partinum av verðini. Okkum dámar so væl fólkið, tí at tey eru so vinalig og ávíkalig, sigur Joice Hembling. -Vit fóru fyrst við flúgvari til Liverpool. Ferðin tók 26 tímar, so tað var ein sera long ferð, greiðir [...] Ísland, og síðan rak tað inn í fjørin í Fámjin, har smádrongur fann tað. Hóast søgan er sera stuttligt, so endar hon ikki her. Søgan ferðast kring allan heimin og eisini til New Zealands, har parið Joice og [...] høvdu verið á Svalbart frammanundan, og vórðu sera hugtikin av hesum heimspartinum, tey ikki kendu nógv til frammanundan. Tá tey lósu hesa greinina, gjørdu tey av, at tey skuldu fara at vitja Føroyar. Bob
Sum eisini nevnt í fyrru grein míni um fiskivinnuna, so er hetta uppáhald ikki nøkur nýggj ákæra, hon er einsíðug, tí hetta kann ikki av røttum sigast so einfalt. Møguliga vónsvikin Lat meg fyrst siga, at [...] komu. At hesi álop hoyra til í gerandisdegnum, er so nakað heilt annað. Sjálvandi hevur menniskjaliga uppalingarøkið og -umhvørvið heilt nátúrliga nógv at siga, bæði fyri og ímóti hesum fordómum. Vit ávirkast [...] einsíðugt, men sjálvandi er óneyðugt hjá mær at brúka fyribrigdi um “dunnuhylin”, sum kanska er í so nógv brúkt og verður kanska eitt sindur “subjektiviserað”.
útvega sær uttan stórvegis hóvasták, verri er kanska at fáa tak yvir høvdið. Og ofta ímynda fólk sær, at tað er so møtimikið at royna aðrar leiðir, í hini norðurlondini ella upp aftur longri burtur, og fara [...] og tað eru íslendingar ógvuliga eldhugaðir fyri. Føroyingar og íslendingar hava nógv í felag og í lyndi minna fólkini nógv um hvør annan, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður. Frammalaga Føroyska skúlaverkið [...] Tað er so lætt at leita sær til Danmarkar, skalt tú undir víðari lestur. Har kenna tey flestu skúlaskipanina, hvussu útbúgvingarnar eru hættaðar, og samfelagið sum heild. Lestrarstuðul og lán ber til at
ikki við uppá tað, sum formaðurin í Bjargingarfelagnum rør frammundir um, at at felagið í Havn fer so nógv verri sømdir frá sínari kommunu, enn onnur bjargingarfeløg fáa frá sínari kommunu. M.a. skal felagið [...] hjá Bjargingarfelagnum. Leivur Hansen sigur, at tað er ásett bara fyri, at leiga skal vera, men so kunnu fólk sjálvi meta um, hvussu órímilig hon er. Bátafelagið skal betala somu upphædd í leigu. Og hvat [...] býráðsformaðurin. Tað er einki í vegin fyri, at Bjargingarfelagið og Bátafelagið samstarva um somu høli. So endar bjargingarfelagið á gøtuni, er tað tí, at tað hevur sett seg sjálvt uttanfyri. Tvørturímóti
annar av skiparunum á Smyrli. Føðingardagurin hevur so mangan verið hildin eftir midnátt jólaaftans kvøld, men hesa ferð var øðrvísi. Omanfyri hundrað fólk vóru í føðingardegi á Brekku fyrrapartin jólaaftan [...] Pride í nakrar vikur, so var hann á Strandferðslu umsitingini í Klaksvík, sum Kjartan hjá Olafi á Stongunum umsat. Kjartan doyði skjótt eftir, at Hanus var komin hagar. Tá ið landið so yvirtók Strandferðsluna [...] trúgvur í KFUM í Klaksvík. Í frítíðini hevur honum dámað væl at verið á floti, og so hava Hanus og familjan verið nógv í húsunum, sum tey eiga í Mikladali. Í nøkur ár var Hanus Lassen nevndarlimur í S
Hetland eitt dømi um. Tað varð funnið í 1977, men ikki fyrr enn fyri góðum ári síðani var tøknin so nógv ment, at tað var lønandi hjá BP at fara undir at byggja út ein part av feltinum. Tim Goodwin sigur [...] framleiðsluni hjá BP. Og skuldi tað hent, sum Tim Goodwin og hansara fólk vóna, at felagið rakar við kolvetni í Williambrunninum í 2007, so kann Atlantsmótið herí eisini føroyaøkið gerast ein alsamt meira [...] sita á pengakassunum, um at brúka fleiri pengar her í hesum partinum av heiminum, sum er tengdur at so stórum váða. -Nú er Atlantsmótið framvegis eitt highrisk øki. Men BP hevur fleiri stórar oljukeldur
hjá HB, Rúni Nolsøe, sum nógv á miðvøllinum snarar seg um, leikbannaður. Tað er fyrrverandi KÍ spælarin, Heðin á Lakjuni, eisini. Tað er eingin trupulleiki hjá HB at finna fólk at seta í staðin fyri teir [...] vorðin. Í HB hava teir tikið sær av løttum í venjingunum - í hvussu so er fyrrapartin av vikuni - men teir fara í morgin at gera nógv fyri at vinna í Klaksvík. Ivi er um Jákup Í Klaksvík er lagið hampuligt [...] truppinum - men tað er ein spurningur, um teir kunnu spæla akkurát soleiðis, sum teir hava gjørt, nú tveir so sentralir menn eru burturi frá. Onkur kundi kanska hugsað, at HB fer at taka sær av løttum, nú teir
komu fólk úr tveimum stórum húsvognum og spurdu, hvussu tey komu til Vestmanna. Vit vóru stødd á Oyrabakka og greiddi eg frá, hvønn veg tey skuldu koyra: Fyrst um brúnna, suðureftir um nesið, so norðureftur [...] frá Norrønu og út um landið, veit eg ikki. Vónandi ikki líka ússaliga. Men nógv skal ikki til fyri at bøta um skeltini. Hvør tað so er, ið bøtir. Um tað ikki verður gjørt, eigur hvørt ferðafólk at fáa eitt [...] Magna Thomassen Síðan hasa hending er nógv broytt til tað betra. Millum annað eru skelti komin fram við landsvegirnar. Men nøkta tey tørvin? Plaga tit at hyggja eftir skeltum fyri at finna vegin fram her
kurin linkaður so mikið í knøunum, nú hann mælir til, at vit gera upp, um vit skulu hava vælferðartænastur á A, B ella C-støði? Og kanska sleppa tí norðurlendska støðinum? Um so er, so má ásannast, at [...] 14. hvønn dag. Sjálvandi orka nógv eldri at halda síni hús. Og tað er kanska gott fyri tey at røra limirnar, um tey annars orka. Men seinastu mánaðirnar hava sjálvt fólk, sum tátta í 90 árum, mist hjálpina [...] restar peningur í hjá heimarøktini, og summar tænastur hava verið skerdar síðani í summar. M.a. hava nógv eldri mist hjálpina at gera reint, og í Degi og Viku týskvøldið sóu vit 86 ára gamlan mann dustsúgva
boring í bretskum øki, og tá skulu teir helst brúka Aberdeen. Men so skjótt teir fara at bora okkara megin aftur, so er tað greitt, at nógv verður at gera í Runavík. Og tað er hetta teir bíða eftir. Vit spurdu [...] hjá Hess hinumegin markið fer at geva so mikið gott úrslit, at Hess eisini fer at bora ein ella fleiri avmarkingarbrunnar á føroyskum øki næsta ár. Tað kann geva nógv arbeiði til útgerðarhavnina í Runavík [...] hetta árið til førleikamenning. Vit hava fingið nakað av stuðuli av hesi konto og hava eisini sent fólk at arbeiða á útgerðarstøðum í Noregi, soleiðis at vit eru ?up to date?, tá arbeiðsuppgávur aftur verða