fáa síðan undangóðkenning til stuðulsjáttan og verða bjóðaðir at lata inn fullfíggjaða umsókn um verkætlanarstuðul. Meira kunning fæst við at venda sær til Løgmálaráðið á lmr@lmr.fo . [...] Dentur verður lagdur á at stuðla verkætlanum og átøkum hjá felagsskapum, sum luttaka í altjóða heildarætlanini fyri humanitert arbeiði í Ukraina. Verkætlanirnar skulu fremja livikor hjá børnum og ungum [...] ungum. Áhugaðir felagsskapir mugu fyrst senda eina ”Expression of Interest”, við at fylla út oyðublað á heimasíðuni hjá Løgmálaráðnum á hesari leinkjuni . Útfylta oyðublaðið skal vera Løgmálaráðnum í hendi
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at náttin hevur verið friðarlig. Lítið og einki av almennum áhuga er komið í samdøgurfrágreiðingina. Men, beint fyri middag í gjár fekk ein [...] sum yvirhálaði ein annan bil. Vaktleiðarin sigur, at bilarnir koyrdu norður eftir, og yvirháling er ikki loyvd á hesum vegastrekki. - Her er ikki loyvt at yvirhála - hvørki, tá koyrt verður norður eftir
Fredericia at spæla í Tøjhuset, Keyphannahavn at spæla í Vega og til Flensborg at spæla í Flensborghus. Hesar konsertir verða dagarnar frá 10. til 12. apríl. Eftir tað kemur bólkurin heim at hava tvær útseldar
fyri B68, eftir at hann kom til felagið fyri tveimum árum síðani, men hann átti eisini sparkið, ið køvdi Evropa-dreymin í steypafinaluni. - Eg havi sæð brotssparkið umaftur. Hatta kemur at fylgja mær leingi [...] meg ikki, men rakti ikki bóltin nóg væl. Eg ætlaði at skjóta harðari og longur út móti stongini, sigur Sebastian Lau Nielsen. Kropsmálinum er einki at taka feil av. Hvørki eftir brotssparkið ella nú hann
morgun at siga, at talan var um eitt solo-óhapp, har einki annað akfar var partur av óhappinum. - Soleiðis, sum vit hava skilt, misti førarin tamarhaldið á súkkluni og datt. Løgreglan sigur, at einki var [...] hjálmi og øllum. - Vit vita ikki, hvussu førarin kom burtur úr óhappinum, men í slíkum føri er vanligt, at fólk verða send á Landssjúkrahúsið til kanningar, verður lagt aftrat.
einari gravkúgv, sum stendur á busssteðgiplássinum norðan fyri tunnilin. Vaktleiðarin siigur, at vandi er fyri, at dekkini á gravkúnni spreingjast í hitanum frá eldinum, og tá kann stórur vandi vera á ferð [...] Løgreglan sigur, at fólk, sum ætla sær ígjøgnum Signarbøartunnilin, noyðast eftir Oyggjarvegnum, tí koyrandi er ikki á vanligu leiðini í løtuni. - Tað er eingin fólkaskaði hendur í samband við, at eldur kom í
til avbjóðingarnar í koronutíðini. Norðlýsið er ein mentanarberi her norðuri og eg fari at halda fram at tryggjað, at Norðlýsið framhaldandi verður ein savnandi snúðningsmiðil hjá fólki, virkjum, stovnum [...] Jóhann Lützen hevur í dag keypt hinar báðar partaeigararnar út og fer at halda fram sum stjóri á Norðlýsinum. Í 2017 keypti Jóhann Norðlýsið saman við feðgunum Palla og Jóannes Skorheim frá Oliver Joensen
er ein persónur skuldsettur fyri harðskap móti einum øðrum persóni. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at hendingin fór fram í náttarlívinum, og her vóru fleiri vitni til steðar. - Tann, sum var fyri harðskapi [...] harðskapin, verður skuldsettur fyri bæði harðskap og hóttanir, visti vaktleiðarin at siga í morgun. Lagt verður aftrat, at rúsdrekka var uppi í hendingini á Tvøroyri.
fiskiskap í løtuni. Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Ivasamt er, um skipið kemur inn at landa í næstu viku. Um frystilínuskipini verður sagt, at eitt fiskar undir Føroyum, fýra fiska í grønlendskum [...] blanding av toski, hýsu, longu og brosmu, verður lagt aftrat. Um útlitini til útróður, verður sagt, at streymurin er harður, men veðrið er gott. - So vit vænta nakað av útróðri, men fiskiskapurin hjá ú
Tvey pør eru eisini á gulllaksaveiði. - Flestu partrolarapør koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva, og ein frystitrolari er [...] aftrat. Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at allir eru norðan fyri, og her fáa teir mest av toski og nakað av hýsu og flatfiski. - Allir koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya