land." Í Streingjum, ið tóna eru upprunayrkingar og týðingar Símunar, 99 í tali. Burtur úr rúgvuni kunnu vit nevna "Vár við lýggjum vindi" og "Eg smáttu veit á grønu ong", sum saman við so mongum øðrum yrkingum [...] tær ymsu yrkingarnar eru yrktar. Tað er abbadóttir Símunar, Turið Sigurðardóttir, ið ritstjórnar hesum verki, sum umframt hetta bindið fevnir um greinasøvn, søvn við søgum og leikum og eitt bind, sum lýsir
er, at norska fiskivinnan ikki fyrr enn nú er í gongd við at leggja til rættis virkini so, at tey kunnu fáa neyðugu ES-góðkenningina. Hetta er sama umlegging sum føroyingar fyri fleiri árum síðani fóru [...] sínum eintingum. Norðmenn noyðast, orsaka av EBS-avtaluni, at fylgja øllum krøvum, sum ES setir á hesum økinum. Men mótstøðan innan vinnuna og partvíst innan umsitingina hevur gjørt, at hetta ikki er komið
at vita, at ognirnar liggja tryggar nú verkfall er, og at tað ikki kemur nakað upp á tær, sum vit kunnu sleppa undan, sigur Reidar Nónfjall Flúgvingin ótarnað Flogsambandið millum Føroyar og útheimin var [...] flogvøllin. Fyrr hevur tó ofta verið so, at fakfeløgini hava blokerað atkomustøðini hjá smábátunum, men hesum eru tey eftir øllum at døma farin frá í ár. Í Vestmanna fingu bátarnir loyvi til at sigla ótarnaðir
páskirnar spældi filmurin yvir 200 milliónir krónur inn, og er hetta besta úrslitið hjá nøkrum filmi í hesum árinum. Tað er ikki bert hjá filmsframleiðaranum, at tað gongur væl, tí eisini hevur Keanu Reeves [...] søkti Electra um hjúnarskilnað frá Rodman við teirri grundgeving, at tey eru alt ov ymisk til, at tey kunnu sameina síni áhugamál. Tey bæði hava einans verið gift í fimm mánaðar, men longu níggju dagar eftir
seta ljóskastaran á tey mongu fiskasløg, sum eru í sjónum kring Føroyar og hvussu vælsmakkandi hesi kunnu verða, verða tey tilgjørd á rættan hátt. -Eg haldi, at her er so nógvir møguleikar at fáa meira burtur [...] at hansara kynstur kennast kveikjandi. Johan Mortensen dylur ikki fyri, at eitt av endamálunum við hesum tiltaki er at skapa áhuga fyri ætlanini at gera ein gastronomiskan stovn í Føroyum. Hesin stovnur
Vestmannaoyggjum, koma til Føroya at spæla ímóti HB í einari norðuratlantiskari fótbóltsfinalu tann 22. í hesum mánaðinum. Eitt afturvendandi tiltak Poul Michelsen frá HB sigur, at vónandi gerst henda norðuratlantiska [...] fótbólt gerst minni og minni, og spyrt tú leikararnar hjá HB, so eru teir ikki í iva um, at teir kunnu basa íslendsku meistarunum. Skráin fyri dystarkvøldið Tað verður gjørt nógv burturúr kvøldinum, tá
- Vil Tórshavnar Býráð hava meg at flyta? Eri eg martyrur?, spyr Kári Müller seg sjálvan í hesum døgum. - Eri eg óynsktur í Havn, so er bara at siga til, ella at senda mær eitt bræv, so skal eg flyta, [...] sigur Kári Müller og leggur dent á, at hann nú enntá er leysur av Feðgum og SMS. - Teir kunnu bara fáa alt økið, um eg fái tað gottgjørt, skemtar Kári heldur sorgblíður. Stríðið um geiran Kári Müller
rættiliga stórar nøgdir av ymsum fiskavørum, bæði til USA og til londini niðri í Evropa. ? Íslendingar kunnu t.d. fáa ein fyrispurning onkustaðni frá í dag og so lata teir vøruna í morgin. ?Hjá okkum ganga tað [...] loysir seg væl kortini. Tilmælið hjá Egili Olsen er tískil, at tað almenna endurskoðar sín politikk á hesum øki og tekur uttanlandssambandið uppaftur. ?Letur tað seg gera, hevði tað verið avgjørt vert at kanna
við stýrisskipanarlógina at gera, men hon verður ofta brúkt sum umbering. Eg kann grundgeva fyri hesum: - Eitt nú tá samgongumenn siga, at eingin samgongufundur hevur verið, svarar løgmaður, at samgongufundir [...] Stýrisskipanarlógin verður stutt sagt brúkt sum skálkaskjól. Tað líkist ongum, sigur Signar á Brúnni. Kunnu ikki læra fólk vanligan fólkaskikk - Verður gjørt nakað frá formansskapsins síðu, t.d. um hvat tingsins
vitað, hvussu nógvur hávi nú verður gjørdur burtur úr honum, og bók hansara, Barbu og Harra Pál. Vit kunnu so bara gita okkum til tað, tí tað eru liðin 59 ár síðani, at Jørgen Frantz Jacobsen doyði, og tí [...] tann elsta, Anna Kathrina, sum er 95 ár og býr á Lágargarði í Havn. Á torginum í SMS í Havn er í hesum døgum framsýning við lutum og myndum úr filminum, sum verður frumsýndur sunnudagin. Framsýningin er