sigur Kaj Leo Johannesen. Mótstøða higartil Higartil hevur verið greið mótstøða í Føroyum móti at gerast partur av ES. Einans Sambandsflokkurin hevur latið eina hurð staðið á gloppi fyri limaskapi, og so [...] in hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy, Kaj Leo Johannesen, sum birtir kjakið av nýggjum. Hann hevur lagt uppskot til samtyktar fyri løgtingið, sum heitir á landsstýrið um at gera eina frágreiðing, ið [...] ES-limaskapi. Hendan frágreiðing skal so til aðalorðaskiftis. ? Spurningurin um ES-limaskap ella ikki hevur oftani verið frammi, men nú eru umleið 30 ár síðan, at vit høvdu orðaskifti á løgtingi um hendan fyri
hava fingið lógina setta í gildi, sum hevur verið ávegis í 10 ár. Men striltið gongst hjá landsstýrinum, sum hevur uppskot klárt. Sjónarmiðið hjá landsstýrinum hevur verið, at føroyingar hava heimild at [...] løgd fyri Fólkatingið, ið hevur til endamáls at geva føroyingum heimild at yvirtaka øll málsøki, ið liggja uttan fyri grundlógina. Sambandsflokkurin hevur mist tolið og hevur lagt uppskot fyri tingið um [...] rin fær undirtøku fyri sínum uppskoti, tí landsstýrið arbeiðir við málinum, og Javnaðarflokkurin hevur eisini sagt, at hann styðjar eina føroyska loysn á málinum. Lógin um kringvarp, sum varð sett í gildi
við skaða. Hann hevur í drúgva tíð verið plágaður av einum eymum lærkrika, og mikudagin gekk so galið. Seinastu tvey árini ella so, hevur tað eisini verið so, at vestmenningurin hevur drigist við skaðar [...] skaðar av ymsum slag, soleiðis at venjingarstøðan ikki hevur verið tann sama, sum hon kundi verið, og á sín hátt viðgekk hann eisini, at skráin í seinastuni kanska hevði verið dekan ov hørð. - Tað er kanska [...] við ov nógvari venjing, tók hann skemtiliga til, tá vit spurdu um hetta. - Tað er rætt, at hetta hevur verið ein trupulleiki. Í gjár (týsdagin, blðm.) merkti eg eisini nakað til hetta, so eg vandi mest
tað, sum verið hevur, og fer at verða. Tað er heilt greitt, at her er ein onnur kensla í dag, enn hinar morgnarnar hevur verið. Her er nakað, sum fólk fara at sakna, sum eisini onkur hevur á orði. Lagt verður [...] Oyrargjógv er einki óvanligt at síggja, tá Ternan umleið hálvgum sjey leggur at, sum hon i áravís hevur gjørt. Kortini er kenslan eitt sindur øðrvísi, tí vit vita, at hetta er seinastu ferð, farið verður [...] líkasum er vorðið ein partur av gerandisdegnum. Uppi í salongini er heldur øðrvísi, enn vanliga dagar hevur verið. Har eru borð dekkað við rundstykkjum, og kaffimaskinurnar standa á einum borðið mitt á dúrkinum
Ráðið fyri brekað metti, at Tommy Petersen hevur gott innlit í almannaøkið sum heild, eisini holla vitan um spurningar, sum viðvíkja brekaðum. Hesa vitan hevur hann frá einum longum arbeiðslívi innan almannamál [...] útbúgvin sosialráðgevi og cand.jur. Hann hevur verið leiðari á Andveikradeildini, stjóri á Almannastovuni, og var eitt skifti leiðari á Kærustovninum. Frá 1999 til 2002 hevur hann starvast sum ráðgevi í spurningum [...] spurningum viðvíkjandi miðspjaðing í Nepal. Arbeiðsgevari var Danida. Tommy Petersen hevur síðani august 2002 verið ráðgevi í Oljumálaráðnum. Tommy Petersen fegnast um tað álit, honum er víst við hesum sessi
felagsins. Ísfiskavinnan hevur ongantíð havt tað betur, og væl hevur gingist hjá nótaflotanum - um enn ikki eins væl, sum árið fyri, ið var eitt framúr gott ár. Tann skipabólkur, sum hevur tað tyngst, er rækjuflotin [...] dagsskránna um trygd og trivnaðin umborð á okkara fiskiskipum. Hetta felag hevur virkað í neyvum samstarvi við FF, men seinnu árini hevur líkasum minni lív verið í felagnum. Kanska er tað soleiðis, at fiskimenn [...] fleiri í tali, men teir hava eisini verið færri. Undirtøkan í ár er sostatt umleið miðal. Í mong ár hevur Fiskimannafelagið hildið sín árliga landsfund millum jóla-og nýggjárshøgtiðina, tí hetta er tíðin
so væl kenni eg hana, sigur Pápin, Ási Jacobsen. Hann sigur, at ikki minst hevur hann verið styrktur í trúnni, nú hann hevur sæð, hvussu nógv fólkini í Danmarks Radio, sum gera sendingina, hava hjúklað [...] undarligt, at Guðrun er farin at syngja, tí har í slektini syngja øll í bæði borð. Sjálv hevur hon altíð sungið og hon hevur ein beiggja, sum syngur í MC Hár, so sangur og tónleikur er langt frá fremmandur í [...] kann hann eisini saktans vera. Ikki minst hetta hetta fríggjakvøldið 31. januar 2003. Dóttir hansara hevur júst lagt alt Danmarkar Ríki fyri sínar smáu føtur við eini frálíkari framførslu av sanginum ?Promise
Fjølmiðlaábyrgd hevur fingið nógva umrøðu í síðstuni. Føroysku fjølmiðlarnir standa javnan fyri skotum, men borgarin hevur onga staðni at venda sær, um hann ætlar sær at kæra. Hetta hevur eisini fingið [...] rættlag, so ein lóg um góðan fjølmiðlasið fæst í lag. Sambandsflokkurin hevur eisini júst lagt uppskot fyri løgtingið, sum hevur til endamáls at seta donsku lógina í gildi. Málsøkið fjølmiðlaábyrgd er [...] Lene Espersen løgmálaráðharri um at fáa ábyrgdina av fjølmiðlunum á føroyskar hendur. Landsstýrið hevur skotið upp, at málsøkið verður yvirtikið við eini vanligari avtalu millum stjórnina og landsstýrið
at hann skuldi vera í fulltíðarstarvi. Henrik Larsen hevur ikki nógvar royndir sum venjari. Tað hevur Benny Johansen. Størstu avbjóðingina hevur hann havt í FCK. Har var hann venjari frá á sumri í 1992 [...] aftur frá 6. september í 1994 og inntil á sumri í 1995. Síðani hevur hann m. a. verið venjari í Silkeborg. Nýggi venjarin hjá Ølstykke hevur eisini vant B1903, sum er partur av FCK. Benny Johansen spældi [...] Hann er nú í starvi hjá Ølstykke, sum telist millum fremstu liðini í 2. deild í Danmark, og sum hevur góðar møguleikar at flyta upp í summar. Hósdagin varð so kunngjørt, at Benny Johansen verður nýggjur
Verkfallið hevur avbyrgt Suðuroynna í meira enn 14 dagar, tá tað viðvíkur vanligum ferðafólkaflutningi. Hetta hevur m.a. 7. flokkur í Vági merkt, tí til tað síðsta hevur verið ivi um, hvørt tey sluppu [...] hava røddir verið heldur ivasamar um, at undantak hevur verið givið at flyta aðrar bólkar um eittnú Vestmannasund við tí grundgeving, at ferðin hevur verið fyrireikað leingi. Neyvan øvundar nakar nøkrum [...] men tá var ætlan løgd um at fara við Roc Amadour, sum kom aftur úr Íslandi mikudagin. Roc Amadour hevur verið og selt í Íslandi eftir góðan túr, men hevði ringt veður á heimleiðini, so hann var nakað seinkaður