nevniliga í fleiri ár sent løgtingi umsóknir um at betra um samferðsluviðurskiftini á oynni, m.a. við einum tunli á staðið Yvir til Havnar, sum tey nevna tað. Um so var, at hesin tunnilin kom, so kundi b [...] næstu framtíð, verður bygdini ikki lív lagað. - Heitt verður staðiliga á landstýrið um at taka hetta álvarsmál upp nú. Hetta má ikki setast á eina langtíðarfíggjarætlan, tí tá er øskukalt í Svínoy, sigur [...] prosjektinum, tí játtanin vantaði. Hetta vildi kommunan ikki lata sær lynda, og hevur tí enn einaferð heitt á løgtingið um at játta pening til ætlanina. - Vit heita á tykkum um at játta neyðuga peningin, so
Eftir mínari meting er landsstýrismaðurin farin út um sína heimild?. Hetta er ikki veikari lútur! Heldur sterkari, tí talan er ikki um, hvønn sum helst men um sjálvan landsins løgmálaráðharra sum tann, ið meira [...] frágreiðingini er sterkur lútur! Hitt málið snýr seg um sjálvasta løgmálaráðharran og hansara umsiting. Í einum máli um umsiting av navnalógini og um kunngerð í hesum sambandi sigur Løgtingsins umboðsmaður [...] meira enn nakar annar eigur at halda lógina! Í stuttum snýr hetta málið seg um, at landsstýrismaðurin legði uppskot við endurskoðaðari navnalóg fyri løgtingið fyri nøkrum árum síðani. Úrslitið, tá lógin
Meðan framsøknir leiðarar tosa um fýra daga arbeiðsviku, vil politiski myndugleikin skarva hálvan tíma av um árið í seks ár. Hetta er stutt sagt - óseriøst! Vit gleðast um upptøku av tveimum flokkum av [...] okkum til veruleikan. Vit mugu taka avgerð um, hvørjar sergreinar vit vilja hava í Føroyum og mugu serútbúgva sjúkrarøktarfrøðingar samsvarandi hesum! Kappingin um sjúkrarøktarfrøðingar við grundútbúgving [...] fremstu røð at fáa loyst hetta. Støðan er so ring í okkara grannalondum við troti á sjúkrarøktarfrøðingum, at vit skulu ikki dúva upp á nakra hjálp hiðani og í ringasta føri, verður hetta fyri okursprísir. Skulu
bæði løn og arbeiðstíð. Tað er mín meining um tann spurningin. Eg taki fult undir við at stytta arbeiðsvikuna, um partarnir blíva samdir um tað. Aksel skrivar um uppskotið, sum Javnaðarflokkurin nú hevur [...] kostnaðurin er 750 mió. krónur um árið. Aksel hevur helst misskilt hetta og heldur, at talan er um tað sum lands- og kommunukassar missa. Tað havi eg ongastaðni sagt. Hetta er kostnaðurin, sum arbeiðsgevararnir [...] arbeiða tríggjar tímar færri um vikuna, um onnur verða sett at gera arbeiðið sum tá restar í. Eg veit væl at eitt tílíkt roknistykki kann setast upp við ymiskum fortreytum, men hetta var fyrst og fremst fyri
, og uttan iva er størsta forðingin fyri víðari kommunalari menning, hetta æviga kjakið og togtoganin um kommunubygnaðin, og hetta ógreiða ábygdarbýti millum land og kommunur. Vit hava nú møguleikan við [...] Jóhan Christiansen, borgarstjóri ----------- Langt um leingi hevur ein landsstýrismaður dirvi til at avgreiða spurningin um kommunubygnaðin í landinum. Tað hevur Kári P. Højgaard rós uppiborði fyri. F [...] at tað skulu vera 7 kommunur í Føroyum. Hetta kjakið byrjaði longu fyri nógvum árum síðani, men enn hevur ikki eydnast at nátt hesum málið. Nú hevur so langt um leingi ein landsstýrismaður rygg til at
heldur hann er púra nátúrligt, tí hetta álitið um fólkavøkstur, var ikki liðugt, tá ið karmarnir vórðu lagdir. - Men hetta er spennandi og nú er tað ein spurningur um at raðfesta. Fíggjast úr grunnum Hinvegin [...] - Hetta er ein banki við nógvum og góðum hugskotum. Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, um drúgva álitið, hann fekk í morgum við tilmælum um, hvussu vit aftur fáa fólkatalið í Føroyum at veksa [...] Hann heldur, at talan er um gott verk, sum verður eitt hent amboð hjá politiska myndugleikanum í royndunum eftir at venda gongdini í fólkatalinum. Hann heldur ikki, at hetta er ein heildarætlan sum so
sínar hugsanir um hetta farið og týdning tess. Burtur frá mammu Í fyrsta lagi eru mong, fyri ikki at siga øll, sera hørm um, at hetta vala skipið nú fer heilt suður í Íshavið at fiska. - Hetta var sum eitt [...] greitt at reiðarí’ið og reiðarin mugu hugsa um, hvat úrslit hetta skal geva. Spurningurin var um tað mátti røkka (les: Røkke) ella støkka. - Alt er ein spurningur um at yvirliva. Og satt at siga, so dugi eg [...] størri enn inntøkurnar, sigur ein annar pápi. Hinvegin so er hann 100% sannførdur um, at um tað vóru klaksvíkingar sum áttu hetta skipið ella størri part í tí, so fór tað ikki soleiðis at leita aðrar leiðir
at hon er greið yvir, at hetta er ikki ein ætlan, sum landsstýrismaðurin í skúlamálum, Annlis Bjarkhamar, hevur biðið um. Hon sigur, at tvørturímóti er tað ein spurningur um hetta er eitt arbeiðið, sum nakar [...] nnunum hava biðið um. ?Spurningurin er um hetta ikki er ein ætlan, sum embætisverkið í Mentamálaráðnum hevur gjørt av sínum eintingum, uttan at nakar landsstýrismaður hevur biðið um tað. Formaðurin í [...] viljað betalt 2.600 krónur fyri savnsrøktina. ?Hetta hevur onki við pening at gera. Tað er heldur ikki ein spurningur um prinsipp. Hetta er eitt dømi um hugburðin mótvegis skúlanum og lærarum yvirhøvur
frammi, sum vilja steingja náttarlívið um jóltíðir, meðan onnur halda hetta hugskotið vera púra burtur við. Um vit verða klókari um, hvat landsstýrið ætlar at gera við hetta, fáa vit at síggja í morgin klokkan [...] Heilsumálaráðnum. Hvat tíðindafundurin heilt konkret fer at snúgva seg um, er ikki greitt enn. Nógv kjak hevur annars verið í seinastuni um, hvussu vit skulu handfara náttarlívið, nú so nógvir útisetar koma
fyri tænastur - hetta fyri at menna ferðavinnuna, verja okkara náttúru, gera gøtur og skeltir v.m. Eisini er hetta ein trygdarspurningur, tí eiga krøv eisini verða sett til útlendingar um, at hava ferðaleiðara [...] sjálvandi kunna ganga í okkara egna landi og okkara vøkru náttúru - uttan at rinda fyri hetta - so sum vit altíð hava gjørt. Hetta er grundleggjandi partur av tí, at búgva og liva í Føroyum og at vera føroyingur [...] familjuni Nú ferðavinnan er vaksandi, er hetta broytt. Frættu henda dagin, at rindast nú skulu 75 krónur fyri hvønn persón, fyri at ganga í ávísum støðum í Føroyum. Hetta merkir til dømis, at vit sum familja