landsliðini sum gylt høvi at markera seg í. Besta dømið um hetta er Croatia, sum bæði í EM endaspælinum í Onglandi fyri tveimum árum síðani og aftur í HM endaspælinum í summar stóð seg so sera væl. Bosnia hevur [...] síggja avrikið í Estlandi í bakkspeglinum, so mugu vit ásanna, at føroysku spælararnir vóru ikki so væl fyri, sum tað kundi roknast við, at teir fóru at vera fyrst í juni. Bæði í Noregi og í Danmark vóru [...] una. Todi Jónsson og FCK, sum í gjárkvøldið spældu á heimavølli í europeisku steypakappingini í Parkini ímóti Karabakh Agdam úr Aserbadjan, spæla sunnudagin klokkan 15 í Silkeborg, og Jákup Mikkelsen og
líkist í nógvar mátar gerandisdegnum hjá føroyskum børnum. Í skúlanum, sum Alex gongur í, eru 733 børn. Í hennara flokki eru 30 børn. Í skúlanum, sum Jú gongur í, eru gott 300 næmingar, og tey eru 17 í flokkinum [...] Ferðast. Alex hevur verið fleiri staðni í USA, á Bahamas, Jameika og í Kanada. Jú hevur verið ymsastaðni í Brasilia, í USA, á Galapagos, Suðurafrika og ymsastaðni í Karibiska Havinum. Men hetta er fyrstu [...] sum hugtók tær sera nógv í Føroyum, vóru, teir smáu skúlarnir. Alex vildi verða púra býtt, tá ið hon slapp í skúlan í Sandvík at hyggja og fekk at vita, at tað gingu bara 14 børn í øllum skúlanum. Hetta vóru
ráðgeving og positiva motiveran í tí dagliga. Tað eigur at vera hildið eitt nógv strangari eftirlit við hvør fær útflýggja rúsdrekka í rúsdrekkasølum kring landið og í ølklubbum og á matstovum. Tað skal [...] verið gott at fingið rættuliga kjak um øll rúsdrekka viðurskiftir í dagbløðum og fjølmiðlum, so vit fáa betra rúsdrekkamentanina í Føroyum. Hans Birgir Hansen [...] arbeiði úti í býlingshúsum, barnagørðum, dagrøktarskipanum, skúlum, lærustovnum, felagsskapum, klubbum, o.m.ø. Tað er slíkt Rúdrekka- og Narkotikaráðið við sínum rúsdrekka ráðgeva dagliga arbeiði við í samstarv
tangoveitslum í århus, og í fjør var Siri Eysturoy í Havn á skeiði í Århus, har hon í eina heila viku lærdi at dansa tango. ? Mær dámar so væl at dansa tango, at eg vil sleppa at dansa aftur, sigur hon. Í dag er [...] tangodansiskeið í Sjónleikarhúsinum í Havn - við tangodansilærara úr Århus. Áhugin fyri tango er rættuliga farin at gera um seg í Danmark. Alt byrjaði við, at tangoinstruktørurin Michael Rühl í 1991 varð boðin [...] tangodansurin sera væl umtóktur í Århus, og skipað verður fyri regluligari undirvísing. Fyri at styrka áhugan fyri hesum »nýggja« dansi, var Tangoakademiið stovnað í Århus í apríl 1997. Nakað við kenslur
Eirikur Lindenskov Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at kommununevndin, sum landsstýrið sett í 1996, mælir til, at vit í Føroyum í framtíðini fara at hava 7 - 10 kommunur. Álitið er ikki almannakunngjørt [...] hetta kortini varð mett at vera ov órealistiskt, varð í staðin skotið upp at skipa landið í níggju kommunur. Nevndin mælir til at Suðuroyggin verður býtt í tvær kommunur, sunnara og norðara. Sandoyggin verður [...] verður ein kommuna. Streymoyggin verður ein kommuna, undantikið kommunurnar í Sundalagnum - Hósvík og norðureftir. Kommunurnar í Sundalagnum verða ein kommuna. Skálafjørðurin verður ein kommuna. Fuglafjørður
ið eg sjálvur gjørdi og sum eg havi varhugan av hevur fingið øði í sannførda tjóðveldismannin Finn Helmsdal. Í hesi samrøðu er formaðurin í tí størsta andstøðuflokkinum rættiliga kontantur og setir spurnartekin [...] Eg dugi í hvussu er at síggja, at tað tænir ikki blaðnum sum heild, at politiski pennur blaðsins er so sambandskur, sum Finnur Helmsdal eisini rætt vísir á í grein síni. Føroyar standa ikki í stað. Vit [...] hann kann vera við í arbeiðinum, og eftir míni metan er tað altavgerandi fyri lagnuna hjá sjálvstýrispolitikkinum hjá hesi samgonguni, í hvønn mun, javnaðarflokkurin verður tikin við í arbeiðið. Eg havi
halda regluligar leiðarafundir millum leiðararnar í Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Fyrsti fundurin millum teir tríggjar verður eftir ætlan hildin í Reykjavík í heyst. 100 ára hald Um aldarskiftið eru liðin [...] heimstaðin hjá Eiriki Reyða í Brøttulíð við Eiriksfjørðin í Suðurgrønlandi. Tað var sonur Eirik Reyða, Leivur Hepni, sum fann Vínland fyri skjótt 1000 árum síðani. Føroyingar verða við í samstarvinum Sum tað [...] sigur løgmaður, men tað vænti eg eisini at vit verða. ? Fyrst í august mánað fekk eg eitt bræv frá forsetanum í Íslandi, David Oddsyni. Í brævinum tosaði hann um at íslendingar fegnir vilja hava eina avtalu
Mikudagin snarar hann í sunnan og landsynning og tað verður lýggjari - 8 til 13 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst skamt sunnanfyri Ísland fer spakuliga eystureftir, seinni í ein norðan til havið í landnyrðing úr Íslandi [...] Veðrið í dag: Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útsynningi, sólglottar, men kanska okkurt ælið. Hitin millum 8 og 13 stig. Veðrið sunnudagin: Fyrst upp í ein strúk av vestri og útsynningi, sólglottar [...] á dagin snarar hann í vestan og útnyrðing og veksur vindin nakað. Sólglottar, men møguliga ælingur. Hitin fellur niður í 5 til 10 stig. Veðrið týsdagin og mikudagin: Andøvsgul upp í ein strúk av vestri
øktist nógv í 1996 og 1997, men í ár hevur vøksturin ikki verði nær til so stórur. Útflutningurin er vaksin í virðið, men ikki í nøgd, meðan innflutningurin er vaksin eitt lítið sindur, men ikki í nær námind [...] er, sigur hann. Meir enn bara flutningur Sum støðan er í løtuni, so er yvirkapastitetur á leiðini úr Føroyum. Nøgdin í tonsum, sum fer úr Føroyum fyllir ikki skipini og tí roynir Skipafelagið at útvega [...] Kappingin um farmin harðnar í hvørjum. Í nógv harrans ár kappaðist Skipafelagið Føroyar við Star Line um farmin, sum varð fluttur til og úr Føroyum, og tann kappingin endði við, at Star Line »breyt hálsin«
partanna millum var í Føroyum. Tað er í sambandi við at fyrrverandi formaður og ein av stovnarum Javnaðarfloksins, Petur Mohr Dam hevði fylt 100 ár seinasta týsdag, og í sambandi við, at tað í ár eru liðin 70 [...] stevnu í Trongisvági í vikuskiftinum. Og tað vóru áhugaverdir tónar, sum formaður Javnaðarfloksins bar fram á hesi stevnu: - Tað var tann tíð, tá formaður Føroya Arbeiðarafelags var frammaliga í leiðslu [...] so hoyrdist aftaná, at ein ávísur flokkur hevði stungið fakrørsluna í bakið við at fara í tingið við málinum, hóast hetta varð gjørt í besta forstáilsi. Slíkt fremur ikki samstarv, hóast vit øll eru samd