kolmandi landsstýrissamgongu í so góðum standi, sum tað nú einaferð ber til aftan á tey bakkøst, ið hesum landi hevur verið fyri, sigur hann. Anfinn Kallsberg sigur, at henda samgonga setti sær fyri at gera [...] samgongan hevur eftir, fer landsstýrið at halda fram við arbeiðinum at finna økið, har lógarbroytingar kunnu gerast við tí fyri eyga at minka um lógarbundnu útreiðslurnar.
eitt sindur um, hvat okkara sjófólk hevur gingið ígjøgnum, fyri at vit føroyingar skulu yvirliva á hesum kørgu klettum. - Eisini hetta seinasta ár hevur tað hent, at sorgarboð eru farin um landið, tí at [...] í sorgini, men orð eru tað einasta, vit eiga til ugga og troyst, tá tey tungu boðini raka. Og vit kunnu so lítið annað gera enn at leita til hann, sum troytaði einkjuna i Nain. Vit fáa ikki tey mistu aftur
vetur at senda enskar dystir leygardag klokkan 15.00, og tey, sum hava áhuga fyri enskum fótbólti, kunnu eisini gleða seg til, at sendingin Mál, mál, mál, har brot úr øllum teimum ensku dystunum verða víst [...] beinleiðis við felagið, sum hevur rættindini til enskan fótbólt, og í SvF siga tey, at fyrimunir eru við hesum, tí SvF á hendan hátt fær rættindini til at senda fleiri dystir enn eitt nú DR. Heldur ikki í føroyska
longri enn seinasta ár, er tað av alstórum týdningi, at teir longu nú vísa vestmenningum, at teir kunnu spæla við. VÍF hevur seinastu tveir dystirnar havt trupulleikar í fyrra partinum av dystinum, men [...] hetta vikuskiftið. GÍ má vinna Hjá kvinnum verða tveir dystir í vikuskiftinum, meðan stóri dysturin í hesum umfarinum ikki verður fyrr enn mikukvøldið, tá Kyndil og Neistin fara at dystast fyri fyrstu ferð
honum sjálvum,« sigur Óli Jacobsen. Óli Jacobsen sigur, at tað er heilt innlýsandi, at fiskimenn ikki kunnu straffast fyri ólógligheitir, sum fólk uppi á landi fremja. Og hann ivast ikki í, at tiltøkini fr [...] lítið fyri at fara í verkfall ein dag, tá annars einki arbeiði er kortini. Og einasta úrslitið av hesum er, at eingin tekur eina slíka fakfelagsrørslu fyri fult.
sinni - umboðandi alt Føroya fólk - og ikki bert landsstýrisflokkarnar. NÚ føroyingar sjálvir bæði kunnu og eiga at samráðast við onnur lond um eitt nú framtíðar samstarv og samhandil, so er tað sera avgerandi [...] okkum føst til nakrar fáar samstarvspartnarnar men at hyggja allan vegin kring okkum. Vit ynskja við hesum báðum londum tillukku við avtaluni og løgmanni - og vónandi eisini eini løgtingsnevnd - góðan byrð
til samráðingarleiðara og -nevnd - hava gjørt eitt sera gott arbeiði. Nú arbeitt hevur verið við hesum máli í so mong ár eru tað sjálvandi eisini aðrir politikarar og embætisfólk, sum eiga sín part av [...] løgmaður, Edmund Joensen, valdi eina heilt aðra gongd í málinum enn hana, sum nú hevur loyst málið, kunnu vit tó vóna, at hann og hansara flokkur eru so mikið at sær komin, at innsíggja, at her er rætt atborið
kommuna avtalu við Runavíkar kommunu um røktarheimið har. Gøtu kommuna rindar fyri, at gomul í Gøtu kunnu vera á røktarheiminum í Runavík. Men hetta halda tey gomlu í Gøtu ikki vera nøktandi. ? Vit hava eitt [...] li. Hann sigur, at talan er um ein ávísan áhugabólk innan tey eldru í Gøtu, sum leypir fram av í hesum spurninginum. Tey ynskja at fáa eitt sambýli her og nú, í staðin fyri, at allir møguleikar verða kannaðir
superliguni aftur í eldin. Tá fáa Jákup Mikkelsen og teir vitjan av Aarhus Fremad, sum ? um teir tapa ? kunnu missa teoretiska møguleikan fyri at verða í bestu deildini. FCK skal út í Lyngby, har talan verður [...] Viborg 34, Aarhus Fremad 24 og B93 12 stig. Øll liðini hava spælt 28 dystir. 33. og síðsta umfarið í hesum kappingarárinum verður spælt mikudagin 16. juni.
arbeitt verður við at seta eina nevnd, sum skal viðgerða allan samferðsluspurningin sum heild. Í hesum døgum verður síðsta hond løgd á arbeiðssetningin hjá nevndini. Tá ið arbeiðssetningurin er góðkendur [...] verður rættiliga umfatandi og Sigmund Isfeld roknar við, at tað fer at taka fleiri ár. Men so leingi kunnu vit ikki bíða eftir einum endaligum úrslitið. Tí rokni eg við, at nevndin fer at koma við fleiri