ein sera stór avbjóðing hjá RSF og stevnufyrireikarum at avgreiða FM-róðrarnar. Hesar fyrireikingar kunnu ikki samanberast við aðra ítrótt uppi á landi. Róðurin hevur nevniliga nátturukreftirnar sum sín [...] ymiskar fyritøkur kring landið, og vístu hesar vælvild við at stuðla RSF við einum nýggjum starti. Hesum fyritøkum vil RSF eisini takka hjartaliga. Eisini ein stór tøkk til Dan Petersen av Skála fyri stóru
deyðu. Hetta ger at Reed má arbeiða saman við gamla fíggindanum Doom, men er hann veruliga broyttur, kunnu tey líta á hann? Ein vældámd teknirøð Fantastic Four er ein av teim mest seldu røðunum hjá Marvel [...] Foxs hevur tjent 330 milliónir dollarar uppá hendan filmin. Uppá nógvar mátar er hann sum nógvir av hesum filmunum um superhetjur, teir eru flott gjørdir, men hesin vantar tó nógv í søguni. 3 stjørnur av
ein av vakrastu leikvøllum í Evropa. Tað er ikki so langt síðani, at føroyska landsliðið leikti á hesum vøllinum og tapti 2-1 fyri Íslandi. Laugardalurin hevur harafturat eina aðra stóra høll fyri ítró [...] einum fantastiskum fuglalívi. Í urtagarðinum liggur eisini ein hugnalig café, kallað Café Flora. Har kunnu fólk fáa sær ein drekkamunn ella tílíkt, um tey hava brúk fyri tí. World Class, sum vit skrivaðu um
loysa tann spurningin. Tað er í tillutanini av málsøkjum og landsstýrismanni til málsøkini, at vit kunnu finna eina loysn soleiðis, at tað verður ein limur í fólkakirkjuni, ið fer at umsita kirkjumál, sigur [...] vit lóggeva, at vit ikki lóggeva ímóti eitt nú okkara ríkisgrundlóg ella okkara stýrisskipan. Men í hesum førinum er tað rímiligt, at um tað ikki stendur í lógartekstinum, at tað so verður sett í viðmerkingarnar
partvís í Húsavík og Skúgvi. Enn er Televarpið ikki at síggja í Suðuroynni, men sendari verður í hesum døgum settur upp í Hvalba. Hesin røkkur Hvalbiar bygd, men arbeiðið við at seta sendarar upp í Suðuroynni [...] sum ætlað, og um viðrar, so er liðugt at seta sendarar upp í Suðuroynni um tveir mánaðar. Sostatt kunnu suðuroyingar vænta sær lut í Televarptilboðnum í oktober. Kunning um gongdina um í Suðuroynna kemur
hálvliðin, steðgaðu á og lurtaðu. Eivör sjálv mátti turka tár eftir sangin. Millum stóru løturnar á hesum G! Tvær lítlar Eivör Til at hjálpa sær við lagnum ‘Elisabet og Elinborg’ fekk Eivör júst hesar báðar; [...] fittar. Tær dugdu eisini væl at syngja, so kanska fáa vit fáa tvær nýggjar Eivör um nøkur ár. Vit kunnu bara vóna.
við einum skipi. Náttúrugripasavnið hevur leigað M/V Thor Chaser í knappar fýra vikur. Skipið er í hesum sambandi útgjørt við serligum palli til eygleiðarar. Við eru fimm føroyskir og tríggjar útlendskir [...] umfatandi, tí hetta er fyrsta ferð, at Kanada og Russland eisini luttaka. Úrslitini av teljingunum kunnu m.a. geva grundarlag fyri at dagføra stovnsmetingina av grindahvali á okkara leiðum. Meira fæst eisini
borgarar í øðrum kommunum. Tí er ein kommunal útjavningarskipan fyri Føroyar neyðugt, áðrenn fleiri øki kunnu leggjast út til kommunurnar, ta heldur Føroya Kommunufelag, hvørs limakommunur fríggjadagin vóru á [...] útjavningarskipan. Bæði Grønland og Álandsoyggjarnar hava slíka skipan, og tí eru Føroyar eftirbátur á hesum øki.
Okkara kæra kringvarp er ikki sum onnur kringvørp í heiminum. Í hvussu er ikki tey, sum kunnu røkkast í televarpi ella fáast niður umvegis eina parabolantennu. Um leiðslan í Kringvarpinum heldur føroyingar [...] hyggjarar skulu tvangsinnleggjast til at taka tað til okkum, ja, so er hetta miseydnast í ólukkumát. Í hesum zappitíðun er tað valla ein sál, sum tímir at gløða longri enn eitt hálvt minutt upp á eina sjónvarpsskrá
dugnalig arbeiðsfólk teirra, sum við fyritøkunum hava bygt hetta land til tað, tað er í dag, og vit kunnu gleðast um, at vit hava slíkar vanligar bygdadreingir og dugnaligt arbeiðsfólk á øllum støðum í Føroyum [...] av fyri slíkum vanligum bygdadreingjum. Tórbjørn Jacobsen. Eg havi mett Tórbjørn at verði ein av hesum "vanligu bygdadreingjum", eisini út frá hansara aktiva leikluti í føroyskum vinnulívi, og eg vóni