skaðarnir eru. Á hesi deildini eru 12 starvsfólk. Deildarleiðarin Páll av Teiginum sigur, at øll eru vælkomin at fáa eitt óbindani tilboð frá teimum, teir umvæla øll bilmerkir. Bíðitíðin er vanliga millum [...] við hesum er at gera umvælingarnar munandi biligari, har tað ber til. Hesum arbeiði stendur Bergur Álaberg fyri. Serkøn fólk úr Danmark hava verið í Føroyum og lagt teimum lag á, soleiðis at umvælingarnar [...] internetið. Hetta merkir, at í somu løtu sum nýggir litir, broytingar o.a eru lagdir út, kann lakkið blandast. Tryggingarskaðar verða sýnaðir til ásetta tíðir, og síðan fær kundin eina tíð at koma við bilinum til
sigur 9 ára gamla Rakul Maria við 10 ára gomlu vinkonuna, Honnu. Góð undirtøka Tað er ikki at taka seg aftur í, at hesin heystfagnaðurin er væl umtóktur millum bæði børn og vaksin. Inni í framsýningarhøllini [...] Rakul Mariu, sum enn ikki høvdu lært so nógv um føroysku steinsløgini í skúlanum. - Tað er gott at fáa meiri at vita um hetta, og so er tað eisini sera spennandi, siga tær báðar við ein munn. Tað eru kortini [...] við børnum og vaksnum, og tí er lítil ivi um, at tað verður eitt rættiliga stórt tal sum vitja, áðrenn dyrnar lótu aftur kl. 16. Aftur í dag er møguleiki at vitja framsýningina, sum verður opin frá kl.
og byrjaði at fáa betri skil á uppspælið. Í løtum sást sera gott spæl, og tað var eisini hetta, ið førdi til, at heimaliðið legði seg á odda. Eitt væl spælt álop í høgru síðu endaði við, at innskifti Marcell [...] vátaslettingsæl vóru at sjá, men hetta darvaði ikki spælinum nakað serligt. Tó var fyrri hálvleikur ikki nakar væl leiktur hálvleikur. B68 stóð væl á vøllinum, og hetta sá út til at bremsa spælinum hjá [...] seg mest við longum bóltum, og hetta var ikki júst ynskið hjá heimaliðnum, sum av hesi orsøk kom til at geva nakrar málmøguleikar til B68. Hóast yvirvág til B68, var tað heimaliðið, sum fekk fyrsta málið
Steinarsson á Morgunblaðnum sigur, at tað als ikki er nøkur skandala fyri ÍBV, um teir ikki koma víðari. - ÍBV hevur ikki eitt gott lið í ár, og teir fara væntandi at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting [...] um teir ikki vinna á oddaliðnum í Føroyum, sigur Sigmundur Steinarsson. - At Birkir ikki verður við er ein stórur missur, tí at hann hevur verið besti íslendski málverjin í nógv ár, sigur íslendski blaðmaðurin [...] m úr FH. Ólavsøkuaftan skal ÍBV spæla seinna UEFA-Cup dystin móti B36, men tað verður eftir ølllum at døma eitt sera skert lið, sum fer á vøllin móti B36. Sunnudagin restaðu sjey av teimum, sum vanliga
Johnny og Ben fara øll fýra at leggja saman superstyrki fyri at berjast við hendan sterka heljarsonin. Við eitt kemur Victor von Doom at rísa frá teim deyðu. Hetta ger at Reed má arbeiða saman við gamla [...] Johnny og Ben, ið hesuferð fara at berjast við totala kaosfigurin The Silver Surfer. Hesin Silver Surfer er sum teir sjey reiðmennirnir í Opinberingini, hann er komin fyri at fyrireika einki minni enn heimsins [...] fingu teirra serligu evni, tí tey komu á eini rumdarferð at renna seg inn í ein kosmiskan storm. Matematikarin og fysikarin Reed Richards fekk evnini at boyggjast og strekkja seg sum gummi. Sue kann gera seg
í roynd og veru at gera Føroyar og Ísland til EITT búskaparøki. Sambært avtaluni skal nú ferð koma á tey búskaparligu viðurskiftini millum londini, eins og ein hevur fingið eitt amboð at samskipa búskaparligu [...] innan fiskivinnuna eru ikki greidd enn. Hetta fer at taka sína tíð, men ein loysn verður eisini funnin á hesum spurninginum. Byggir á álit Henda avtalan fer at verða til fyrimunar fyri føroyingar. Men eisini [...] eftir undirskrivingina, at tá Einahandilin varð avtikin í 1856, so var tað ein stórhending fyri føroyska samfelagið. Henda avtalan er gjørd eftir sama leisti, og fer uttan iva at gerast eitt tíðarskifti
Skotbráðið var ov stutt at ferðast frá fyrra dystinum og til UEFA høvuðssætið, áðrenn lutakastið, sum var á middegi fríggjadagin. Kjartan Mohr, formaður í B36, fekk boðini um, at B36 skal spæla ímóti FC [...] Stavanger og SK Brann úr Noregi og FCM. At luturin fall á danska felagið dámdi B36 formanninum væl: - Talan er um spennandi mótstøðulið, og ferðingini fara tað neyvan at standast serligir trupulleikar av. Vit [...] óri, og hann heldur fram: - Fótbólturin í Føroyum er í spennandi menning, og vit gleða okkum at fáa høvi at síggja henda partin av kongaríkinum. Tað eru bara tey fægstu her í Danmark, sum fáa tað høvið
nakar serligur munur á liðunum báðum í seinna hálvleiki. Tað er tó einki at ivast í, at um VB vildi, so høvdu tær sum einki megna at sett ferðina upp aftur, og so var sigurin vorðin enn størri, enn hann gjørdist [...] Guðrun í Lágabø, nú hon saman við liðfeløgunum var og vitjaði í heimbygdini hjá sær. Tað er synd at siga, at gomlu liðfelagarnir hjá henni vóru blíðar við hana. Dysturin var tí langt síðani avgjørdur, tá [...] minni enn 20-5 til VB, og hetta gjørdi, at heimaliðið tók sær eitt sindur meiri av løttum eftir steðgin. VB setti ferðina niður, og hetta gav Kyndil høvi til at koma eitt sindur fyri seg, og tí var ikki
Skarðenni leingi við at sniðgeva djóragarðar í Danmark, har hann millum annað gjørdi klettar, fossar, ís, trø og skriðdjórabúgv. Við teimum 16 oljumálningunum, sum í løtuni eru at síggja í Norðoya Kun [...] týðiliga broytingin á hesi framsýningini at ein ávísur boðskapur nú trokar seg framat í stemningsmyndunum. Serliga er tað málningurin ?Kvøldmynd?, sum fær tey flestu at steðga á og undrast. Motivið í myndini [...] myndini annars og geva tær varhuga av, ikki at hoyra til í umhvørvinum yvirhøvur. Hvør boðskapur fjalir seg aftanfyri, má verða upp til tann, ið skoðar myndina, at gera av. Men sæð í samband við restina av
varð bygt. Alma at kokkast og Jens sum handverkari at byggja Zarepta og svimjihylin. Í 1989 andaðist Jens 61 ára gamal. Alma hevði tá verið heimaarbeiðandi í fleiri ár, men hon byrjaði at arbeiða á Blin [...] Poulsen. Beint eftir at hon var komin til Havnar, fór hon upp í sangkórið í Ebenezer, har hon gekk á møti. Og nú hon fyllir 70 ár, er hon enn virkin í kórinum. 18 ára gomul kom hon at kenna Jens Christian [...] úr Kristiansand í Noregi. Tey giftust í 1958 og fluttu inn í nýggj hús í Leivsgøtu. Í 1958 fór Alma at arbeiða í Ullvøruhúsinum. Tey fingu trý børn. Í 1959 fingu tey Eyðgerð, í 1963 Oddvør og í 1971 Brynleif