aðrar møguleikar at leggja virksemi og útbyggingar til rættis, so at tað tænir øllum økinum og sostatt eisini Skála bygd. Tað er eitt nú onki at ivast í, at vit vera betri før fyri at bjóða okkum fram [...] vit fara at hvørva, sigur Kári Johannesen, borgarstjóri á Skála. Men hann sigur, at eftir fundirnar fríggjakvøldið og mánakvøldið, er bygdaráðið komið til tað niðurstøðu, at tað er rættast at arbeiða víðari [...] í Runavík. Ætlanin er, at bygdirnar báðar skulu verða ein kommuna frá 1. januar 2005 at rokna, tvs eftir kommunuvalið í 2004. Fyrimunur Kári Johannesen sigur, at hann væntar, at ein samanlegging verður
Maud segði, at orsøkin til at hon fór undir at skriva var, at so fáar barnabøkur, sum snúðu seg um nútíðina, vóru á føroyskum. Børn tímdu ikki bara at lesa um tað farna, og tí valdi hon at fara undir [...] bókaútgávur. ? Hetta gevur mær mót og skyldu at halda fram við at skriva, segði Maud Heinesen í røðuni. Hon legði afturat, at tað er gott at fáa eitt herðaklapp sum hetta á vegnum. Bogi og Annfinnur b [...] skemtiliga fyri, at hansara bøkur vóru tær einastu skaldsøgurnar, sum vóru komnar út í farna árið, og tað mátti vera orsøkin til, at hann hevði fingið virðislønina. Tað var í 1958, at býráðið valdi at lata men
Hansen heldur, at tað er positivt, at javnaðarflokkurin vil vera við og hann sigur at tað er púra greitt, at hann aftur fer at venda sær til javnaðarflokkin. Landsstýrismaðurin harmast um, at andstøðan ikki [...] Orsøkin er, at tað hevur verið strilti at fáa samgonguna sjálva at semjast um eina slíka ætlan. Orsøkin er sostatt ikki, at ætlanin hevur verið at halda samgonguna uttanfyri. ?Tað er eyðsæð, at nógvur lo [...] síðani boða frá, at hann er ikki sinnaður at vera við í arbeiðnum hjá samgonguni at gera eina langtíðar útbyggingarætlan. Og Karsten Hansen heldur avgjørt ikki, at tað er ov seint at fáa javnaðarflokkin
ikki minni nýskapandi, at kappingarnevndin nú eisini tekur sær heimild til at viðgera hendingar, sum nevndin ikki er biðin um at taka støðu til. Hetta kann helst samanberast við, at ákæra verður reist um [...] men at dómarin so ger av, at hin ákærdi skal dømast fyri innbrot. Ikki tí. Kappingarreglurnar geva FSF heimild til at taka mál upp av sínum eintingum. Í §38, stk. 3, í kappingarreglunum stendur, at FSF [...] sambært teimum upplýsingum, sum Sosialurin hevur móttikið, er at dómarin í frágreðing sínari hevur skrivað, at leikarin hevur skallað seg, og at hann tískil fekk reyða kortið. Hetta er sjálvandi eitt álvarsamt
Rubeksen frá politinum metir, at tað eru ov nógv, ið ikki virða hetta forboðið. Hann sigur, at nærum øll tosa í fartelefon, samstundis við at tey koyra. Sostatt kann mann siga, at forboðið ongan ávirkan hevur [...] av orsøkunum til, at fólk ikki virða forboðið, tí tey tíma ikki at gera sær tann ómak at keypa headset til fartelefonir. Politiði handhevur hetta sum onnur mál. Verður ein tikin í at tosa í fartelefon [...] ir hava elvt til óhappið. Álitið mælir til, at førarar ístaðin fáa sær tær fyrrnevndu headset til telefonirnar. Eisini leggur hon upp til, at mann eigur at umhugsa, og møguliga forbjóða, onnur ting í møguliga
ætlanina fram. Hann vísti á, at fyrstu mánaðirnar í ár er skattainntøkan hjá kommunini lækka afturímóti fyrstu mánaðunum í fjør og at tað onki var, sum bendi á, at inntøkan fer at hækka komandi ár. Tí er heldur [...] verður ikki tey allarfyrstu árini, at tað fer at lætta í hjá tvørafólki. Á býráðsfundi mánakvøldið varð uppskotið fyri fíggjarætlan fyri 2002, lagt fram. ?Eg kann ikki siga, at tað sær so ljóst út, segði bo [...] gjaldast av rakstrinum. Tað ber so aftur í sær, at á Tvøroyri fer lítið og onki at verða gjørt av íløgum tey næstu árini, tí fyribils snýr tað mesta seg um at halda gjalda skuld niður.
fer Kemilux á bási nr. 25 at sýna fram tær dygdarsápur, ið virkið bjóðar fram til feløg og stovnar til alskyns endamál í støddum frá 300 ml til 30 l. Fólk, hvørs arbeiði er at gera reint, fáa ofta trupulleikar [...] trupulleikar við pínu í skøvningunum av at vinda tvøgur gjøgnum longri tíð, og ryggtrupuleikar av skeivari arbeiðsstøðu. Um ein nýtir ergonomisk røtt amboð at gera reint við, slepst undan hesum trupulleikum [...] gera tað til eitt spæl at gera reint ? feiimoppur bæði til ein ? og fleirnýtis, vaskivognar, vaskispannir á hjólum og tilhoyrandi vaskimoppur. Í hesum døgum verður tosað nógv um, at m.a. skúlar ikki skulu
burtur út í verðina at stríðast,? sigur hann. Líkt er til, at aðalmálið hjá USA í løtuni er at taka ella drepa Osama bin Laden, tann saudiarabiska milliarderin, sum er undir illgruna fyri at hava skipað fyri [...] málini hava við sær, at Afghanistan er í skotlinjuni fyri tí amerikanska krígnum, tí at bin Laden heldur helst til í Afghanistan sum ?gestur? hjá Taliban-stýrinum. Tað ber illa til at hugsa sær ein ólagaligari [...] eisini fyri, at ein innrás miseydnast við landslagnum og fíggindaskapinum og mótstøðuvilj hjá afghanarum í huga,? leggur hann aftrat. Bush forseti hevur eisini tann møguleika, at hann kann royna at ?roykja
av tíðindunum um, at Matstova skuldi gerast í Tilhaldinum. Hon sigur, at tað hevði ikki verið uttan stríð, at tey lótu kjallaran fara, tí í oktober í 2000 samtykti Býráðið einmælt, at Tilhaldið skuldi fáa [...] brúka Tilhaldið í Havn, fingu ein rættiligan skelk herfyri, tá í tað frættist, at ein maður hevði søkt Býráðið um loyvi til at gera matstovu í kjallaranum í Tilhaldinum Hetta hevur loypt rættiligan ótta á [...] galdandi til ein onnur er gjørd og eg vildi fegin sæð tann býráðspolitikara, sum fór at broyta tað býráðssamtyktina, so at tey eldru mistu Tilhaldið til frama fyri eina matstovu, sigur Hanna Lisberg. Tilhaldið
sigur, at Sosiala nevnd viðgjørdi málið týskvøldið og har varð samtykt at svara umsøkjaranum, at kjallarin í Tilhaldinum er ikki tøkur til Matstovu. Men hann sigur, at nú veit Býráðið eisini av, at kjallarin [...] borgarstjórin, at hendan umsóknin varð øðrvísi. ?Vit hildu, at tey, sum brúka Tilhaldið kundu eisini fingið gagn av hesum, tí ein møguleiki er, at Tilhaldið fekk leiguna fyri kjallaran. Hann sigur, at býráðið [...] býráðið tí helt, at tað var rætt at spyra Tilhaldið, hvar tað helt um ætlanin at gera matstovu í kjallaranum. ?Tilhaldið hevur svarað, at tað vil ikki hava Matstovu í Kjallaranum. Og harvið verður tað, sigur