ferðir, so vit hava glett okkum at spæla alt tilfarið út í eitt. Hetta var fyrsta ferðin, at vit upplivdu alt sum eina konsert, tað var spennandi og deiligt at sleppa at deila tað við glaðum fólki. Hetta [...] allan knøttin í sambandi við, at fløgan kemur út, men hevði frumframførslu í gjárkvøldið, har hann spældi fyri fullum sali í Mentanarhúsinum. Benjamin Petersen hitaði upp við at spæla nøkur løg, áðrenn Teitur
fólkapensjónsaldur at spara saman til egna eftirløn. Í eftirlønarlógini er ásett, at eftir 1. januar 2014 skal í minsta lagi eitt prosent av inntøkuni rindast til eftirløn. Tað merkir, at vinnur ein lesandi [...] ítøkiliga, at í 2015 hækkar bundna eftirlønargjaldið til 2 %, í 2016 til 3 % , í 2017 til 4 % o.s.fr. fram til 2028. Lesandi uttanlands, sum hava varðveitt fulla skattskyldu í Føroyum, hava ikki skyldu at spara [...] skulu lesandi, ið hava aðra inntøku enn lestrarstuðul, rinda til eftirløn av inntøkuni. Hetta merkir, at eftirløn skal rindast av allari inntøku, sum tey lesandi hava afturat sínum lestrarstuðli. Løgtingið
virðislønin er ætlað at stuðla undir og stimbra ungum listafólki. Virðislønin er 50.000 krónur. - Eg eri fegin um at kunna handa mentanarvirðislønir landsins, tí tær eru eitt gott høvi at vísa á tey virði [...] mentamálum, Bjørn Kalsø, gjørt av, at handanin skal fara fram í Vági. - Mentanarvirðislønirnar eru fyri alt landið, og handanin av virðislønunum er tí eitt gott høvi at birta undir tey mentanarligu umhvørvi [...] umhvørvi, sum eru í landinum. Landsstýrismaðurin vísir á, at umhvørvið í Vági kring Stóra Pakkhúsið og Ruth Smith savnið er eitt teirra. Í ár verða tríggjar virðislønir handaðar. Mentanarvirðirløn Landsins
nærsambondum. -Eitt tað týdningarmesta í arbeiðinum at basa harðskapi í familjum, er júst at kunna og upplýsa, heldur samskiparin, sum tí vónar, at fólk møta fjølment til tiltøkini. Fundurin í Leirvík [...] um harðskap í Skúlanum í Leirvík. Aftur í ár skipar Almannamálaráðið fyri almennum fundum at kunna um arbeiðið at steðga harðskapi í familjum. Á skránni eru ymiskir fyrilestrar, sum á einhvønn hátt viðgera [...] arbeiði. Hon vitjar regluliga allar 9. flokkarnar í miðstaðarøkinum, og prátar við tey um harðskap. At enda eru stundir til spurningar og kjak, og hetta høvið hevur fundarfólkið eisini nýtt: -Tað er hugaligt
so nógv at gera í dystinum. Málið teir fingu var eitt hornaspark, har ein leikari kom at standa ógvuliga fríður, men samanumtikið eri eg væl nøgdur við mítt egna avrik. Tískil kann staðfestast at Føroyar [...] ársins málverja, er væl nøgdur við dystin. - Tað er ein góð kensla aftaná dystin. Eg eri stoltur av at hava umboða føroyska a-landsliðið fyri fyrstuferð, og ein sigur ger tað bara betri. - Eg eri eisini [...] av dystinum á bóltinum. Vit skora 4 mál og koma eisini fram til nógvar aðrar málmøguleikar, umframt at vit brenna straffi. Í verjupartinum halda vit teimum eisini frá kjansum, fyri tað mesta av dystinum
tunnilsuppskotið frá sínum samgongufeløgum: - Tí tá eitt uppskot sum hetta kemur, so er tað tí, at hildið verður, at tað arbeiði, sum landsstýrismaðurin, ið hevur ført samráðingarnar, ikki er nóg gott. Og verður [...] eg ein trupulleika, sigur Kári P. Højgaard við Sosialin. Hvat kemur tað at merkja fyri teg sum landsstýrismann? - Eg haldi ikki, at tann spurningurin kann svarast, fyrr enn løgtingið hevur tikið støðu í [...] tunnil. Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, nú løgtingið í dag fer undir at viðgera tunnilsuppskotið hjá landsstýrismanninum, umframt trý onnur tunnilsalternativ frá ávíkavist
fólkaræðið” heitir fakfelagið hjá føroyskum miðlafólki í almennari áheitan á myndugleikarnar um at syrgja fyri, at annar løgfrøðiligur myndugleiki enn Innlendismálaráðið viðger umbønir um alment innlit í málið [...] forðingarnar. Atgongdin at hava eftirlit við, um hann sum landsstýrismaður ger sítt arbeiði í samsvar við lógina, og um alt annars er rætt handfarið, verður tikin burtur við kategoriskt at nokta innlit í nakað [...] - Tað ber ikki til, at hvør telefonsamrøða og hvørt komma í málinum um størstu samferðsluútbygging nakrantíð í Føroyum, milliardaíløgan Skálafjarðartunnilin, bara kann dyljast fyri almenninginum. Tað sigur
brádliga at leka illa í maskinrúminum á Gullbergi. Sjógvur stóð inn í maskinrúmið og hóast ein roynd varð gjørd at fáa pumpur umborð frá Niels Paula og Atlantic Orion, so var skjótt greitt, at Gullberg [...] Gullberg stóð ikki til at bjarga. - Skipið var í sera góðum standi, so tað er ein gáta, hvat tað var, sum hendi. Manningin og skipini har á leiðini gjørdu, hvat tey kundu, men har var einki at gera, sigur Tummas [...] Christophersen, reiðari á Gullberg, sum sakk norðanfyri fyrrapartin. Tummas Christophersen er tó glaður um, at manningin varð bjargað í øllum góðum. Manningin, átta menn og ein kvinna, varð flutt yvir á Sjagaklett
ljóðmeistara. Heft at útgávuni er eitt stuttsøgu- og yrkingasavn hjá forsangaranum, Trygva Danielsen, sum seinasta árið hevur verið at lisið í Vencil og Varðanum. Diskurin við tónleikinum verður at finna aftast [...] Kapnas. The Absent Silver King hevur verið rættiliga virkin í síni hálvt ára langu livitíð. Umframt at at taka upp plátu, vann bólkurin Sement 2013, framførdi á G!, spældi nógvar konsertir, og nú er tað so [...] leygarkvøld 3. august verður útgávukonsert við The Absent Silver King í Sjónleikarhúsinum í sambandi við, at bólkurin gevur út LP plátu og fløgu. The Absent Silver King spæla smbrt. Facebook síðu teirra "old
ferðavinnuni, saman við fjølmiðlum umborð á stóra luksusskipið. Sigast má, at skipið er sera flott, og onkur hevði lisið seg fram til, at tað kostaði 270 milliónir pund í 2008, tá tað var bygt. Tað svaraði tá [...] Í morgun kom Queen Victoria á Havnina eftir at hava ligið á Klaksvík í nátt. Skipari er sum kunnugt Inger Klein Thorhauge úr Vestmanna, og hon hevði bjóða familju og kenningum umborð í Klaksvík í gjárkvøldið [...] keypa seg upp á partar av cruise'inum. Keyptar verða sonevndir all-inclusive ferðaseðlar og tað merkir, at ferðafólkini í prinsippinum hava goldið fyri alt, tey nýta umborð. Heilt so er tað tó ikki, tí tað