Konan, dótturin og tvey abbabørn vóru til staðar undir kappingini, og tá eg rann framvið, har tey stóðu, róptu tey á meg og stuðlaðu mær í at halda fram við at renna. Tað stuðlaði mær heilt ótrúliga nógv. [...] Sundskarð at vera ultrarennari. - Eg eri ekstremur í øllum. Eg tími ikki at gera tingini hálv, men geri tey meir enn heil, kanst tú siga. Og soleiðis eri eg eisini, tá tað kemur til renningina. Tað skal vera [...] Undir eini slíkari kapping, sum hesari, kemur tú fleiri ferðir í sokallaðar kreppur. Serliga tá teir fyrstu 60-80 kilometrarnir eru lagdir um bak, og tú hevur runnið í einar 12 tímar. Teir seinastu tímarnar
olju-vinn-una, høvdu ótryggu fiski-árini lært tey, at uttan mun til, hvussu væl tað gekst, var vandin fyri at missa á stokkinum altíð til staðar. Tí skiltu tey eisini skjótt treytirnar í oljuvinnuni, har [...] før-um sín týðandi lut í, at fyri-tøkur í Esbjerg so skjótt tryggjaðu sær eitt pláss í oljuvinni. – Í fyrstu atløgu ráddi um at finna eitt hol á markn-aðinum og síðani handla skjótt. Hjá rættiliga nógvum fyritøkum [...] fótin fastan, sigur Morten Hahn-Pedersen. Luft undir veingirnar Sambært Morten Hahn-Pedersen munnu tey í dag vera fá í Esbjerg, sum ynskja seg aftur í fiski-vinnu-tíðina. Víst hevði fiski--vinn-an sína
prædikuna dámdi fólki so mikið væl, at Sosialurin varð biðin um at prenta hesa í blaðnum. Tey, ið hava hoyrt hana prædika og tey sum koma at gera tað í framtíðini, verða ikki í iva um, hvørja hugsan hon hevur um [...] mátti síggja fyri at trúgva. Slíkt hendir, tí at tú trýrt, staðfestir hon. Boða orðið allastaðni Í fyrstu syftu er Ann sett sum prestur í Suðurstreymoyar Eystara Prestagjaldi fram til hálvan august. Hóast [...] hesum sinni er avmarkað, hevur Ann kortini sett sær eitt fyri: Hon ynskir at hitta menniskju, har tey eru í lívinum, við teirra uppgávum og avbjóðingum í gerandisdegnum. - Her hevur prestur ein fyrimun
starvsfólkum, ið megnar tað heilt ótrúliga at verða boykottað av føroyskari byggivinnu longu í sínari fyrstu útbjóðing? Meira týdningarmikið er eisini, hvussu FA ætlar at endurstovna álit á eitt stýri undir [...] Føroyum og Danmark fyrireikað eina skipan, sum skal tryggja, at viðurskiftini verða skipað so, sum tey eru sambært tí norðurlendska sáttmálanum. Hesin tryggjar, at tað aldri er ivi um, undir hvørjari lóggávu [...] Føroyum, burtursæð frá, at fólk sum hava føroyskan uppruna, ikki verða send aftur til Danmarkar, hóast tey bert hava verið stutta tíð í Føroyum. Boligsikring Boligsikring í Danmark (at tann, sum leigar íbúð
flokkum her á landi ? stovnað felagsskap. Hetta er Føroyingafelag ? Felag fyri Føroya frælsi. Tey uppskot, sum hesin felagsskapur hevur latið gera, verða kunngjørd Føroya fólki í hesum uppriti, sum [...] av teimum mongu leiðum sum føra á hetta endamál. Hesi formælisorð biðja vit fólk hava í huga, tá tey lesa hetta rit. Tórshavn í august 1946 FØROYINGAFELAG Hetta var ongin glæstriútgáva á glitaðum pappíri [...] soleiðis »Peningaviðurskiftini verða skipað við lóg«. Í viðmerkingum til búskaparmál er tilskilað, at í fyrstu syftu skal lóg gerast um peninga- og bankamál landsins við einum landsbanka. Undir »innanlandsvi
í hesum máli. Hóast feløgini skulu leggja fram fyri myndugleikarnar, hvat tey ætla at gera á teimum ymsu økjunum, so hava tey ikki fingið nakað krav um at seta navn á útgerðarhavnina til tann 17. november [...] Vit eru ótrúliga fegnir um, at hava fingið júst tað økið sum vit bóðu um og hava vit longu navngivið tey trý prospektini (øki í undirgrundini, har teir meta olja finst) við føroyskum nøvnum. Navnið á fyrsta [...] fylgja hesum soleiðis at føroysk virki vera við í arbeiðinum. Leita eftir høli og íbúðum Hetta er fyrstu ferð, at Føroyabólkurin hjá BP vitjar. Føroyski stjórin í føroysku deildini hjá BP, Hjarnar Djurhuus
knappliga strúkandi framvið og heldur kós longri út á vatnið. Teir munnu ætla sær Út í Oyrar, tosa tey. Og so hendir tað. Flotið fer undir, og eitt síl hevur tikið. Ikki var tað stórt, men tað var tó eitt [...] eina stormlykt einastaðni niðri við vatnið. Tað fer líkasum at verða lættari at síggja at egna. Men tey flestu rigga so smátt av og bíða bara eftir, at kappingin fer at enda, hóast tað ikki skal vera fyrr [...] bara níggju, sum møttu upp. Hildið var, at fiskiskapurin mundi hava verið soleiðis hjá restini, at tey hava ikki hildið nakað verið at møta upp til. Magnus er ikki millum vinnararnar. Ein vinningur er fyri
verið beinasom, hvørja ferð vit hava heitt á tey. Tíverri datt ? orsakað av burturferð ? umrøðan av nøkrum umførum niðurfyri beint undan summarsteðginum. Tá vóru tey fleiri, sum ringdu á blaðið fyri at spyrja [...] og tað gekk sum kunnugt soleiðis, sum klaksvíkingar vónaðu, at tað fór at gera. HB-Skála 1-4 (1-2) Fyrstu løtuna vóru teir í HB heilt grammir, og tað hevði einki forgjørt verið í, um teir beinanvegin komu [...] deild liðug fyri í ár. Nógv mál eru skorað, og málskjúttarnir hava verið yvir 170 í talið, umframt tey seks málini, sum eru skrásett sum sjálvmál. Vit hava roynt at fylgt við so frægt, sum vit hava havt
Tað kann ikki annað sigast, enn at tey, sum hanga eftir og eisini fáa 3. deildardystirnar við, eftir at 1. deild hevur spælt, síggja nógv mál. Hesa ferð vórðu 33 mál gjørd í fimm dystum, og hóast tólv [...] Gundadali ? so vórðu nógv mál skotin í hinum dystunum. Trý komu í oddauppgerðini í Fuglafirði og ímillum tey niðaru staddu FSV og VB, sum spældu í Sørvági, sjey komu á Sandi, og seks mál komu í eysturoyaruppgerðini [...] vátan vøtt, tá GÍ skoraði í sínum fyrsta álopi, og so fingu liðini eitt stig í part ? akkurát sum tey fingu í 1. deild. Tólv minuttir vóru farnir, tá Kim Petersen úr 30 metrum sendi dygst undir samankomingina
Klaksvík, Eyðgunn Samuelsen, sum umboðar Javnaðarflokkin og Betta Joensen í Sambandsflokkinum. Tað er fyrstu ferð í søguni at tvær kvinnur sita í býráðnum í Klaksvík, og tær hava sett sær sum mál, at samstarva [...] við málið. Tað vísti seg, at eini 40 foreldur als ikki høvdu skrivað síni børn upp á bíðilistan, tí tey vistu, at tað ikki tænti nøkrum endamál, tí pláss vóru ikki tøk kortini. Betta Joensen kom í samgongu [...] arbeiðsfrið og hervið eina haldgóða loysn. Arbeiðsbólkurin fór til verka beinanvegin. Í fyrstuni arbeiddu tey fram móti at stovna ein barnagarð fyri 30 børnum. Arbeiðsbólkurin gjørdi beinanvegin av, at seta ein