fáa fastari karmar um sjálvan finaludystin, eins og tignin um hendan kanska eisini verður størri, tá talan er um dyst á veruligum grasi. Umframt hetta er ein onnur orsøk eisini, at hetta kann koma ungum [...] um Thomas Dam steypið verður leikt komandi mikudag. FSF hevur nevnliga gjørt av, at unglingafinalan eins og finalan hjá monnum skal spælast á grasinum á Tórsvølli. Um orsøkina til hetta, verður sagt úr FSF [...] so máta. Tað er ikki ókent, at útlendskir talentskótar hyggja at slíkum dystum, og í so máta er tað ein fyrimunur hjá leikarunum, um dysturin verður leiktur á grasi. ÍF og KÍ Sjálv finalan fer annars at
tænastum, sum ein ein fyritøka ætlar sær undir, og grunnurin skal stuðla uppundir granskingar- og kanningarvirksemið í vinnufyritøkum. Bjarni Djurholm heldur, at meira fæst fyri pengarnar, um ein grunnur kemur [...] at taka av. Og við at leggja pengarnar úr hinum fimm grunnunum yvir í nýggja grunnin, fæst eisini ein fíggjarliga sterkur grunnur. Løgtingið skal viðgera uppskotið um Vinnuframagrunnin fríggjadagin.
juni fingu Helga og Bødvar Poulsen, Dalur, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4350 gr. 11. juni fingu Sigrún Brend og Bjarnheðin í Hoyvík, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 3650 [...] 27. mai fingu Margret Holm og Elmar Joensen, Vágur, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3660 gr. 7. juni fingu Mary og Kári Petersen, Sandur, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3700 gr. 8 [...] var 49 cm. long og vigaði 2900 gr. 13. juni fingu Chutimon Prommai og Petur Sigurd Petersen, Skála, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3800 gr. 14. juni fingu Sonlis og Tummas Eli Høj Joensen, Strendur
jólakonsertina á skúlanum, at tey vóru samd um at skriva ein sang saman. Og tá Ercan kom við einum tónleikastubba, skrivaðu tey sangin lidnan upp á ein seinnapart - beint fyri deadline? Við hjálp frá vinmanni [...] var hann til upptøkuroynd á tí musikalska skúlanum, Sankt Annæ Skole. Hann kom gjøgnum nálareygað, Ein avgerð, tey síðan hava angrað. Charlotte hevur eisini altíð sungið, og pápi hennara spælir eisini í [...] Tá Ercan sá, at »MPG 2001 - Grandi Prix fyri tey ungu«, søkti eftir luttakarum, fór hann at skriva ein sang, sum hann upprunaliga hevði ætlað at sungið einsamallur. Men tá hann so var farin at syngja saman
Mørkøre, sum er bygdaráðsformaður í Hósvík og ein av frontmonnunum í felagskommununi í Sundalagnum. - Síðani fyrst í 70'unum hava vit ynskt at fingið ein kommunulækna afturat, men tað er ikki fyrr enn [...] komu væl við í økinum. Kommunurnar fyri sunnan í Eiðis læknadømi hava í nógv ár stríðst fyri at fáa ein kommunulækna afturat til økið, og tað er umsíðir eydnast. - Vit eru ómetaliga fegin um, at landsst [...] til Eiðis Eiðis læknadømi umfatar Eiðis, Sunda, Hósvíkar, Halldórsvíkar, Funnings og Gjáar kommunur. Ein lækni hevur verið knýttur at hesum læknadømi, og hann hevur havt nógv at gera. Viðtaluhøli eru bæði
kemur til Føroya, har hann hevur gjørt ein fýra ára sáttmála við HS. Len Sterlin er giftur 26 ára gomlu Mariu, og eisini hon hevur gjørt sáttmála við Svimjifelagið. Eins og maðurin er hon útbúgvin innan ítrótt [...] ítrótt, og sum aktiv hevur hon millum annað vunnið økiskappingina fyri Moskva í útlopi. Hetta er ein táttur, sum lítið og einki hevur verið gjørt við her heima, men hetta ætla tey í HS nú at broyta. Eisini [...] hesum sambandi hevur verið, at felgaið ikki hevur havt nóg góðar venjingarumstøður, men at hetta er ein spurningur, sum arbeitt verður av øllum alvi fyri at loysa. Sáttmálarnir við Len og Mariu Sterlin eru
um tey kundu fari í ein frítíðarskúla; vegna tað, at aldursmunurin á børnunum 1. og 2. flokki og tey minstu í skipanini er so stórur, hevði hetta verið ein betran av skipanini. Ein spælistova er eisini [...] nøgd við skipanina, hvør hon so enn er. Dagrøktin kann víðkast og fáa betri umstøður at virka undir. Ein víðkan av dagrøktarskipanini kundi verið, at møguleikar vóru til frítíðarskúla. Børnini, ið ganga í
burturúr einum orðið skapa eina heila søgu? Ella úr eini mynd, einum huglagið? Hví riggar ein tekstur og ikki ein annar? Hvussu byggir man upp eina søgu, eina frásøgn. Arbeitt verður nógv við skriviimpr [...] byrja verður hásdagin í komandi viku tann 5. oktober. Í vetur verða tveir bólkar, ein fyri nýggjar luttakarar, og ein fyri tey, sum ætla sær at halda fram har, vit sleptu seinasta vetur. Tilmelding er
seg um trúvirðið hjá forsætisráðharranum. Og tí var tað ein taparasak frá byrjan til enda, skrivar blaðið. Nyrup skeyt seg sjálvan í fótin á ein sovorðnan hátt, at álitið frá veljarunum er farið, skrivar [...] háttað sær øðrvísi og ikki á sama hátt sum Schlüter og Uffe Ellemann í 1992, so hevði støðan verið ein onnur í dag. Tey bæði settu seg upp ímóti fólkinum, og forsætisráðharrin hevur gjørt sjálvmál, líka [...] skrivar, at skal støðan nakrantíð gerast øðrvísi, so má misálitið hjá fólkinum mótvegis ES viðgerast á ein heilt annan hátt enn higartil.
Eyðun Klakstein Ein av politibilunum í Klaksvík var úti fyri einum ógvusligum óhappi hósdagin. Politiið varð boðsent til vanlukkuna á Viðareiði, har ein smágenta var dottin í eina á, men á vegnum gjøgnum [...] bilar, sum koyrdu inn til síðuna. ? Tá eg kom norður móti ferjuleguna, tók eg nakað av ferðini av, tí ein bilur var frammanfyri. Men tá hann tóktist at fara inn til høgru síðu fyri at halda av, trýsti eg aftur [...] eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum. ? Vit ringdu eftir óhappið beinanvegin á politistøðina, haðani ein politistur kom við einum nýggjum bili, so vit kundu sleppa til Viðareiðis, sigur Karl Johansen.