reiðrast eisini aðrastaðni, eitt nú í Sandoy, Koltri, Stóru Dímun, Nólsoy, Trøllhøvda og eisini aðrastaðni um landið. Harry Jensen í Skúvoy sigur, at líri verður ikki veiddur í oynni nú sum áður. - Tað var tann [...] tey í Skúvoy á grannastevnu seinnu árini hava ásett eitt mesta tal av lira fyri hvørt húsarhald í bygdini. Tíðin, nær farast kann á líraveiði í Skúvoy, hevur eisini verið avmarkað til eina viku. Í ár hevur [...] húsarhald í bygdini í mesta lagi kundi veiða 100 lírar. Hann heldur, at menn sum heild lótu væl at vertíðini í heyst. - Okkurt kvøldið var ógvuliga ljóst, tí tað var mánalýsi, og tá plagar veiðan ikki at roynast
spennandi kommunuvali í báðum teimum størru kommununum í Sandoynni, Skopun og Sandi. Í báðum kommununum vóru tveir listar á seinasta vali, har fáar atkvøður vóru millum listarnar, seks í Skopun og fimm á Sandi [...] Sandi. Á Sandi koppaðu fimm atkvøður gamla meirilutanum, og í Skopun vantaðu seks atkvøður í, at sitandi meiriluti koppaði. Hyggja vit eftir tølunum í Skopun á seinasta vali, fekk listi A við Gerhardi Lognberg [...] hon dylur ikki fyri, at hon í spenningi sær fram til eitt nýtt kommunuval. - Eg tími hetta ógvuliga væl, og eg havi eftir førimuni roynt at gjørt mítt besta. Marjun sigur, at hon hevur ikki stóra familju
sannlíkur, eftir at Víkingur í kvøld í fínum fótbóltslíkindum á Skála vann tryggan 3-0 sigur. Víkingur hevur 66 stig, og um tað fríggjakvøldið eydnast at vinna fulla úrtøku í Sarpugerði ímóti ÍF, so verður [...] so fara vit ikki at fegnast um FM, sum vit ikki hava møguleika ástøðuliga at vinna fyrrenn eftir landsliðssteðgin, sigur Ólavur Mikkelsen hjálparvenjari hjá Víkingi við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum [...] nógv í verjustøðu. Tí var tað kanska ikki so hugaligt hjá áskoðarunum at síggja, tá ið vit síðsta hálva tíman vóru nógv á bóltinum, uttan at tað var so vandamikið. Jákup Johansen skoraði málið í fyrra
fulla úrtøku í dag, men tá ið vit tvær ferðir vóru aftanfyri og í longum løtum vóru kroystir, so kunnu vit ikki annað enn vera nøgdir við, at tað endaði 2-2, sigur NSÍ málverjin Kristian Joensen í samrøðu við [...] Absalonsen í FM1 útvarpinum. Nú Klæmint A. Olsen ikki var tøkur, tí hann var leikbannaður, var Kristian Joensen NSÍ liðformaður. Eftir samanbrest við mótstøðumann lá hann á vøllinum í góða løtu í fyrra hálvleiki [...] Tað endaði 2-2 í Gundadali, har NSÍ var gestur hjá B36. Í árstalsfelagnum eru teir vónbrotnir um, at úrtøkan var eitt stig, og í NSÍ leguni eru teir nøgdir við eitt stig og at NSÍ er á fjórða plássi, og
hósdagin í London. - Eg kenni Donald Trump væl. Eg havi arbeitt saman við honum í fleiri ár í mínum fyrra leiluti sum forsætisráðharri í Niðurlondum. - Eg veit, at hann skilir fullkomiliga og er samdur í, at [...] nýggi aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, á evropisku sambandslondini um at taka tað róligt. Rutte væntar ikki, at Donald Trump fer at taka stuðulin til Ukraina aftur, um hann vinnur valið í USA. Tað sigur Rutte [...] Trump gjørdist forseti í 2017. - Hann trýsti eisini okkum, tá tað snýr seg um Kina. Og rætt hevði hann, sigur Mark Rutte. Tá Nato samtykti sína langtíðarstrategi í 2010 varð Kina ikki eingongd nevnt. Tá varð
Landsbanki Føroya: Suðuroyartunnilin verður ikki nenvdur í hesum sambandi, men Landsbanki Føroya hevur í dag eina grein um, at stórar verkætlanir ofta hava trupulleikar við at halda tíð og kostnað. Bent [...] Bent Flyvbjerg, ið er granskingarleiðari innan verkætlanarleiðslu, vísir í síni bók ”How big things get done” á vandar í stórum verkætlanum. Bókin “How big things get done” vísir á, at stórar verkætlanir [...] fyrireiking kann elva til, at verkætlanin fer út um mørk bæði í tíð og kostnað. Fyri eina verkætlanarleiðslu kann tað vera freistandi at fara í gongd við eina verkætlan so skjótt sum møguligt. Tilmælið hjá
familjur fara at seta búgv í fleiri spennandi útstykkingum á Argjum komandi árini. Argjabørn skulu sjálvandi ganga í skúla í egnum nærumhvørvi, og saman við teirra grannabørnum. Her í skúlanum skulu tey hava [...] sum ber brá av ikki at avspegla virðini hjá verandi samgongu. So seint sum í 2023 bleiv gjørt semjuskjal við Kommunufelagið um, at seta barnið í fremstu røð. Tað eru ventilar, og møguleikar í nýggju lógini [...] at børnini kunnu fara oman í Sankta Frans Skúla. Ein annar sera óheppin ringvirknaður av hesum er, at foreldur, ið bera ótta fyri, at barn teirra ikki sleppa í fyrsta flokk í teirra nærumhvørvi, eru farin
Mjølnir spæld í ítróttarhøllini á Giljanesi, sum SÍ brúkar sum heimavøll í finalunum, tí lítla høllin í Sørvági ikki er góðkend til finalur. Fríggjakvøldið verður so onnur finalan spæld í Klaksvík. Hava [...] besta liðið í kappingini, men vísti kortini á, at í lítlu høllin í Sørvági fekk Mjølnir ikki nyttu úr góðu hoppservunum, liðið hevur, og at tær kundu fara at gera Mjølnir meira kappingarført í stóru høllini [...] neyðugt varð við einari triðju finalu; í 2015, tá TB vann triðja finaludystin 3-0 á Drátti í kvinnudeildini, og so fyrstu ferð FM-finalur vórðu spældar í flogbólti í 2010, tá menninir hjá SÍ vunnu triðja
um, um Føroyar ikki skjótt fáa fullan limaskap har, sigur uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum í álti í málið um tilráðingar hjá Norðurlandaráðnum, sum verða til viðgerðar í Løgtinginum í næstum Næsta ár [...] kanning, men tað skal ikki forða okkum í at veita politiskan stuðul til endurnýggjað og javnari norðurlendskt samstarv, sigur Morten Dahlin í skrivligari viðmerking til Ritzau. Í fjør kom fram, at Grønland [...] Grønland hevði sett sína luttøku í Norðurlandaráðnum í bíðistøðu. Sambært Muté B. Egede, táverandi stjórnarleiðara í Grønlandi, var orsøkin, at svenski formansskapurin í Norðurlendska Ráðharraráðnum hevði
2 prosent í apríl í mun til sama mánað í fjør. Tað upplýsir tíðindastovan Reuters út frá tølum frá vinnufelagsskapinum Mobility Danmark. Samtakið almannakunngjørdi hósdagin tøl um bilasøluna í Danmark. [...] tíggju teir best umtóktu persónbilarnar í apríl. Tesla stendur als ikki á listanum. Í fyrsta ársfjórðingi var Model Y hjá Tesla fimt mest umtókti persónbilurin. Í 2024 var Model Y hjá Tesla tann mest umtókti [...] 10.500 seldum bilum. Í apríl í ár var best umtókti persónbilurin ein Skoda Elroq, harav góðar 1.000 vóru skrásettir. Í fyrsta ársfjórðingi vórðu 1.549 nýggir Tesla-bilar skrásettir í Danmark, samanborið