evni tikin fram um, hvussu ein kann liva lívið sum ein trúgvandi ungdómur. - Endamálið er at vísa teimum ungu, at Jesus er livandi í dag, eins og hann var tað fyri 2000 árum síðani, sigur leirvíkingurin [...] tíð og situr í nevndini, hevur hann tørv á at koma til hesi ungdómsmøtini. - Eg fái sjálvur nógv burturúr. Eg verði uppbygdur andaliga, og fái styrki til at liva eitt lív sum trúgvandi gjøgnum vikuna. [...] Ungdómsmøtini eru sunnukvøld kl. 21 og vara í hálvanannan tíma ella so. Aftaná er ein góður drekkamunnur at fáa í kjallarinum.
og liðfelagarnir ásanna, at teir gjørdust offur fyri einum greiðum tapi. - Tað verður ógvuliga trupult, tá vit koma afturum, men tað er tað, sum hendir. Og so endar tað við, at tapa – kanska uppiborið – [...] kemur til alt. Í fjør var tað ofta so, at tit koppaðu teir tøttu dystirnar til egnan fyrimun. Hvat er tað, sum ikki riggar eins væl í ár? - Tað er ógvuliga trupult at siga, men vit hava bara ikki vunnið teir [...] nakrar tankar um, hvar tit enda á stigatalvuni, nú tit eru dragnaðir nakað? - Slettis ikki. Vit vita, at tað er ótrúliga langur vegur eftir enn, og hetta er bara ein dystur av 27, segði Óli Hansen eftir tapið
gott lið, og bæði teir og vit stríddust væl. Vit eru sjálvandi nøgdir við at hava vunnið øll stigini, og eg skilji væl, at teir iðra seg, nú teir misnýttu brotsspark í síðstu løtu. Í ungdómsdeildunum og [...] NSÍ liðformaðurin, Óli Hansen, var fegin eftir lokið stríð. Eftir at hann lá sjúkur heima, meðan liðfelagarnir kiksaðu í Gøtu, var hann hesa ferð dagsins maður hjá NSÍ. Óli skoraði øll trý málini – tvey [...] tvey upp á brotsspark og tað síðsta í yvirtíðini, tá ið tað ikki nýttist at hava so nógv fólk í verjuni, tí fuglfirðingar vóru so dyggiliga undirmannaðir. - Hetta var fínt undirhald. ÍF hevur eitt stak gott
og serstakliga hevði Danmark ilt við at fáa nóg høgt tempo í bæði álopsspælið. Tað gav at bíta frá byrjan, tá Kroatia alt fyri eitt vann seg 4-5 mál framum, og tó at danir stríddu seg aftur á javnt, so [...] Hondbóltur Danmark megnaði ikki at senda Kroatia úr OL-endaspælinum, tá liðini hittust fyrrapartin í dag. Danir vóru aftan fyri 12-14 í steðginum, og endaliga úrslitið gjørdist 26-24 til Kroatia. Danir [...] tóktist støðugt, sum høvdu teir reyðu ikki neyðuga yvirskotið. Tvær ferðir spældu teir í yvirtali, uttan at teir gjørdu sær dælt av hesum, og tá brotskast so eisini varð misnýtt, tá støðan var 20-22, skuldi
lóg um forsorg frá 30. apríl 2007, heimild at skipa ella góðkenna serlig bútilboð til persónar við víðfevndum sosialum trupulleikum, sum ikki eru førir fyri at útvega sær ella fasthalda ein varandi bústað [...] Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur nú heimild til at veita stuðul til serlig bútilboð til persónar við stórum sosialum trupulleikum Við kunngerðini um serlig bútilboð verður farið undir eitt skipað [...] sjálvbodnar felagsskapir. Kunngerðin um serlig bútilboð, sum varð lýst í gjár, gevur Almannastovuni heimild at veita stuðul til sjálvbodnar felagsskapir, ið skipa serlig bútilboð til heimleys. Kunngerðin ásetir
næstan helvtin av orkuni, sum verður nýtt í bygningum, brúkt til at hita ella køla hús og til ljós. Kanningar frá eitt nú DTU vísa, at vit kunnu spara orku, um vit hugsa meira um, hvussu vit byggja framyvir [...] kapping um lágorkubygging, sum ætlandi verður lýst í august. Her fáa fólk høvi at koma við hugskotum um lágorkuhús. Endamálið er at varpa ljós á umhvørvið og tilvitaða orkunýtslu í sambandi við húsabygging [...] Í nýggjari frágreiðing frá DTU verður víst á, at orkunýtslan sum verður brúkt í bygningum í framtíðini, kann minkast niður til 20-40% í mun til í dag Tað almenna í Danmark kann skerja 75% av orkunýtsluni
Eftir steðgin royndi B68 at svara aftur, og tað var um reppið, at toftamenn fingu um endan. Súni Fríði Barbá minkaði um munin eftir 65 minuttir, tá ið hann var fyrstur á, eftir at bólturin hevði verið á [...] VB/Sumba gjørdi seinnapartin tað, sum tað undan hesum umfarinum varð roknað við, at heimaliðið skuldi megna á Vágseiði. Teir næstbestu hjá B68 vitjaðu, og teir vóru sendir norður um aftur við 4-2 tapi [...] spennandi eina lítla løtu. Við sínum triðja máli staðfesti Dan Djurhuus 4-2 heimasigurin, sum ber við sær, at VB/Sumba framvegis er oddalið.
Rasmussen, sum skoraði øll málini. TB tapið ber við sær, at útlitini hjá TB at røkka uppflyting eru einki serlig. Leikliga var eingin ivi um, at heimaliðið var omaná. TB hevði fólkið aftarlaga og dúvaði [...] sendingar og deyðbóltsstøður. Tvøramenn spældu seg til møguleikar, men bara eina ferð eydnaðist teimum at skjóta mál. Eftir tíggju minuttir setti Jens Erik Rasmussen hol á, tá ið hann var fyrstur á returbólti [...] tveir minuttir seinni minkaði Óli Johannesen um munin, eftir frísparksinnlegg og returbólt. Í roynd at javna spenti TB álopsbogan. So mátti bera ella bresta, og hjá TB brast tað. Eitt korter restaði, tá
filminum. Hetta stuttleikaði Depp sær nógv yvir og lovaði tískil dronginum at eiga hattin, tá ið hann sjálvur var liðugur at brúka hann. Fyri nøkrum døgum síðani fekk Jack Taylor so hattin sendandi við [...] børn teirra sostatt fáa gávur frá Depp eisini. - Tað er ikki lætt at gleða øll fimm børnini, men tey hava gjørt tað gott. Tað er so deiligt at uppliva eina stjørnu, sum bæði er fittur ímóti fólki og heldur [...] 12-ára gamli drongurin Jack Taylor mátti ásanna, at stóra fyrimynd hansara Johnny Depp nærmast er ov fittur. Jack Taylor møtti Depp, tá ið hann vitjaði undir upptøkunum av nýggja filminum hjá Hollywoo
verið vandameira liðið, tó uttan at nakað mál spurdist burtur úr. Tískil var fagnaðurin eisini ovurstórur, tá hollendingurin sparkaði bóltin millum beinini á Petr Cech, eftir at Liverpool avgreiddi eitt fríspark [...] málinum syrgdi innskifti John-Arne Riise fyri, tá hann av onkrari undarligari orsøk valdi at stúta bóltin, heldur enn at sparka innleggi burtur. Líkamikið hvat, so stýrdi óhepni norðmaðurin bóltin í netið, [...] stinnu Chelsea-verjuna. Málið var júst tað, Raphael Benitez og hansara menn droymdu um, og eydnaðist tað at halda leiðsluni restina av dystinum, so hevði Liverpool besta útgangsstøði til seinnu hálvfinaluna