alt fólkið. Og brátt kom umskiftið. Um alt landið fóru tey at tala um, at hann var ein góður og heilagur maður. Nú tá ið hann var farin, sóu tey, hvat tað var fyri eitt mál, sum hann hevði livað fyri og [...] fram, troðkast tey um at sleppa at nema við tað og at geva offur sítt, fyri at fáa ta hjálp og signing, sum teimum leingist eftir og er tørvur á. Og mangar vóru frásagnirnar um øll tey undurverk, sum hendu [...] fyri vestan, serliga í Onglandi og grannalondunum har; og hann var millum teirra fremstu í hernaði. Tey herverk, sum vórðu gjørd á slíkum víkingaferðum, vóru mangan hervilig; og neyðin, sum stóðst av teimum
til tað kommerciella er eingin ivi um, at tey eru mótpartur. Men tey stóru oljufeløgini eru hóast alt so mikið professionell, at tey eru vælvitandi um, at bera tey seg illoyalt ella óhóskandi at, so hevur [...] von at samráðast alla staðni kring heimin. Fyri tey er talan fyrst og fremst um eina kommerciella íløgu, og eru møguleikar fyri at fáa fyrimunir, so taka tey teir. Jóhannus E. Hansen heldur tí, at vit føroyingar [...] gott. Oljufeløgini leggja allarstørst dent á, at treytir og reglur ikki verða broytt í heilum, tá tey eru farin í gongd. Fær oljuvinnan ikki eina breiða undirtøku bæði politiskt og manna millum, so fær
Paraguay10 stig 6: DC Dutch10 stig 7: MPDC5 stig 8: New Jersey5 stig Bæði tey føroysku liðini spældu seg til 1/8 finalina, og komu tey so at spæla ímóti hvørjum øðrum. Her vann A-liðið,og komu teir so víðari [...] ein veruleiki. Á norðoyastevnu eru ikki færri enn níggju spildurnýggir kappróðrarbátar, sum fyri fyrstu ferð fara at taka lut í FM kappingini. Talan er um fýra 10?mannafør, fýra 5?mannafør og eitt 6?mannafar [...] og Olaf Halvdansen í Vestmanna hevur smíðað Vestmenningin. Summir ódrúgvir Tað er eingin loyna, at tey seinnu árini hava tað ofta verið nýggju bátarnir, sum hava vunnið. Besta dømið um ein nýggjan bát,
afturat, at tey fyri fáum árum síðan fingu trupulleikar við skattamyndugleikunum í Danmark, tí sagt varð, at tað ikki bar til at liva av so lítið av pengum. Men Hjørdis sigur, at tað gjørdu tey. Og tey kendu [...] at sum er, ber tað til hjá teimum báðum at liva av teirra list. Og hetta vilja tey ikki uppgeva, sjálvt um tað merkir, at tey ikki hava tað nógva av pengum millum fingrarnar. Hetta hevði undir ongum umstøðum [...] framsýning var Hans Pauli, sum eisini hevði gjørt nakrar royndir við júst tí sama. Á hendan hátt møttust tey bæði. Men tíðin, har Hjørdis arbeiddi við standmyndum var stokkut. ? Hetta var bert ein roynd hjá mær
limaskapi í ES. Ósemjan førdi til, at tey sum vóru ímóti, tóku seg úr AlÞýðubandalaginu og stovnaðu Vinstri-grøna flokkin. Samfylkingin stillaði, sum nevnt fyrstu ferð upp til Altingsval sum ein valsamgonga [...] Sum nevnt í undanfarnu grein er íslendsk stjórnmálasøga tey seinastu hálvfjers til trýss árini ólík norðurlendskari í tí, at í Íslandi var eingin stórur javnaðarflokkur virkandi. Landslagið vinstrumegin [...] Flokkurin gekk í tvíningum í spurninginum um sameining. Semja fekst ikki um fleiri avgerandi mál. Tey, sum vóru ímóti sameining, hildu at flokkurin fór at førka seg ov langt til høgru, um hann legði saman
limaskapi í ES. Ósemjan førdi til, at tey sum vóru ímóti, tóku seg úr AlÞýðubandalaginu og stovnaðu Vinstri-grøna flokkin. Samfylkingin stillaði, sum nevnt fyrstu ferð upp til Altingsval sum ein valsamgonga [...] Carl Jóhan Jensen Reykjavík Sum nevnt í undanfarnu grein er íslendsk stjórnmálasøga tey seinastu hálvfjers til trýss árini ólík norðurlendskari í tí, at í Íslandi var eingin stórur javnaðarflokkur virkandi [...] Flokkurin gekk í tvíningum í spurninginum um sameining. Semja fekst ikki um fleiri avgerandi mál. Tey, sum vóru ímóti sameining, hildu at flokkurin fór at førka seg ov langt til høgru, um hann legði saman
Eitt stórt arbeiði skal eisini gerast í øllum bygdunum í kommununi, soleiðis at tey venja seg við hugsanina um, at tey nú hoyra til Runavíkar kommunu. Fyri mangar bygdir er hetta ein rættiliga nýggj avgerð [...] gingið á odda tey seinastu 25 árini við at geva børnum við serligum tørvi eitt skúlatilboð á staðnum, har næmingurin býr ella har hann ynskir at ganga í skúla Rodmundur hugsar ikki bert um tey "vanligu" [...] Runavík. Vit skulu øll føla, at vit búgva í eini stórari kommunu ? og í eini kommunu sum virkar. -Teir fyrstu mánaðirnir fara helst at ganga við at fáa hetta í rættlag. Men vit hava tí eisini sett júst hetta
millum tær yngru genturnar. So tað var ikki eiti á, tá tey bæði byrjaðu at tosa um, at Kristina skuldi koma norður at vitja okkurt vikuskiftið. Tey búðu á hvør síni oyggj, so tá vikuskiftið upprann, fór [...] Extreme í hátalarunum. Tey koma uppá pláss, og heilsað verður uppá foreldur og so víðari. Fríggjakvøldið gongur sína gongd. --- Leygarkvøldið heldur ein av vinunum hjá Jógvani veitslu. Tey fara hagar, og Jógvan [...] Kristina liggur og hyggur, meðan hon gongur. Hann liggur avdottin við síðuna av. Og soleiðis verða tey liggjandi. Hann sovandi, meðan hon liggur og starir eftir klokkuni. --- Um tíðin verður spolað aftur
áður hevur verið honum so sera lønandi. Lat tað verða sagt beinanvegin, at eg unni Óla Breckmann øll tey mongu, mongu árini, hann hevur sitið á Fólkatingi. Tað er í lagi, Óli. Hav tú hasi seytjan árini í [...] veljarar, men stendur enn sum áður og keðir fólk við at sveiggja við tínum hvíta skølti til tess at ræða tey í tína gomlu rætt. Óli Breckmann roynir í hesum døgum av øllum alvi at seta kílar í tjóðskaparsamstarvið [...] skapar einki politiskt. Hvat hevur hann gjørt annað enn øst fólk upp í skúm síðani hann fór á ting fyrstu ferð í 1974? Nær hevur hann offrað seg politiskt fyri at skapa nakað? Hví hevur ein maður við so
hjá teimum at hyggja í ensku umsetingina, um okkurt er, tey ikki skilja á føroyskum. Eisini hevur Barnes styttri samrøður við næmingarnar, so tey læra at bera fram málið. Hann spyr teir um ymisk viðurskifti [...] lærir seg norðurlendskt mál, so er kanska eisini møguleiki fyri, at hann ella hon lærir seg føroyskt. Tey, sum fyrst hava valt eitt lítið mál, kann man ofta eisini hugsa sær, fara at velja føroyskt, um áhugin [...] viðurskifti frá gerandisdegnum, millum annað, hvussu tey hava tað í dag. Botnurin lagdur á Eiði Michael Barnes fór sum heilt ungur at lesa norðurlendskt á University College í London. Og tá hann var liðugur