ikki siglandi. Vit vóru inni á siglingini, tað vil siga innan fyri skerini. Men har er langt strekki, har tað nærmast er opið hav. So har var eingin lívd at fáa. Mitt í tí heila brendi tangin tómur. Báturin [...] navnið Nordafar er júst sett saman við forbókstøvunum í hesum londum. Seinni fóru fyrst danir og síðan norðmenn burturúr felagnum, so føroyingar komu at standa einsamallir eftir, men tað er ein onnur og longri [...] 2. partur Ferð til Grønlands við forðingum Í 1951 er pápi mín sjúkur, og eg fari við Marité, sum liggur og manglar fólk. Eg havi bátin Boga við. Hetta summarið var ikki farið í Ravnsoynna at rógva út frá
Tað merkiliga við tí er, at Freydis hevur kannað øll skjøl, og hon finnur onga staðni hetta skrivað uttan tað, at tað er skift eftir Jógvani Olsen á Grunnlendi í 1949, og tá er skilað til, at hann doyði [...] enn vit. Tá vit komu inn um ánna, nú vísir tað seg, at pápi er farin at dyrgja saman við gamla Hans Jacob Abrahamsen, sum vit róptu, og Poul Jóhannes Gaard undir Garði. Teir dyrgdu út fyri Kamarshellu [...] at skjóta harur. Hann bað Jógvan koma við sær til at bera. Teir fara fram í Líðina. Tað er oman fyri har, tað er dyrkað upp, og har situr ein hara á barajól. Her var ikki so lætt at koma, tí her var