri okkara lítla samfelag, at vit mugu brúka ta tíð, sum er neyðug. Men harfyri er ikki sagt, at nøkur [...] viðurskifti, sum eiga at viðgerast øðrvísi enn skotið upp. Tað er hetta tann politiska viðgerðin er til fyri. OLJUMÁLIÐ er so stórt og kann fáa so stóra ávirkan á okkara samfelag, at tað hevði verið gott, um
flogvøllinum! Hvussu við undirsjóvartunnlinum! Hvussu við Skotlandssiglingini og hvussu vit tippingini fyri bert at taka nøkur av málunum fram. TAÐ er einki dulsmál, at løgmaður ikki er lættur hjá føroysku [...] til, at einki hendur í spurninginum um ætlaðu leingingina av flogvøllinum! Danir hava jú sagt gott fyri eini útbygging, sum teir sjálvir gjalda. Men bíðað verður eftir løgmanni, sum yvirtók málið eftir [...] nema við hetta málið. Nú eigur løgmaður tað alt sum tað er, og spurningurin er, hvat verður gjørt fyri at fáa skil á í hesum málinum, soleiðis at m.a. føroyingar, sum vinna, skulu kunna fáa somu sømdir
taka hetta stigið fult út. Frá í dag verða dulnevnd lesarabrøv ikki longur at síggja í Sosialinum. Fyri at fáa brøv ella viðmerkingar við í blaðið skal fult navn undir. ViÐ hesi avgerð bróta vit ein aldargamlan [...] hetta stigið. Vit kunnu so bert vóna, at onnur fylgja í hesi slóð. VIT gera hetta fyrst og fremst fyri at hækka støðið í bløðunum. Hetta fer so eisini at gera tað almenna orðaskiftið meira sakligt. Nógv [...] meiniga manninum at kunna seta seg upp ímóti órættvísi, eru vit ikki samd. Uppá longri sikt er tað best fyri allar partar, at tann, sum hevur hevur eina meining um nakað, torir at leggja navn til. Eru tað tá