Washington fingu nakað at vita um innihaldið. Eftir tí, sum nú er likið út, skuldu millum 10 og 20 limir í al-Qaeda fara til USA sum lesandi. Lærdu háskúlarnir í USA hava fingið strong boð um at halda eit vakið [...] koma fram, ella sum hava ilt við at møta til undirvísing. Í august í fjør høvdu ellivu egyptiskir studentar fingið pláss á einum lærdum háskúla í Montana. Tað vísti seg, at teir vóru komnir til USA, men tá [...] løgreglan at leita eftir teimum og handtók tey. Pappírini, sum vórðu funnin í Irak, vórðu funnin um somu tíð, sum leiðarin hjá al-Qaeda í Irak, Abu Musab al-Zarqawi, bleiv skotin, og ABC News veit at siga,
noyðast at bróta vakt. - Eg havi skrivað dagbók, sum longu í dag telir einar 200 blaðsíður, og tað er eingin loyna, at eg hugsi um einaferð at geva skrivaða tilfarið út í bók. Nú eg eisini fái høvi at royna [...] aftur. Hetta er eisini nakað, sum eg fari at hefta meg við, nú eg ætli mær at halda fram at skriva dagbók á frívaktunum. Enn hevur landslæknin ikki havt stundir til at gera nakað meira við eina møguliga bók [...] – og hetta var eisini fyrstu ferð, at hann fór í farloyvi fyri at fara til skips. - Mær dámdi so sera væl umborð á Sundabergi. Eg stórtreivst og ætlaði ongantíð, at vártúrurin í 2004 skuldi gerast hin
greiður: Tað er neyðugt at gera smidligari skipanir so at tað verður lættari at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða. Men hetta fær ikki forkvinnuna í Føroya Arbeiðarafelag at detta uppeftir. Tvørturímóti [...] i ikki at góðtaka. ALS forðar fólki at arbeiða Hon heldur tvørturímóti, at ein stórur trupulleiki er, at tann arbeiðsmegi, sum longu er í Føroyum, verður ikki gagnnýtt so væl, sum hon eigur at vera. Og [...] Hinvegin er tað sjálvandi nógv lættari at rópa um at fáa útlendingar til Føroyar, heldur enn at royna at broyta nøkur viðurskifti heima hjá okkum sjálvum fyri at bøta um støðuna, sigur Ingeborg Vinther
USA at búseta seg, men fleiri senatorar halda, at hetta talið er alt ov lítið. Teir vísa á, at irakararnir, sum hjálpa teimum amerikonsku hermonnunum, seta lívið í váða, og at USA tí hevur skyldu at tryggja [...] segði við danska útvarpið, at teir eru í lívsvanda frá tí degi, Danmark tekur hermenninar heim. Men Søren Gade, verjumálaráðharri, vísir aftur uppskotinum um at loyva tulkunum at flyta til Danmarkar. [...] amerikanararnir í skundi fóru úr Saigon í 1975. Edward Kennedy og Patrick Leahy krevja, at USA skal loyva nógv fleiri irakum at flyta til USA, tí fleiri teirra eru í lívsvanda, verða teir verandi í Irak. Eisini
játtað at gjalda kr. 2,7 mill. av rakstratútreiðslunum av Vágatunnlinum, eigur gjaldið at fara munandi niður. Seinast ein regulering varð gjørd, vóru tað teir stóru bilarnir, sum sluppu við at gjalda 30% [...] 30% minni, tí haldi eg, at nú eiga teir minnu bilarnir at fáa áðgóðan, mín metan er, at ein lækking uppá 20% fyri teir minnu bilarnar, saktans hevði kunnað verið gjøgnumførd, nú landskassin yvirtekur part [...] vanligan persónbil, uttan avsláttur, hevði tá komi at verið kr. 135,- fyri ein túr aftur og fram. Ein lækking uppá 20% hevði ført við sær, at ferðslan hevði komið at verðið munandi størri, og harvið eisini meira
er fínt, at altjóðagerðin verður tikin inn í føroyska tónleikin, men vit skulu sanniliga ansa okkum, at vit ikki missa okkara føroyska samleika, og at vit geva teimum rúmd, sum veruliga royna at gera okkurt [...] eftir seinnapartsendingini hjá ÚF, og er tað hugvekjandi at lurta, tá okkara stóra tónaskald trínur fram við síni meting um føroyska tónleikin. At vit eru vitni til undirbráttligheit kemur so sanniliga til [...] hann siga nakað positivt um nakra av teimum! Eitt kann eg siga tær Sunnleif, at tað er yvirhøvur ikki serliga stuttligt at vera popp- og rokktóneikari, um tað er tú sum skal geva tína meting um avrikið
men Barrack Hussein Obama. Júst millumnavnið kann vísa seg at gerast ein meinbogi, tí nógvir amerikanarar fara at hava ilt við at góðtaka, at ein amerikanskur forseti skal eita Hussein. Tað var Barrack Obama [...] handaði hann valnevndini eina fráboðan um, at hann er til reiðar at stilla upp, men hann hevur ein trupulleika. Á navnabrævinum, sum fylgdi við fráboðanini, sæst, at hann eitur ikki bara Barrack Obama, men [...] út stutt eftir atsóknirnar tann 11. september í 2001, skrivar hann, at hann fekk eina áheitan frá sínum demokratisku ráðgevum um at strika millumnavnið, tí tað kundi gerast ein politiskur trupulleiki.
púra greitt, at Føroyar eiga at boða frá, at vit ikki góðtaka, at føroyskt loftrúm verður nýtt til ólógligan flutning av fangum. Somuleiðis havi eg mælt til, at løgmaður tekur stig til at fáa kannað, um [...] mikið at sær komin, at skjalprógvini fáa hann at yppa øksl at sær sjálvum og sínum goragangi ímóti tí sindri, sum enn finst av vinstrahallum politikarum í Føroyum. Mín vón hevur leingi verið, at tað fór [...] komin í lag í sambandi við, at táverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, hevði heitt á uttanlandsnevndina um at siga sína hugsan til umbøn frá amerikanska hervaldinum um at fáa loyvi at brúka føroyskt loftrúm í
greiddi frá, at hann hevði fingið vissu fyri, at Alfred Olsen, næstformaður í flokkinum, atkvøddi við samgonguni, hóast hann hevði tikið seg úr henni. Kaj Leo Johannesen viðgekk tó, at talan var um eina [...] støðu. Jóannes Eidesgaard, løgmaður og samgonguleiðari, segði m.a. at í politisku skipanini kann eingin sæta sær sjálvum, og at ætlanin var at hava fund innan tingfundin 23. januar. Bjørn á Heygum, advokatur [...] Sosialurin hevur roynt at fingið orðið á Alfred Olsen um støðuna, nú hann eftir øllum at døma stendur uttan fyri samgonguna, men hann hevur ikki svarað, tá vit hava ringt. Vit høvdu ætlað at spurt Alfred Olsen
næsta stig verður at seta meg í samband við sjónvarpið, fyri at royna at fáa eitt samstarv í lag tann vegin eisini, sigur Katrin Ottarsdóttir. So tað letur til, at um stutta tíð, fara vit at hitta hana her [...] gamla føroyska filmslistakvinnan boðini um, at Mentunargrunnur Landsins hevur gjørt av at tillutað henni trý ára starvsløn. Sostatt fær hon arbeiðsfrið til at framleiða film næstu trý árini. Vildi ikki [...] so brúkt alla orkuna til, at søkja um fígging til mongu filmsverkætlanirnar, eg havi í stoypiskeiðini, sigur hon. Hon greiðir frá, at fyri einari tíð síðani gjørdi hon av at gera íløgur í privata filmsútgerð