føroyskum gestum, leggur hann afturat. Ruben, eigari av Streetfood Føroyar, fegnast eisini um vitjanina. – Vit eru errin av at kunna bjóða Peter Kolos og Hungry Dane vælkomnum. Hetta er eitt serligt høvi hjá [...] vunnið heiðurin Danmarks Besti Burgari. Á matskránni í Føroyum verður millum annað Dane Royal, sum er serligi eyðkennisburgarin hjá fyritøkuni. Dane Royal varð í 2020 kosin mest nýskapandi burgarin í Danmark [...] hjá gestum okkara at royna eina av mest virðisløntu burgaraupplivingunum í Danmark, sigur hann. Hungry Dane verður á Streetfood Føroyar í dag, í morgin og hósdagin – frá 18. til 20. august. ##med2## ##med3##
sjálvur, at hann er ómyndugur, verður hann sjálvvirkandi fluttur í tannáringaútgávuna av ChatGPT. Útgávan fer eisini at minna tey ungu á, at tey ikki skulu deila privatar ella viðkvæmar myndir. Er komið eftir [...] innihaldi, sum ikki er hóskandi fyri tey. Aldurin verður mettur OpenAI staðfestir ikki aldurin hjá brúkarunum við samleikaprógvi. Í staðin brúkar felagið eina skipan, sum metir, um ein brúkari er yngri enn 18 [...] OpenAI hevur í dag lanserað eina nýggja útgávu av ChatGPT, sum er serliga ætlað ungum millum 13 og 17 ár. Tað upplýsir felagið í einum tíðindaskrivi. Sambært OpenAI skal nýggja útgávan verja ungar brúkarar
amerikanska rockbólkinum ZZ Top í 56 ár. Nú er hann deyður, vita útlendskir miðlar at siga. Tað sigst, at hann var í sonevndari hospiceviðgerð nú hann andaðist, og at hann hevði síni kæru kring seg. ZZ Top var [...] All Your Lovin og Sharp Dressed Man. ZZ Top kom í Rock and Roll Hall of Fame í 2004. Nú Beard er farin, er sangarin og stovnarin Bill Gibbons einasti eftir frá stórtíðini hjá bólkinum. Bassleikarin og
Samrøðan er partur av eini røð, har Veðurstovan savnar staðkenda vitan um veðrið kring landið. Árnafjørður er 43. bygdin, sum er við. Sambært Mikkjali er lítil vindur í bygdini, tá hann er av norði og [...] svøvnleys, verður sagt í samrøðuni. Kortini er vestan eisini besta summarættin, tí hon gevur bæði vind og terra. Mikkjal Mikkelsen hevur búð alt lívið í Árnafirði. Hann sat við festi í 30 ár og hevur verið virkin
Skúlagongdin er vorðin alsamt meira talgild, men skíggin er ikki altíð besta amboðið, tá næmingar skulu lesa og skilja fakligan tekst. Tað skrivar Skúlablaðið, sum vísir til gransking hjá Viktoriu Holsey [...] skilja tekstin verri, tá teir lesa á skíggja. Ein orsøk er, at talgild lesing krevur meira av lesaranum. Á skíggjanum skulu fleiri val takast, og tað er lættari at missa hugsavnanina ella fara at gera okkurt [...] yrkisútbúgving í Noregi. Hann hevur valt at raðfesta vanligu læribókina í undirvísingini. – Læribókin leggur upp til góðar samrøður, eitt róligt tempo og reflektión í tímunum, sigur hann. Næmingarnir lesa eisini
aðalráði. – Landsstýrismaðurin er hinvegin av teirri fatan, at tað er bæði lógligt og sakligt at geva Búnaðarstovuni tænastuboð, um tað verður neyðugt, stendur í svarinum. Hann vísir millum annað til stýr [...] i. – Niðurstøðan er sostatt tann, at tað ikki er galdandi nøkur avmarking, sum avmarkar rættin til at geva tænastuboð, stendur í svarinum. Jacob Vestergaard heldur eisini, at einki er, sum ger tænastuboðini [...] Jacob Vestergaard ikki. Hann vísir á, at málið yvirskipað snýr seg um ognartøku eftir býarskipanarlógini og vatnlógini. Tað eru málsøki hjá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum. – Tað er tí ikki landsstýrismanninum
Í dag er tvílæraraskipanin bara galdandi í 1. og 2. flokki, tá ávíst næmingatal er í flokkinum. Men hetta skal broytast, sigur Bárður á Lakjuni í samrøðu við Skúlablaðið. – Hetta samgonguskeiðið tori eg [...] flokkar. Bárður á Lakjuni, sum sjálvur er útbúgvin lærari, vil tó fyrst hyggja at royndunum, sum skúlar í løtuni gera við tvílæraraskipan og co-teaching. – Tað er eingin ivi í, at tvílæraraskipan kann vera [...] skúlaflokkinum. Hann heldur tí, at tveir lærarar eiga at vera um flokkin, tá tað ber til. Men tað krevur eisini, at lærararnir arbeiða saman og hava felags ábyrgd. At arbeiða í tvílæraraskipan er sambært Bárði
Johannesen, sum sjálvur hevur skerdan førleika og situr í koyristóli, er formaður í áhugafelagnum Koyristólur – skerdur førleiki. Hann hevur nú vent sær til Heilsutrygd við einum ítøkiligum spurningi um [...] Sleppa okkara limir á WC, um tey vitja sín kommunulækna, spyr Kaj Leo Holm Johannesen. Spurningurin er nú sendur Heilsutrygd.
gamla múrverkið. Tjóðsavnið vísir á, at á teimum strekkjum, har múrurin er so illa farin, at vandi er fyri, at hann rapar, verður hann tikin varliga niður og laðaður uppaftur. - Aðrastaðni verða minni inntriv [...] verður lagdur í fugurnar. Sagt verður, at ein hydrauliskur kálkmørtil, sum er væl egnaður til gamalt múrverk, verður brúktur. - Hann er veikari og smidligari enn sementmørtil og kann tí betur fylgja rørslunum [...] umvælingararbeiðið á Skansanum í Havn. Arbeiðið er neyðugt, tí partar av gamla múrverkinum, serliga í innara skansavollanum, eru í so ringum standi, at vandi er fyri, at teir kunnu rapa. - Tað hevur verið
World", og bókin er nú at fáa í H.N Jacobsens Bókahandli. Á Dímunargarði vita tey at siga, at klokkan 16 leygardagin komandi fer Tim Ecott at hava framløgu av bókini í Gamla Bókahandli, har hann eisini fer at [...] - Á sínum óteljandi vitjanum seinastu árini hevur Tim Ecott tikið lut í øllum arbeiði á garðinum. Hann hevur eisini verið forvitin eftir at frætta um søguna í oynni. Á Dímunargarði vísa tey á, at tað hevur