átta luttakarum við parkinsonsjúku. – At liva við parkinsonsjúku kann verða avbjóðandi bæði kropsliga, sálarliga og sosialt. Endamálið við nýggja skeiðinum er, at tey, sum luttaka, menna sínar førleikar [...] skulu tey luttakandi til eina forkanning á Landssjúkrahúsinum fyri at finna út av, hvørjar avbjóðingar ávirka gerandisdagin, og at gera eina endaliga visitatión til rehabiliteringsskeiðið. Forkanningin [...] førleikar til mest møguligt sjálvbjargni og lívsgóðsku í gerandisdegnum, sigur Landssjúkrahúsið, sum metir, at umstøðurnar á Suðuroyar sjúkrahúsi eru avbera góðar til tílík rehabiliteringsskeið. – Toymið er tvørfakligt
báðum førum sannførandi. - Minnist at Dávur fyrr hvørki tímdi ella dámdi at koyra einkultstart. Vit royndu at eggja hann, tí vit sóu skjótt, at hann sat gott á súkkluni, og at kreftirnar hevði hann nógvar. [...] annaðpláss. Tvær kappingar, og tvey silvur heiðursmerkir til Helga. - Góð uppmøting og spennandi var at standa á málinum og fylgja við tíðini, tí tætt var millum Helga, Jákup Petur Eliasen og Andrass Joensen [...] millum Jákup Petur og Andrass. Jákup Petur vann bronsu í Býarsúkklingini, og aftur í gjár megnaði hann at vinna sær pláss á sigurspallinum, skrivar Tórshavnar Súkklufelag. Tvær kvinnur kappaðust um FM heitið
víðgongd tiltøk í verk við at steingja londini. Borgarar eru tvungnir ella mæltir til at halda seg innandura og staðiliga er heitt á fólk um at halda frástøðu. Og støðugt syrgja fyri at vaska hendur ella spritta [...] broytt gerandisdag og vanar munandi nógva staðni í heiminum, og heimsbúskapurin er fallin til knýggja, at fleiri hundrað milliónir fólk eru á veg í arbeiðsloysi. Slík álvarsom kreppa hevur ikki verið síðani [...] USA, Italia og Spania. Men tey fleistu deyðu í mun til íbúgvarnar eru í Belgia. Vísindafólk meta, at tann nýggi koronavirus kom í stórbýnum Wuhan í kinesiska landspartinum Hubei í desember – á einum
hava møtt upp, nú tingsetan er at enda komin. Seinastu ferð, at formansskapurin í Løgtinginum hevur tikið støðu til hesa skráseting, var á fundi 17. mars. Tá varð avgjørt, at tingfólk verða ikki skrásett [...] korona, sum hevur fingið skuldina fyri, at tingfólk ikki verða skrásett, sum tey møta til arbeiðis í tingsalinum, ella ikki. Tí ber heldur ikki til hjá okkum at gera árliga yvirlitið yvir, hvussu tingfólk [...] Tað er annars fastur siður á hvørjum tingfundi, at skrásett verður, hvøjitingfólk eru møtt, og so verður førd protokoll, eins og í fólkaskúlanum. Tingfólk hava ikki verið so fegin um hesa skipan, tí f
ímóti HB mikukvøldið kendist hjá KÍ meiri, sum at liðið hevði vunnið eitt stig heldur enn tapt tvey, tí tað var ikki fyrr enn í evstu løtu, at tað eydnaðist at javna til 2-2. Mikukvøldið var Deni Pavlovic [...] munurin er stórur á støðutalvuni, so vita klaksvíkingar, at tað bíðar teimum stór avbjóðing á Dungasandi í Sørvági seinnapartin. Tølini siga, at 10 tey seinastu árini hevur KÍ verið átta ferðir har vesturi [...] tað 3-3 og 2-2 og í 2017 endaði seinni dysturin 1-1. 07 Vestur skal royna at reisa seg eftir vónbrotið, sum tað var mikukvøldið at tapa 3-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi, og næstsíðst tapti 07 Vestur 4-2
IOC. - Skjótisambandið metir, at limaskapurin í ISSF umboðar eitt tíðarskifti í føroyskari skjóting. Henda altjóða viðurkenningin við størri ítróttaligum avbjóðingum fer at skumpa undir menningina av s [...] skjótiítróttini í Føroyum, og vera við til at vaksa um áhugan fyri skjótingini, skrivar Skjótisambandið. Fyri at markera og hátíðarhalda limaskapin gjørdi Skjótisambandið í fjør nakrar stuttfilmir. Ein [...] Skjótisamband Føroya hevur gjørt nakrar stuttfilmar í samband við, at felagsskapurin hevur fingið altjóða limaskap. - 20. desember í fjør góðtók altjóða felagsskapurin fyri ítróttaskjóting ISSF (International
bygningarnar og umliggjandi øki fást við at venda sær til Tjóðsavnið. Tjóðsavnið heitir á fólk um at boða frá, um tey eru varug við fornminni, ið eru í vanda fyri at verða skalað, eins og Tjóðsavnið fegið [...] lendisskrásetingar verða gjørdar og tá bygningar verða friðaðir. Endamálið við at leggja kortløg við fornminnum á kortal.fo, er at upplýsa byggimyndugleikar og onnur um, hvar jarðføst fornminni eru staðfest [...] Jarðføst fornminni og friðaðir bygningar eru nú eisini at finna sum løg á kortalinum hjá Umhvørvisstovuni www.kortal.fo . Kortløg eru staðsettar dátur, sum kunnu leggjast á eitt bakgrundskort, eitt nú
roynt at flyta upp, og teir hava ongantíð áður roynt at vunnið fulla úrtøku í fyrsta umfari. Í dag tapti 07 Vestur 2-0 ímóti B36, og harvið er tað framvegis soleiðis, at 07 Vestur ikki hevur megnað at vinna [...] vinna fulla úrtøku í fyrsta umfari. Tølini siga, at B36 var greitt omaná. Gestirnir høvdu 14 hornaspørk, og 07 Vestrur hevði seks hornaspørk. B36 hevði 11 royndir ímóti 07 Vestur málinum, meðan 07 Vestur [...] B36 málinum stóð Mattias Lamhauge, tí Símun Rógvi Hansen var leikbannaður. 07 Vestur ætlaði sær ikki at vera í egnum brotsteigi og verja, hóast B36 var væl meiri á bóltinum. Tað var málleyst, inntil tað
n. produsarin, Phil Spector er deyður, 81 ára gamal. Útlendskir miðlar vita at siga, at deyði hansara hevur samband við, at hann fyri fýra vikum síðani fekk koronasmittuna. Spector, sum er ein legenda [...] heimi hansara, eftir at tey bæði júst høvdu funnið saman. Hann noktaði seg sekan og segði, at talan var um sjálvmorð. Phil Spector var kendur fyri sín exentriska lívsstíl og fyri at dáma væl parykkar og [...] Wall of Sound við mongum løgum av samanmiksaðum ljóðførum. Hetta skuldi sambært Spector fáa tónleikin at ljóða væl, eisini í minni góðum avspælitólum, so sum transistor-radio ella jukebox. Hann framleiddi
the Way We Live«, heldur, at vit fara at uppliva somu gongd næstu árini. – Farsóttir eru ikki nakað nýtt fyri menniskju – tað er bara nýtt fyri okkum. Men vit skulu minnast til, at farsóttir enda. Tað enda [...] fólk fara at reagera, tá ið koronusmittan er bast við nýggjari koppseting. Amerikanski granskarin Nicholas Christakis, sum er professari á Yale universitetinum, er ikki í iva um, hvat fer at henda. Hann [...] Hann sigur sambært The Guardian, at fólk fara at liva tað fría lívið, sum fólk gjørdu í teimum brølandi tjúgunum. Tað var eitt lívligt tíðarskeið í stórbýunum í USA og Europa, har stórfingnar veitslur vóru