tíðum. Hvat er betur enn ein góð bók at stytta sær stundir við? Hevur tú hug at uppliva okkurt øðrvísi, so kom við á bókakafé. Her ber til at hoyra um bøkur og at tosa við onnur um bøkur, vit lesa. Hesaferð [...] yrkingarsavn, sum viðger næstrakærleika. Maluna Marnersdóttir og Ingrið Sondum hugleiða um bøkur og um at lesa. Hjalmar Jacobsens Bókahandil luttekur eisini hetta kvøldið Vit hittast á Hafnia tann 19. januar
settu sær fyri at royna at seta nýtt met í at stinga sperðil. Thorstein sigur, at tað gekk væl at venda sperðlinum og at stinga hann, men hann hevði hann í lunkaðum vatni alla tíðina fyri at hann ikki skuldi [...] Metsperðil Nú flettingin er farin at halla, er greitt, at nú er eitt nýtt met sett í at stinga sperðil. Og tað er eisini greitt, at hesin verður ringur at taka. Tað er Thorstein Thomsen í Hvalba, sum hevur [...] skuldi stirðna. Hetta at royna at stinga langar sperðlar, er ein stuttlig kapping, sum tók seg upp, eftir at gamla føroyska metbókin boðaði frá einum metsperðli fyri nøkrum árum síðani. Men síðani tá er
tsfinaluni at spæla á heimavølli móti OB. Tað er avrátt, at tað undan dystarbyrjan skal verða tøgn í ein minutt, og at spælararnir skulu hava svart bind um armin. Hetta verður gjørt fyri at minnast unga [...] verða í kvøld fluttar inn á áskoðaraplássini, har eitt økið er avgirt, og har tað í kvøld fer at bera til at leggja heilsanir. Trý onnur føroysk feløg í Danmark skulu í kvøld spæla í steypakappingini. Frem [...] vikuskiftinum spæla landskappingardyst. Horsens skal spæla á heimavølli móti AaB, og Fremad Amager fer at fáa vitjan av FC Nordsjælland. Hinir fýra dystirnir eru hesir: Ølstykke-SønderjyskE, Køge-AGF, Herfølge-FCM
síðan og søkir nú kommununa um at sleppa at byggja 12 íbúðir har. Heðin Mortensen vísir á, at kommunan kann ikki taka matrikkulnummarið frá manninum aftur, men hevur áhuga fyri at keypa tað aftur, um partarnir [...] hesi síðuni, at ein samdur meiriluti í Tórshavnar býráði hevur verið í samráðingum við eigaran av umtalaða grundøkinum, sum er Hanus Olsen, byggimeistari. - Eg kann vátta, at vit hava roynt at fingið hendur [...] Vit eru ikki komnir ásamt um prís, ei heldur nakað annað, sigur Heðin Mortensen. Hann vísir á, at eftir at kommunan hevði keypt nevnda matrikkulnummar frá Torvaldi Poulsen, lýsti kommunan tað til sølu.
skipa so fyri, at kommunan framhaldandi er væl fyri fíggjarliga ? og hetta gera vit best við at tryggja kommuni eitt trygt inntøkugrundarlag Besta trygdin eru at kommunan tryggjar at vinnulív fær góðar [...] bjóða okkum fram at luttaka í og ávirka framtíðina so at hon betur passar okkara tíð og tá eisini betur til okkara eftirkomarar. Tórshavnar kommuna er skuldarfríð kommuna. Sera umráðandi er, at vit eisini í [...] góðar karmar at virka undir, at vit hava eitt fjølbroytt handilslív, rúm fyri almennum stovnum og almennari umsiting. Vit skullu soleiðis tryggja at Havnin hevur nóg mikið av grundøkjum til alt hetta, góðar
hesum sambandi at viðgera krav teirra, sum má metast at vera víðgongd generalisering, loyvi eg mær at vísa til- og minna á- at í altjóða høpi eru konventiónir og yvirlýsingar, sum eru ætlaðar at verja barnið [...] altjóða rættindi hjá kvinnum. M.a. vísa hesi til "rættin" hjá kvinnum at ráða yvir egnum likami, og meta at Føroyar hava skyldu at undirleggja seg altjóða konventiónir, heldur enn egnar lógir, ið eru evnaðar [...] viðtikin 4. nov. 50), og Barnarættindarkonventónin hjá S.T. ( viðt. í 89). Her verður m.a. sligið fast, at: ...barnet, som følge af sin fysiske og psykiske umodenhed, har behov for særlig beskyttelse og omsorg
m. Hann ásannar at oljan er dýr. Men hann staðfestir samstundis, at oljan í Føroyum er framvegis væl bíligari enn í flest øllum øðrum londum rundanum okkum. Og Hann leggur afturat, at jú bíligari oljan [...] Hinvegin heldur hann, at verkafólk betala ov nógv í skatti av tí inntøku tey fáa. ? Tí er tað einasta rætta at lækka skattin av inntøkunum hjá verkafólki. Sostatt harmast hann um, at ætlaði skattalættin [...] størsta lættan. Og hann undrast eisini á, at arbeiðarafeløgini lata hetta um seg ganga. ? Tað undrar meg, at arbeiðarafeløgini gera so lítið vart við seg, nú ætlanin er at lækka skattin hjá teimum høgu inntøkunum
vald á kvinnulistanum, heldur, at nú eiga aðrar kvinnur at bjóða seg fram og taka við tí álitisstarvi, sum tað er at sita í einum bygdaráði. - Eg haldi, at tað er rætt at geva øðrum møguleikan, tá ið tú [...] komin til at geva øðrum kvinnum møguleikan at sleppa fram at. Málið hjá Kvinnufelagnum á Toftum, har Katrin eisini er limur, er at fáa eini 2-3 umboð í bygdaráðið á komandi vali. - Jú, sjálvandi seta vit [...] okkum er at fáa sum mest burtur úr í einum komandi bygdaráði ? øllum borgarunum at gagni, og tí spyrja vit ikki eftir, hvar tær annars standa í politiskari merking. Katrin Poulsen vónar at enda, at fólk í
eftir øllum at døma ikki bangin fyri at ganga stjórnarleiðaranum, Anders Fogh Rasmussen ímóti. Hóast forsætisráðharrin gav greitt til kennar á tíðindafundinum á Christiansborg týsdagin, at hann helt ikki [...] teimum Kristiligu verið av teirra áskoðan, at danir ikki eiga at blanda seg í føroysku viðurskifti.Hesum er Henriette Kjær ikki samd við. ?Tað er tað sama sum at eg viðmerki støðuna í USA, har George Bush [...] politikarum at leggja seg út í kjakið um fosturtøku í Føroyum, hevur Henriette Kjær gingið ímóti boðunum frá forsætisráðharranum. Við netsíðuna hjá Danmark Radio sigur familjuráðharrin, at tað er ótíð
bátinum Jákup sigur, at tveir lastbilar við krana vóru við í arbeiðinum, soleiðis at til bar alla tíðina at halda bátin á rættkjøl. - Tað vísti seg ikki, at meira sjógvur kom í bátin eftir, at hann var pumpaður [...] Emily Tað gekk væl at flota útróðrarbátin, Emily, aftur. Jákup Muller, skipari á Brimli, sigur, at kavarar fóru niður við stroppum um 9-tíðina mánamorgunin og settu fast í bátin. - Klokkan 9.54 var báturin [...] tíma seinni fleyt hann aftur. Skiparin sigur, at so hvørt, sum báturin kom undan vatnskorpuni, pumpaði manningin á Brimli sjógvin upp úr honum. - Vit byrjaðu at pumpa í maskinrúminum og síðan í lastarúminum