fingu Margret Holm og Elmar Joensen, Vágur, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3660 gr. 7. juni fingu Mary og Kári Petersen, Sandur, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3700 gr. 8. juni fingu [...] og Poul Klementsen, Sandur, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3500 gr. 10. juni fingu Heidi M. Joensen og Kenneth Gaardlykke, Miðvágur, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3800 gr. 10. juni [...] Helga og Bødvar Poulsen, Dalur, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4350 gr. 11. juni fingu Sigrún Brend og Bjarnheðin í Hoyvík, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 3650 gr. 11. juni
hevur givið frágreiðing í Føroya Rætti í morgun. Hon býr á Gerðisvegi 28, bert fá hús frá Gerðisvegi 34, har Piddi búði. Hon fær at vita frá vinkonuni, at hon og ákærdi hava fingið húsini á Gerðisvegi 34, [...] november, fer politiið at tveita hann út. Men 1. november kemur og fer, uttan at nakað broytist á Gerðisvegi 34. Hetta vitnið sær Pidda spáka aftur og fram, sum var einki hent. Hon sær, at ljós er framvegis í [...] einsamallur eftir børnunum hjá fyrrverandi konu Pidda. Ákærdi sjálvur segði, at hann bara hevði verið inni hjá vitninum, tá hann hevði verið eftir børnunum hjá unnustuni, so heldur ikki her var samsvar millum
Sigvardsen við Gjógv. Drikka á Fløtti, sum hon vanliga verður rópt, kom til Gjáar úr Funningi at tæna 16 ára gomul, har hon er barnfødd. Í 1899 giftist hon við Petur Jákup Sigvardsen, sum í sínari tíð [...] førdi skip í næstan 20 ár. Seinasta árið, hann førdi skip, var í 1916. So fór hann at sigla við synum frá fyrru giftini, Kristian og Axeli, sum báðir førdu skip. Hann var við Kristinu í 1920, sum Axel førdi [...] gjørdist einkja í 1935, og har heldur hon eisini 100 ára føðingardagin. Seinasta fólkið í Føroyum, sum náddi líka høgan aldur sum Drikka, var Karin Louisa Jacobsen á Selatræ. Hon fylti 100 ár 25. august í 1963
Torbjørn var sjómaður og sigldi sum maskinmaður til 1966, tá hann fekk starv sum maskinmaður á Landssjúkrahúsinum. Hetta starv røkti hann til1991, tá hann gavst vegna aldur. Torbjørn doyði í 2001. Tað, sum sermerkir [...] meslingum, Jóhan, Bjarni, Marianna, Finnbogi og Hilda. Sum ung fór hon til Havnar at tæna hjá m.a. Steingrim Winther og Poul í Geil. Í 1942 giftist hon við Torbjørn Hentze av Sandi. Tey fingu 4 børn: Torfinn f [...] um lívið sum sjómanskona var strævið, so hoyrdi tú hana altíð syngja, tá hon arbeiddi. Sangur hevur fylt nógv í hennara lívi og hon dugir flestu sálmar og fosturlandssangir uttanat. Sjálvt um minnið er farið
Krúnborg. Krúnborg er gomul, hon kom higar til lands í 1973. Men hóast hon er komin upp í árini, er hon í sera góðum standi, tí nógv er lutgfalsliga nýtt umborð sigur Ejler Jacobsen. Hann nevnir m.a. at í 1981 [...] vilja Ejler Jacobsen sigur, at tað er ikki við góðum vilja, at hann selir Krúnborg. Men í løtuni byggir hann eina nýggja Krúnborg í Noregi, og hann sleppur ikki at hava báðar, tí tann nýggja skal hava loyvini [...] betri nótabátur finst valla. Hon hevur fiskað sera væl, um einar 30 milliónir um árið, og hon hevur verið úti um 190 dagar, hvørt ár sigur Ejler Jacobsen. Herfyri seldi hann eisini eitt annað av sínum skipum
sigur hon við Skive Folkeblad í dag. – Eg havi gjørt av at stilla upp sum næstforkvinna fyri Vinstra, sigur Inger Støjberg, sum er framsøgufólk floksins í rættarmálum. Hon sigur samstundis, at hon »stuðlar [...] »stuðlar 110 prosent« Jakob Elleman-Jensen, sum í gjár kunngjørdi, at hann ætlar sær at gerast formaður í floksins. – Hann verður tann heilt rætti formaðurin. Øll skilja, at Vinstra hevur verið í eini truplari [...] Og vit eru ein borgarligur flokkur, sigur hon. Inger Støjberg var í fyrra valskeiðnum frá 2015 til í ár ráðharri í útlendinga- og integratiónsmálum, har hon varð kend fyri at vilja reka ein strangari
serlig, tá hann var komin í bilin. Hann hevði ilt í bringuni og helt, at hann hevði brotið eitt rivjabein í teirri løtu, hann varð skumpaður inn í bilin. Tá hann hostaði blóð, helt hann, at hann hevði bitið [...] Foster kring alt USA. Hann skrivaði henni fleiri brøv, og hann ringdi til hennara tvær ferðir. Hon gjørdi honum greitt, at hon var ikki áhugað í honum, men hann noktaði at gevast, og tá hann var vorðin sannførdur [...] Jodie Foster, tá hann sá filmin Taxi Driver, har hon spældi ein 12 ára gomul skøkja. Hann sá filmin minst 15 ferðir, meðan hann búði í Hollywood seinna helming av 70'unum. Sjálvan helt hann seg vera høvu
brøvunum. Eg skilji væl Hans. Kærleikin hevur einki mótstykki. Tann kærleikin, sum var, doyr ongantíð. Hann er ikki nú, men hann var tá, og hann kann ikki burturforklárast, og hann kann heldur ikki snakkast [...] sum slett einki kenna til bókina, kann sigast, at hon snýr seg um fuglfirðingin Hans Niels Peter Sophus Jacobsen, sum varð føddur í 1896. Í 1911 fer hann at sigla. Brøvini í bókini eru frá 1917 og fram til [...] frá Marini. Tað er hennara longsul. Í sjey ár skrivar hon til dreingin, sum bara ikki kemur heim aftur. Tað lá illa fyri hjá Hans at skriva. Hann er snøgt sagt ikki skrivandi maður, og tað er stóri fongurin
verið ein góður stuðul hjá Peturi, bæði tá hann sigldi, og ikki minst síðan hann bleiv blindur. Signhild kennir ein hóp av fólki, og er hon sera trúføst. Bæði hon og Petur fylgja væl við í tí sum gongur fyri [...] ár gamal. Petur tók setiskiparaprógv sum ungur, og sigldi til hann varð 60 ára gamal, tá hann mátti gevast, tí eyguni vór farin at bila. Hann var eisini ein av eigarunum av trolarunum Hvítanes, sum vóru [...] eftir at tey vóru flutt til Havnar at búgva. Sum 16 ára gomul kom Signhild til Havnar, har hon hevði húspláss. Hon giftist við Petur Danielsen, ættaður av Hvítanesi, sum í dag er 91 ára gamal. Signhild og
rættinum viðgekk hann at hava havt samband við drápið. Anna Politkovskaja var tíðindakvinna á blaðnum Novaja Gazeta. Hon viðgjørdi ofta kríggið í Kekenia og russisku framferðina har, og hon aftraði seg ikki [...] fyri hansara lut í morðinum á blaðkvinnuna Onnu Politkovskaja fyri seks árum síðani. Harafturat skal hann rinda teimum avvarandi hjá blaðkvinnuni tríggjar milliónir rublar í endurgjaldi. Dmitri Pavliuchenkov [...] ikki fyri at finnast at Vladimir Putin, forseta. Hon var ein tann best kenda blaðkvinnan í Russlandi, og drápið bleiv roknað sum eitt tekin um, hvussu frælsið hjá teimum russisku myndugleikunum bleiv traðkað