Ro-Ro farmaskipini, sum Smyril Line hevur latið bygt í Kina, hava nú verið rakt av óhappum, áðrenn tey eru komin í vanliga sigling hjá reiðarínum. Í gjár kom eldur í maskinrúmið á Skipanesi, sum tá var á heimferð [...] Skipanes fer nú inn á skipasmiðju í Kina til kanningar. Smyril Line sigur, at áðrenn hesar kanningar eru gjørdar, ber ikki til at siga, nær skipið kann halda fram ferðini og fara undir sigling. Hendingin [...] forstjóri í Smyril Line, segði tá, at arbeiðið kundi seinka skipinum fleiri mánaðir. Akranes og Skipanes eru tvey nýggj Ro-Ro farmaskip, sum Smyril Line hevur latið byggja sum lið í eini størri endurnýggjan og
stórur. Størsta broytingin er í flytingunum millum Føroyar og útlond. Fleiri eru flutt til Føroya, samstundis sum færri eru flutt av landinum. Nettoflytingin – munurin millum tilflyting og fráflyting – [...] Tann 1. august búðu 55.726 fólk í Føroyum. Tað eru 769 fleiri enn somu tíð í fjør, og svarar til ein vøkstur á 1,4 prosent. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya. Eftir góð tvey ár við lutfalsliga
árið er hon vaksin upp í 466. Bæði viðurskifti hava ávirkað gongdina: Fleiri eru flutt til Føroya, samstundis sum færri eru flutt av landinum. Burðaravlopið var um 20 fólk størri enn árið frammanundan [...] Tann 1. juli búðu 55.505 fólk í Føroyum. Tað eru 643 fólk fleiri enn somu tíð í fjør og svarar til ein fólkavøkstur á 1,2 prosent. Eftir góð tvey ár við lítlum vøkstri er sostatt aftur komin ferð á fó [...] fluttu hagar í juni, og hetta er sambært Landsfólkayvirlitinum fyrstu ferð í góð tólv ár, at fólk aftur eru skrásett at búgva í bygdini. Kelda: Hagstova Føroya
bátarnir, sum liggja á víkini, eru eisini við til at skapa ein serligan ovastevnudám. Hóast tað mesta fer fram á keiini, kann sigast at tað er lív í allastaðni. Tiltøkini fyri børn eru við fótbóltsvøllin á Mýrini [...] Mýrini, á nýggja spæliplássinum Leikalund, sum nólsoyingar eru farnir í holt við at byggja, og á frálíka sandinum á Malarenda, har børn og vaksin kunnu vassa ella svimja. Børnini kunnu fara á barnabasar [...] flest øll fólk í Nólsoy taka lógvatak saman um at fáa hetta at bera til. Ein rúgva av sjálvbodnum eru í sving alt vikuskiftið, og her er talan um bæði stórar og smáar uppgávur. Í vikuni vóru 40 ár liðin
nýggja til føroysk ítróttarfólk. Tað er HKcare í Saltangará, sum selur hesa serligu útgerð. Føroyar eru ein ítróttatjóð. Ítróttafólk og ítróttafeløg kring landið hava prógvað hetta ferð eftir ferð. Men, [...] uppi til arbeiðis. "Vøddabati" líkist einum tjúkkum kavabuksum, sum fara út um tærnar. Í buksunum eru luftkømur, sum mýkja vøddarnar – frá fótunum og uppeftir – og hetta trýstið hjálpir blóðinum at renna [...] koma skjótari fyri seg. – Sum fysioterapeutur hevur tað stóran týdning fyri meg, at vit í Føroyum eru frísk og hava tað gott. Kroppurin er sum ein maskina, ið krevur regluligt viðlíkahald. Eg síggi ein
verður hildið á, til ikki fleiri fólk eru á økinum. Fiskurin er fyrstafloks toskur frá Gadus, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnað til endamálið. Fyri [...] tann, ið hevur verið nýtt áður. Hetta fer at stytta um bíðitíðina hjá fólki. Eins og undanfarin ár eru tað royndir Fish & Chips-kokkar úr Onglandi, sum standa fyri at steikja vælsmakkandi matin, saman við [...] enn 10 ár. Við sær hevur Gavin tveir fyrrverandi gestir, sum áður hava verið á Sjómannadegnum. Tað eru kokkarnir Telmo Diogo Martins Cerveira og Daniel Anthony Dance. Young Fish Frier of the Year Fjórði
Tað eru ikki einans kirkjurnar í Føroyum, sum hava fingið ábøtur, síðani fólkakirkjan var yvirtikin sum málsøki í 2007. Prestagarðarnar vóru ein partur av yvirtøkuni. Málsøkið hevði tá í mong ár ligið [...] sømir seg einum mentaðum fólki at fara væl um søguna og aldargamalt handverk og byggilist. Harafturat eru prestagarðarnir eitt kirkjuligt tekin, tí her vitjaði fólkið og vann sær vitan og sálarrøkt, tá ið [...] búgva í einum prestagarði. Hetta vegna tess, at kirkjubókin er almenn skráseting og krevur karmar, ið eru nøktandi til at verja kirkjubókina, so hon ikki misferst. Allir prestagarðarnir hava eitt serligt skáp
tíma eftir fyrsta skotið. Hetta eru ákærur frá Watson og felagsskapi hansara. Vil hava Bandero aftur Av teimum 21 manningarlimunum eru 15 vístir úr Íslandi. Nakrir eru framvegis í landinum, tí teir koma [...] íslendsku reglunum krevst beinleiðis flogsamband, tá fólk verða send av landinum. So fáir manningarlimir eru nú eftir, at ikki ber til at sigla Bandero úr Íslandi, sjálvt um skipið verður mett sjóført. Watson [...] i hvalaveiði. – Tey kunnu kalla okkum, hvat tey vilja. Í 50 ár hava vit ikki skatt nakran, og vit eru ikki dømd fyri nakað álvarsligt brotsverk, sigur Paul Watson. Kelda: RÚV
freist at søka um lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya. Hetta skrivar setur.fo. Tøk lestrarpláss eru á 14 spennandi útbúgvingum á Setrinum, sum byrja seinni i august. Meira sæst á setur.fo.
kendir sangir og sálmar, og eftir gudstænastuna verður kirkjukaffi og okkurt gott til børnini. Øll eru hjartaliga vælkomin, verður sagt í fráboðanini.