á baki, eru teir líka aktuellir sum nakrantíð, teir hava langt síðan rokkið endmálinum, ið var at vísa, at nútímans rokktónleikur kundi vera á föroyskum máli. Síðani hevur bólkurin framt hetta í verki, [...] familja” er um týdningin, at familjan og vinnan hava tað gott – so leingi tað er mín familja og mín vinna tað snýr seg um. Plátan hevur verið í gerð síðani í 2022, og 200 gleðir seg at framföra úr henni á G [...] trummur, bassur og gittari og grefligt kjaftaslit, akkurát sum fyrr, og vissi tú kemur her og sigur, at teirra argument eru for tunn, so koma teir eftir tær við pappmasjéfokkjúfingrinum. Teir eru samstundis
ið góvu Taufee Skandari og liðfeløgunum boð um at fara av vøllinum í protest, og alt endaði í roki. Hetta fekk ta avleiðing, at Afganistan var dømt til at tapa dystin 0-3. Í seinna dystinum í bólkinum, [...] dystinum. Leingi hildu afganar, at teir høvdu strítt seg til ein 0-0 javnleik móti vertstjóðini, men sjey minuttir inni í tíðini skorar Kyrgistan eitt mál, ið afganar hildu átti at verið kolldømt fyri fríspark [...] veruligan lúsing. Iran vann stórsigur 6-1. Longu í steðginum var Iran á odda 4-0. Taufee Skandari slapp at byrja inni og hann fekk 84 minuttir á vøllinum. Afganistan endaði sostatt aftast í bólki B við ongum
1-1 á heimavølli ímóti B68. Úrslitini í dag bera við sær, at Víkingur framvegis er á fjórða plássi, og at tað eru tvey stig aftur til 07 Vestur, sum hevur spælt ein dyst færri enn Víkingur. ÍF vísti fyrstu [...] steðgin, at Martin Klein Joensen økti um munin til 3-0. Jákup Johansen átti uppleggið til fyrsta málið, sum Martin Klein Joensen, ið hevur verið nógv skaðadarvaður, men sum kortini hevur roynt at spæla, [...] Tað var einki at rafla um, tá ið Víkingur var vertur í grannauppgerðini ímóti ÍF. Víkingur vann 5-0 eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Í fyrsta minutti eftir steðgin økti Víkingur til 3-0, o so var spurningurin
eg kendi hana aftur, og so fann eg útav, at hon spældi í fjør. Tað dyrkaði eg, sigur Sakaris, sum eisini ætlar sær at hoyra meira tónleik í kvøld. – Eg ætli mær at hoyra When Saints Go Machine, sum spæla [...] er í topp-formi aftaná at hava vant í tveir mánaðir til brakið í kvøld. – Eg havi runnið upp á tvey fjøll, eg havi gjørt armboyggingar og eg havi gjørt karatekicks. Nú klári eg at gera roundhouse-kick og [...] nú gangi eg bara og krypli. Síggi øll hini spæla, men eg havi bara hug til sjálvur at fara á pallin og spæla. Umframt at skula spæla í kvøld, nýtur Sakaris G! Festivalin sum gestur. Hann hevur hoyrt tað
fram til, at munurin millum vøllin í Klaksvík og vøllin hjá Häcken svarar til 14 tveyrúms íbúðir í Göteborg. Spurdur um hvussu Häcken skal gagnnýta munin, svarar Per Mathias Høgmo: - Til at spæla Häck [...] Teir eyka metrarnir í samanspælinum á einum vátum vøli ger, at tað verður eitt annað slag av fótbóltsdysti. Men samstundis eru KÍ dugnaligir til at verja og eisini í sínum umstillingum. KÍ hevur nakrar dugnaligar [...] n minnir Per-Mathias Høgmo á, at uppgerðin millum Häcken og KÍ kann enda við einari brotssparkskapping: - Vit venja altíð brotsspørk. Men ikki eyka nógv nú. Vit vóna, at vit kunnu avgera dystin áðrenn
einki undantak. Tað verður ikki tolt, at eitt stórfelag sum Ferancvaros tapir fyri einum liði úr einum pinkulandi, og Norðlýsið veit í kvøld at siga á heimasíðu sínari, at høvuðsvenjarin hjá Ferancvarois, Stanisláv [...] 1995. Russland vann 3-0, eftir at tað var málleyst fyrsta tíman av dystinum. Seinni dysturin var ein minnisríkur dystur í føroyskari fótbóltssøgu. Tað var seinni sama árið, at Russland vann 5-2 á Svangaskarði [...] League undankappingini. Stanisláv Tjertjesov vísti longu aftaná 0-0 javnleikin í Klaksvík í farnu viku, at hann var undir trýsti, tí tá møtti hann ikki til tíðindafundin aftaná dystin við Djúpumýru. Stanisláv
verður høvi at hoyra føroyskan kórsang í Tylstrup Frikirke nú fríggjadagin 26. mai klokkan 16.30 og í samkomuhúsinum Malta í Hirtshals fríggjakvøldið klokkan 19.00. Leygardagin 27. mai fer kórið at syngja tvær [...] Hvítusunnudagarnar fer Ebenezerkórið at syngja í Keypmannahavn. Hvítusunnudag verður sungið á møtinum í Kristnastovu klokkan 11, og hvítusunnukvøld verður kórið at hoyra í Føroyahúsinum á Vesterbro klokkan [...] klokkan 19.30. Næsta mánadag, 2. hvítusunnudag, klokkan 19 verður kórið at hoyra í Skovlunde Frikirke. Í hesi samkomuni hava fleiri føroyingar sína gongd. Samkoman var í síni tíð í Thorsgade 40 á Nørrebro
Uttanríkistænastuna, har ásett er, at virkað verður fyri máttmenning (capacity development) við útbúgving, gransking og vitanardeiling og átøkum, sum hava til endamáls at breiða út føroyskan serkunnleika [...] of Singapore, ið telist millum heimsins leiðandi lærustovnar. SACS leggur seg eftir at fremja landsstýrisins mál um at skapa føroyingum og føroyska samfelagnum royndir, kunnleika og áhuga fyri altjóða [...] Singapore, ið skipa fyri SACS er ein menningarverkætlan, fíggjað av landsstýrinum, sum hevur til endamáls at veita løgfrøðiliga og tøkniliga læru til luttakarar úr menningarlondum í sambandi við fyrireiking og
upplýsti guvernørurin, at fimm børn eru millum tey særdu. Tríggir dreingir hava fingið álvarsligan skaða og liggja á sjúkrahúsi. Miðlar á staðnum skrivar sambært tíðindastovuni Reuters, at bjargingarfólk hava [...] eisini raktur. Ukrainski herurin hevur ikki váttað, at talan var um eitt rakettálop. Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, upplýsir á Telegram, at spreingingin hendi millum tveir íbúðarbygningar. – Tíverri [...] vísa bjargingarfólk, sum arbeiða við ein knústan bygning millum húsaleivdir. Russland vísir aftur, at landsins herur fer málrættað eftir sivilum. Fyrr leygardagin doyðu tvey fólk í einum ukrainskum álopi
sum varð send í sjónvarpi úr russiska høvuðsstaðnum. Putin segði millum annað, at russiska móðurlandið er undir álopi, og at Vesturheimurin spreiðir hatur og russofobi. Tað skrivar tíðndastovan Reuters. [...] røðu síni segði Putin millum annað, at Vesturheimurin hevur gloymt sigurin hjá Sovjetsamveldinum á Nazitýsklandi í 1945. Putin hevur fleiri ferðir ákært Ukraina fyri at vera nazistiskt og hevur sagt »av [...] seinna heimsbardaga. Russiski forsetin hevur fleiri ferðir áður skírt Vesturheimin sum høvuðsorsøk til, at kríggj er brostið á í Ukraina. Hernaðarframsýningin var á Reyða Torginum í Moskva. Millum gestirnar