síðan hann fór úr Malaisia. – Sigurin umboðar alt tað harða arbeiðið og alt tað, eg havi lært, síðan eg fór úr Malaisia. Eg eri errin av, at pitsan megnaði at sameina tvey støð, sum hava stóran týdning fyri [...] mínar malaisisku røtur og mítt lív í Føroyum. Næsta málið er at halda fram við at menna seg og kanna møguleikarnar í føroyskum rávørum. – Eg vóni at skapa fleiri pitsur, sum sameina natúrligu smakkirnar úr [...] – Eg eri errin av at sameina mína malaisisku bakgrund við føroyska matmentan. Malaisisk matgerð hevur lært meg at virðismeta kraftmiklar smakkir í góðari javnvág. Føroyar hava hinvegin lært meg at virða
okkum, er eingin trygd fyri, at vunnin rættindi verða verandi. Tað eigur at gera allar løntakarar stúrnar. Tí tá politikarar fyrst byrja at skerja grundfest rættindi hjá løntakarum, hvat verður so tað næsta [...] formanni í Javnaðarflokkinum á odda, er í ferð við at taka samráðingarrættin frá okkum og niðurlaga fakfeløgini. Hann tykist at hava gloymt, at flokkur hansara er sprottin úr fakfelagsrørsluni. Boðini [...] frá løntakarunum, er tað ikki longur ein fræls samráðing. Fakfelagsrørslan er bygd á samhaldsfesti. Og tá rættindini hjá einum fakfelagi verða hótt, eiga øll fakfeløg at kenna ábyrgdina at siga frá. Hetta
har teir fingu høvi at hoyra um arbeiðið við at tryggja og menna førleikar til fiski- og sjóvinnuna, sum framvegis er grundarsteinurin undir vinnulívinum í Norðoyggjum. Vitjanin gav gott høvi til áhugavert [...] felags norðurlendskar avbjóðingar og møguleikar. Bæði vertir og gestir vóru samdir um, at tað hevur stóran týdning at styrkja sambondini og læra av royndunum hjá hvørjum øðrum. Klaksvíkar kommuna fegnast
Endamálið er at fáa fleiri bústaðir út á fasta leigumarknaðin. Tað er eitt gott endamál. Men eitt gott endamál ger ikki av sær sjálvum eitt lógaruppskot gott. Áðrenn vit velja amboðið, eiga vit at vita, hvør [...] reglum. Nú er Framsókn við til at leggja fram eitt uppskot, sum kann geva kommununum heimild at seta eitt dagamark fyri júst hetta virksemið – uttan at nakað niðara mark er ásett. Tað merkir, at tað ikki bara [...] komið út á fasta leigumarknaðin. At eingin er skrásettur á adressuni, er ikki tað sama sum, at ein leigubústaður stendur tómur. Lógaruppskotið leggur eingi hagtøl fram. Tað verður ikki viðgjørt, hvussu l
gera tað lættari hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Tað er júst ein av raðfestingunum í Erasmus+, har dentur verður lagdur á dual careers . Tað eigur at vera møguligt at satsa [...] amboð. Erasmus+ verður ofta sett í samband við lesandi, sum fara uttanlands at lesa. Men skipanin er nógv meira enn tað. Ítróttur er eitt sjálvstøðugt øki, har stuðul millum annað kann fáast til førleikamenning [...] okkum at menna innihaldið – og knýta føroyska úrvalsmiðstøðina at einum størri norðurlendskum og evropeiskum vitanarneti. Vit eiga heldur ikki at gloyma íðkaran sjálvan. Eitt av tilmælunum hjá IDAN er at
um teldusníkar royna at fáa teg at góðkenna eina innritan. Tøknilig trygd er ein týðandi partur av verjuni, men okkara egni atburður er sera avgerandi. Tí er tað týdningarmikið at steðga á, lesa og skilja [...] síðu, sum sær út til at vera ein av føroysku netbankunum, men í veruleikanum er talan um ein síðu, sum teldusníkar hava gjørt. Fyri at royna at forða fyri tílíkum sviki, verður ein nýggj ávaring tikin í nýtslu [...] merkir ikki, at trygdarbrot er hent í Samleikanum. Samleikin er ein trygg talgild loysn, ið lýkur høg trygdarkrøv. Nýggja ávaringin er eitt eyka stig, sum skal gera svik torførari og hjálpa tær at gerast varhugan
oman brekkuna og seta ofta ikki ferðina niður, fyrr enn komið er oman á slætt. Støðan verður mett at vera serliga óheppin, tí eingin gongubreyt er á vegastrekkinum. Gongufólk, súkklufólk og akfør ferðast tí [...] fram, at bilar næstan dagliga yvirhála nærindis vegamótinum til Sandabrekkuna. Tað kann skapa vandamiklar støður, um ein bilur ætlar sær at snara til vinstru, samstundis sum ein annar bilur roynir at yvirhála [...] Ferðmátingar vísa, at nógvir bilførarar koyra munandi skjótari enn loyvt við innkoyringina til Sands. Á einum mátingarstaði, har hámarksferðin er 50 kilometrar um tíman, vísti mátingin, at 85 prosent av bilunum
súkklufólk verður mett at vera tryggasta loysnin. Hon verður skotin upp í eystaru síðu á landsvegnum frá Meginskúlanum til Sandabrekkuna. Trupult inni í Vika Tað er kortini ikki lætt at fáa pláss fyri leiðini [...] leiðini allastaðni. Inni í Vika er trongt, og sambært ætlanini er neyðugt at taka serligt náttúruatlit. Ein møguleiki er at seta hámarksferðina niður í 40 kilometrar um tíman og leggja gongu- og súkklubreytina [...] hámarksferðin lutvíst er 80 kilometrar um tíman. Leiðin er eisini skúlaleið hjá børnum. Strekkið frá Meginskúlanum móti bygdini er umleið 3,9 kilometrar. Á umleið 1,96 kilometrum er hámarksferðin 80 kilometrar
automatiskt at merkja, at vit gevast at royna at fáa samband. Sjálvsavgerðarrætturin eigur at broyta, hvussu vit hjálpa – ikki um vit royna at hjálpa. Tí spurningurin, sum eg sitið eftir við, er í grundini [...] haldi eg, at tað er grundleggjandi skeivt, um ábyrgdin fyri einum foreldri, sum ikki megnar sín gerandisdag, í praksis endar hjá teimum vaksnu børnunum. Tað er ein tung og sera einslig støða at standa [...] menniskja. Tvørturímóti snýr tað seg um at skapa fortreytirnar fyri, at viðkomandi sjálvur kann koma hartil, at hann megnar at taka ímóti hjálp. Tað má finnast okkurt ímillum. Eg havi ikki eina lidna loysn
særdur í álopinum, tá Ali Khamenei læt lív. Donald Trump sigur, at vinstra síða, armurin, beinið og tað heila - men, eg trúgvi ikki, at hann er deyður. Hetta sigur amerikanski forsetin í einari samrøðu við [...] ikki, at ovasti leiðarin í Iran, Mojtaba Khamenei, er deyður. Maðurin hevur ikki víst seg alment, síðan hann tók við eftir pápa sín, Ali Khamenei, sum varð dripin í februar. - Eg vænti ikki, at hann er