og Acorn. Einar Steensnæs, oljumálaráðharri, væntar, at uppaftur fleiri útlendsk feløg fara at bjóða seg fram á norsku oljuøkjunum. Hann væntar, at áhugin verður stórur, tá 18. útbjóðingarumfar verður [...] útlendsk oljufeløg at leita eftir olju á norska landgrunninum hevur ongantíð verið so stórur sum í ár, skrivar Aftenposten. Í 2002 komu fimm nýggj feløg inn á norska landgrunnin at leita eftir olju. Tað
biskupar finnast nú hvassliga at Tony Blair, forsætisráðharra, tí hann gjørdi av at fara í kríggj við Irak. Erkabiskupurin í York, David Hope, sigur við blaðið The Times, at Blair vendi tað deyvað oyrað [...] mótstøðu frá fólkinum gjørdi av, at Bretland skuldi taka lut í álopinum á Irak. Tom Wright, sum er biskupur í Durham, er eisini hvassorðaður. Hann sigur við blaðið, at Tony Blair og amerikanski forsetin [...] atfinningum teir seinastu dagarnar. Beint fyri jól segði hann við BBC, at amerikanarar og bretar hava funnið fleiri prógv fyri, at Irak hevði hópoyðingarvápn, men sunnudagin vísti amerikanski umsitingarleiðarin
støðu til, at vinnan ongan studning skal hava, tá ið tað gongur væl. Men tað er tá ið tað gongur illa, at vit hava brúk fyri einum virknum vinnupolitikki. Og tað er her, at Óli Jacobsen heldur, at okkara [...] verið, at politikarar tóku støðuna hjá rækjuvinnuni upp til veruliga viðgerð. ?At nokta fyri at viðgera støðuna hjá rækjuvinnuni, kann vera ein politisk støða í sær sjálvum. ? Men tað, sum er at fýlast [...] skipað, og, hvar rækjuflotin er tá, er ikki gott at vita. Ikki altíð skilaleyst Óli Jacobsen vísir á, at tað er ikki sagt, at tað altíð er skilaleyst at lata stuðul. ?Grundarlagið undir Norrønu er studningur
brekaðu" valdi at seta ein áhugaverdan spurning á plakatina, sum varð gjørd fyrr í ár. Eitt spurnartekin varð sett eftir útsøgnina: Føroyar fyri øll? Páll helt, at hetta var ein fyndigur máti at gera vart við [...] nógv í fyri, at samfelagið verður nóg rúmligt ? eisini fyri tey, sum eru eitt sindur øðrvísi skapt enn tann stóri hópurin. Páll segði, at Almannaráðið hevði bjóðað til hendan fundin fyri at taka saman um [...] øðrvísi, fær fólk at aftra seg, soleiðis at hesi síggja forðingar heldur enn møguleikar. Hetta man vera galdandi fyri tey flestu av okkum ? bæði tann "normala" hópin, um eg kann loyva mær at brúka eitt slíkt
fram eftir Útvarpið visti at siga, at Schandorff Vang, umboðsráðslimur, skrivaði øllum umboðsráðslimunum og nevndini í tryggingini bræv, har hann boðaði frá, at hann góðtók ikki, at so stórar íløgur vórðu [...] kravt, at nevndin í Tryggingini skal leggja viðurskifti í sambandi við vanliga virksemi fyri umboðsráðið, er tað tað sama sum at krevja, at nevndin skal bróta lógina. ? Trygvi Guttesen sigur, at hinvegin [...] ferðavinnuna í Føroyum, fyrst við at seta 10 milliónir í partapeningi í Norrønu og síðani við at keypa Hotel Føroyar fyri góðar 60 milliónir. Heilt skeivt Síðani er komið fram, at onkrir limir í umboðsráðnum
. Skeiðið snýr seg snøgt sagt um, at skilja konfliktir, at møta konfliktum, ikki-harðligt samskifti og samskiftis- og konfliktvenjingar. Og tað gevur møguleika til at fáa tosað um og ment, hvussu konfliktir [...] um konfliktir, er tað at samanbera við eina trappu. Lene greiðir frá, at konfliktir kunnu vera á ymsum stigum. Og við støði í teimum ymsu stigunum verður kjakast um, hvør máti at handfara konfliktina uppá [...] men í prinsippinum er mátin at handfara tær uppá tann sami, sigur Lene Bilde Jacobsen. Tá ein konflikt kemur fyri millum tvey starvsfólk, er tað upp til leiðaran ella stjóran at virka sum semingsfólk. Í hvønn
sum gera, at vit ikki fáa tikið lut í tí, sum samfelagið hevur at bjóða. - Tað ræður um at síggja, hvørjar møguleikar hvør einstakur hevur, sjálvt um hann ber brek. Tað er ikki neyðugt at gera fólk veikari [...] bað politikararnar beina burtur forðingar, soleiðis at tey, ið bera brek, ótarnaði kunnu koma sær fram í samfelagnum og soleiðis verða før fyri at at útbúgva seg og arbeiða sum øll onnur. Marjun Bæk, prestur [...] sum ongan hevði at hjálpa sær. Hon vísti eitt nú á ta oyðimarkargongd, tað oftast er hjá teimum, ið hava brúk fyri hjálp frá samfelagnum, tá á stendur. Hon endaði røðu sína við at siga, at kristindómurin
g av tí veruleika, at tað er ringt at vera gamal og hava hjálp fyri neyðini, og at tað er verri at gerast gamal í Havn enn aðrastaðni í landinum. Greinin fekk meg at fáa hug til at gera nakað ítøkiligt [...] eg fái møguleikan, fari eg at leggja alla orku í at broyta støðuna soleiðis: - At komandi býráð skal virka fyri at eldraøkið kemur út til Havnar kommunu at vera umsitið. - At tann upphædd, sum er sett av [...] veruliga so, at vit, sum búgva í Havnar kommunu, raðfesta hesar eldru borgarar so lágt? Havnar kommuna hevur hetta valskeiðið megnað at loyst barnaansingartørvin og hevur sostatt prógvað, at hon er før fyri
um aftur at sleppa at byggja nýggj skip. Tað eru eini trý ár, síðan skipasmiðjan bygdi seinasta nýbygningin, sum var alibáturin, Ruth, ið fór til Klaksvíkar. - Tað er deiligt aftur at sleppa at byggja [...] vænta tey, at einir 10 mans meira at kalla burtur av verða knýttir at nýbygningunum fram til endan av april mánaði, tá ið báðir bátarnir skulu verða lidnir. - Tað verður ikki soleiðis, at allir, sum arbeiða [...] arbeiða hjá okkum, verða knýttir at hesum arbeiði, men hetta ger góðan mun, nú minni hevur verið at gjørt í seinastuni, verður sagt á Tórshavnar Skipasmiðju.
seg frá at leggja seg upp í føroysk viðurskifti. Fólkatingslimurin hjá Radikala Vinstra, Naser Khader sigur við Politiken, at hann er samdur við Kamal Qureshi um at danir eiga at virka fyri, at fosturtøkulógin [...] eru danskir politikarar farnir at gera vart við sína støðu í málinum. Danska dagblaðið, Politiken, skrivar í dag, at danskir politikarar eru ójavnir á máli um Danmark eigur at leggja trýst á Føroyar í sp [...] broytt. ?Eg vil ikki nýta orðið tvang, men vit eiga at nýta tey politisk amboð, vit hava. Men eg havi skilt, at vit hava ikki eina siðvenju fyri, at vit ikki blanda okkum í føroysk viðurskifti, sigur Naser