aðalfundinum. Hann segði millum annað. – Tað hevur týdning, at Føroyar eisini fáa atgongd til somu marknaðir sum kappingarneytarnir. Her sakna vit, at meira verður gjørt frá politiskari síðu. Serliga eru tað [...] havnir í sama landi. Formaðurin vísti eisini á, at mangul á arbeiðsmegi er ein støðug avbjóðing fyri limir í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, tí sera torført er at fáa fólk til dagligu uppgávurnar. Handilsflotin [...] Handilsflotin verður eisini merktur av søguliga lága arbeiðsloysinum í Føroyum. – Tað er áhaldandi neyðugt at tryggja kappingarføri og marknaðaratgongdina hjá føroyska handilsflotanum og shippingvinnuni, segði
er, at tey renna øll undan favorittleiklutunum, men samstundis dylja tey ikki, at tey fara at stríðast saman við liðfeløgunum fyri at finalurnar koppa teirra veg. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra
Tað eru ábendingar um, at toskurin á Føroya banka er við at koma fyri seg. Tað sigur Havstovan í dag, sum júst hevur avgreitt hagtølini fyri yvirlitstrolingina í mars í ár. Í yvirlitstrolingini í september [...] september í fjør vóru fyrstu ábendingarnar um, at toskurin á Føroya banka var við at koma fyri seg, og nýggju tølini frá hesum mánaðinum vísa tað sama. – Tikin vórðu 17 hál, sum hvørt vardi ein tíma, og nøgdin [...] sigur Havstovan. – Tað vóru trý hál, sum umboðaðu meginpartin av toskaveiðuni, men tað var eisini meira at fáa í øðrum hálum í mun til 2019, sigur Havstovan, sum kortini vil hava úrslitið staðfest við fleiri
møttu upp, tá ið tiltakið var í Sørvági, og vónar nevndin, at undirtøkan aftur hesaferð verður góð. Nú er tað í samstarvi við Sunda kommunu at felagið skipar fyri kunningartiltakinum hóskvøldið 23. januar [...] næsta av seks kring landið, og er ein liður í at kunna um ADHD og vinna viðurkenning, bæði millum manna, avvarðandi og fakfólk. Tí einans við vitan ber til at skapa eitt samfelag, har fólk við ADHD fáa tær [...] og ADHD. Fakfólki frá barnapsykiatriini og psykiatriska deplinum hava fyrilestrarnar. Eitt foreldur at barni við ADHD sigur sína lívssøgu og ein, sum fekk staðfest ADHD sum vaksin, sigur sína søgu. Bjørg
Nýggjastu tølini hjá danska Heilsustýrinum siga, at higartil eru 187 fólk deyð av korona-smittu í Danmark. Tað merkir, at átta fólk er deyð av covid-19 í Danmark seinasta samdøgnið. Samlaða talið av k [...] korona-smittaðum í Danmark er nú komið upp 4681, og tað merkir eisini, at 312 fólk eru smittaði seinasta samdøgnið. Av teimum 4681 eru nú 1378 fólk vorðin frísk aftur. Sambært Statens Serum Institut kann [...] veruliga talið av smittaðum í Danmark saktans vera nógv hægri enn talið, sum er alment kent. Mett verður, at veruliga talið av smittaðum kann vera millum 10 og 100 ferðir so stórt. Tilsamans eru 47.340 fólk í
morgun, og Eva gjørdi klárt at fara í skúla. Eva staðfestir, at Vancouver er ein ótrúliga vakur og spennandi býur, og tað samantvinnað við flogbóltsavbjóðingunum og lestrinum ger, at hon hevur eitt spennandi [...] nógv tíð hjá Evu til góðar og væl skipaðar venjingar, umframt styrkisvenjingar. Eva vónar av hjarta, at hon og liðfelagarnir á liðnum hjá Capilano University kunnu vinna seg til College-endaspælið í Quebec [...] uppihald í Kanada. College-endaspælið í Quebec verður avgreitt í mars. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen hevði við Evu Winther Nagata í Flogbóltspanelinum á FM1 fyrr í dag
barnaheimi, upplýsti landsstýriskvinnan við almannamálum, at hóast barnaheimið ikki varð bygt á hesum sinni, so fóru hinar verkætlanirnar í Suðurstreymoy at halda fram ótarnaðar. Nú vit skriva apríl 2020, er [...] útgrevstur á staðnum, har sambýlini á Mýrini stóðu. Borgarar og avvarðandi mugu fáa greitt at vita, um tað er soleiðis, at verkætlanir draga út, og hvør orsøkin er til tess, sigur Djóni Nolsøe Joensen. Lands [...] – Tørvurin á bústaði til fólk við serligum avbjóðingum er stórur, og tað tykist sum um, at verkætlanirnar verða seinkaðar. Fyrst Barnaheimið, so Kvíggjartún og nú møguliga eisini sambýlið á Mýrini. Nær
##med2## Stjórin vísir á, at sera nógvar viðgerðir hava verið gjørdar í hesum tíðum, sjálvt um koronasmittan hevur avmarkað arbeiðið. – Tað er ikki so, at alt er steðgað upp. Tað er bara skert. Vit hava [...] hava eisini gjørt nógv meira við telefonviðtalu, har tað er møguligt, sigur hann. Nú ætlanin er at vaksa um virksemið á sjúkrahúsinum aftur, verður tað gjørt varisliga. – Sjúkrahúsverk Føroya er stórt og [...] sigur hann. Koronatilbúgvingin er framvegis á Landssjúkrahúsinum, men tað hevur ikki verið so nógv at gera har, síðstu dagarnar. – Vit lata eitt sindur upp, men um støðan broytist, so kunnu vit skjótt
Heimasíðan hjá Royal Greenland veit at siga, at Avataq, sum er nýggjasta skipið hjá felagnum, samstundis er størsta fiskiskip í Grønlandi. Skipið kom til Nuuk hin 3. januar, og í gjár - leygardagin 4. [...] januar - fór skipið sín fyrsta túr á rækjuveiði. Á heimasíðuni vita tey eisini at siga, at Avataq sigldi fram við grønlendsku bygdini, Aappilattoq í Suðurgrønlandi, nýggjársdag, har skip og manning fingu [...] verður formelt navngivið við Atlantbryggjuna í Nuuk á mentanarnáttini, vita tey hjá Royal Greenland at siga á sínari heimasíðu.
ár verið Fallon Sherrock. Hon bleiv fyrsti kvinnuligi spælarin at vinna eina dyst í PDC World Championship. Mett verður nú, at dart fer at fáa viðrák millum kvinnuligar spælarar. Finalan í heimsmeistaraheitinum [...] og tá vann Michael van Gerwen. Viðmerkjarar halda fyri, at hesir hava eisini verið teir bestu spælararnir í 2019. Sermerkt við Peter Wright er, at hann altíð hevur litfagurt hár og ger nógv burtur sær sjálvum