hálvfinalupláss, sum stendur uppá spæl. At varðveitta søgulig met, og at útjavna søgulig met stendur eisini uppá spæl hjá bæði Víkingi og HB. Skal HB varðveita søguliga metið at verða einasta liðið, sum hevur vunnið [...] føroysku steypakappingina fimm ár á rað, so verður neyðugt hjá teimum svørtu og reyðu úr høvuðsstaðnum at knógva Víkingi, sum hevur vunnið føroysku steypakappingina fýra ár á rað nú. HB vann kappingina um [...] hevur vunnið steypakappingina fýra tey seinastu árini, og kann útjavna gamla, søguliga metið hjá HB við at vinna kappingina um løgmanssteypið í ár. So tá liðini møtast í fjórðingsfinaluni 8. mai stendur nógv
eldsálum kann eg fegnast um, at nógv er komið burturúr hesi árini. Eitt av størstu frambrotunum er, at vit fingu eina krabbameinsætlan í 2009. Henda ætlanin hevur verið við til at krabbameinssjúklingar í Føroyum [...] drúgvum royndum í felagnum, ið takkaði fyri seg á aðalfundinum. Agnar á Dul boðaði eisini frá, at hann gavst, aftaná at hava siti í nevndini síðani 1979, tá felagið varð stovnað. Johan Poulsen og Magnus Magnussen
hendurs. Í morgun skrivaði løgreglan, at ein maður stóð og bíðaði eftir einum hýruvogni við klubbagarðin, tá hann varð álopin av trimum monnum, sligin niður og sparkaður, so at hann misti vitið. Sambært løgregluni [...] løgregluni hevur maðurin brotið beinið. Nú er tað so broytt til, at nakrir manns fóru til hendurs. Løgreglan sigur, at okkurt vitni hevur givið seg til kennar, men framvegis eru nakrir ósvaraðir spurningar [...] spurningar, ið løgreglan ynskir lýstar nærri. Við góðari hjálp frá borgarum, er eyðnast løgregluni at finna gerningsmannin, sum hevur partvíst játta seg sekan. Løgreglan sóknast altso framvegis eftir fleiri vitnum
- Veðurlagsbroytingarnar ávirka eisini okkum, og tað er greitt, at hvør einstakur borgari má kenna eina ábyrgd og gera tað, sum til ber at minka CO2-útlátið, sum er høvuðsorsøkin til stóru broytingarnar [...] Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku frá 7. til 14. mai. Okkara samfelag er sera nógv tongt at steinrunnum orkukeldum. Heimurin nýtir sera nógva olju og somuleiðis nógv kol. Hetta er dálkandi fyri [...] verða ymisk veðurfyribrigdi støðugt ógvusligari. Við nútímans tøkni og við varandi orkukeldum ber til at fara burtur frá steinrunnum orkukeldum. Í Umhvørvisvikuni 2016 verður dentur lagdur á, hvat vit í felag
úr Sumbiartunlinum. Borgarstjórin vísir á, at hetta hevur verið ein stór verkætlan, serliga tá ræður um leiðingina til Sumbiar. Her hevur verið neyðugt fyrst at leiða vatnið út úr tunlinum Lopransmegin og [...] liðugt. Eyðbjørn Thomsen sigur, at vatnverkætlanin er framd so við og við yvir eini tvey ár, og samlaði kostnaðurin man liggja um einar 2,5 miljónir krónur. - Vit halda, at vatnverkætlanin er ein góð íløga [...] drekka vatnið úr Sumbiartunlinum ókeypis. Hetta er sama vatn sum onnur mugu keypa í handlinum. Men, fyri at hetta skuldi bera til, hevur kommunan gjørt eina rímiliga stóra íløgu. Eyðbjørn Thomsen er borgarstjóri
Martinussen hevði tónsett. Nú kemur Ole Reuss at vitja við kóri sínum , Euphonia. Hann er organistur við Korsvej kirkju, Sirgæsvej 81 í Kastrup. Kórið fer at hava konsert í Fuglafjarðar kirkju, sunnukvøldið [...] leygardagin, 23. apríl kl. 16:00 í Christianskirkjuni. Ole Reuss fer at spæla upp á orgul: Toccata av Bach, Fuga í F-dur, BWV 540. Kórið fer at syngja verk av tí týska renæssancukomponistinum, Melchior Franck [...] Franck (1579-1639) og tí italienska tónaskaldinum, Palestrina(1525-1594) og sálmasang fara vit eisini at hoyra. Í kórinum eru 13 væl skúlaðir sangarar, sum syngja sum Guðs einglar.
kemur at syngja og spæla Beatles-sangir, umframt prát við Jørleif Kúrberg, sum er Ársins Borgari 2016 í Havn, og Jonhard Larsen, sum fer at renna úr Klaksvík til Havnar um tríggjar vikur, fyri at fáa til [...] til vega pengar til Alzheimer-felagið. Sum vant, ræður um at tryggja sær pláss í góðari tíð, um fólk hava hug til at uppliva sendingina sjálvi og vera á staðnum, og annars hoyrist Hvonn Live á Rás 2, ið
um svimjihyl, og í hesum sambandi er ikki óhugsandi, at farið verður til Vágs at leita sær inspiratión. Dennis Holm, borgarstjóri, greiddi frá, at fólk frá Maniitsoq í Vesturgrønlandi longu hava víst [...] av tí lága byggikostnaðinum. Eisini vóru tey áhugaði í at frætta um grønu loysnina, har avlopshiti frá elverkinum hjá SEV í Vági, verður nýtt til at hita Páls Høll, skrivar sudurras.fo.. Í Grønlandi arbeiða
fyrr enn hon kom til arbeiðis, at Kate Sanderson gjørdist varug við, at ein spreinging hevði verið tætt við arbeiðspláss hennara. - Tað er eitt sindur ræðandi og skelkandi, at tað er so tætt upp á, sigur [...] sigur Kate Sanderson. Belgiskir myndugleikar hava upplýst, at talan skal vera um sjálvmorðsatsóknir, men enn eru verri enn so allar upplýsingar váttaðar, millum annað um, hvussu nógv eru deyð ella løstað av [...] metro-støðini, ið varð rakt, og hon greiddi soleiðis frá á Rás 2 í morgun. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Kate Sanderson.
málið, men Eystarli landsrættur valdi at broyta revsingina hjá fýra teirra. Maðurin, sum varð handtikin í Sandagerði, tí hann noktaði at akta boðum løgreglunnar um at flyta seg úr grindaøkinum, fekk eina [...] viðvíkur gummibátinum, sum løgreglan hevði lagt hald á. Eystari Landsrættur staðfesti, at løgreglan hevur heimild at leggja hald á bátin eftir grindalógini.