teir í framtíðini ætla sær at leggja dent á. Løgmaður byrjaði við at siga, at hann helt, at nokk var, at tvey mál fra hvørjum vóðru umrødd. Fyri at spara tíð. Tað skiltist, at landsstýrisfundur skuldi vera [...] Tíðindafundur verður seinni, segði hann. Kortini helt løgmaður, tá fundurin endaði, at tað kundi verið eitt hugskot at havt fleiri slíkar kunnandi fundir, og heldur oftari. [...] vera, og so var helst best at gera skjótt av. Málini, teir løgdu fram, vóru ikki nakrar nýggjheitir. Alt var, uttan undantak, slíkt, sum fyrr hevur verið frammi, og sum serliga er viðgjørt í samband við
megnaði hann at koyra hinar inn aftur. Væl gekk hjá Gunnari eisini, og eisini hann fekk skjótt arbeitt seg meir og meir inn á hinar. Komnir nakað framvið Skálabotn eydnaðist tað Gunnari at koyra Eli inn [...] inn aftur, og so sá ljóst út hjá Gunnari. Men Eli kempaði og megnaði at halda tørn líka til vent var undir Gøtueiði. Eli byrjaði at troyttast, og munurin øktist tí enn meir millum teir. Tá samanum kom vann [...] eins og Torkil klára seg stak væl seinastu árini, og hann hevur við sínum nógvu sigrum víst, at tað lønar seg at venja. Eisini hann koyrdi ein tryggan sigur heim við einum góðum endaspurti. Kappast var í
man fara at hilnast? Frætt er, at fongurin er rímiliga stórur, og eitt skinn man fara at vera í drápspart. Men verða heimapatar eisini býttir? Og hvussu stórir verða teir? Løgið, sum hetta at vilja fáa [...] sýslumaðurin so hildið verið at fáa hetta av vegnum, meðan nátt enn var, og feðslan ikki var rættiliga byrjað. Tí hann veit sum er, at tá tað fer at nærkast tíðini, seðlarnir væntast at koma út, verður eit kaos [...] rópara eru í høllinum, og menn byrja at troðka seg nærri trappuni fyri at vera sum næst, tá lisið nú verður upp. Hann byrjar við at siga frá søguni hjá grindini, eftir at hon varð funnin., hvussu rikið varð
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ráðharrin hevur elvt til kjak um royking. Hann hevur eina ferð sagt, at royking er ikki tann størsti trupulleikin í teimum fátæku býarpørtunum, men at tað er meðalstættin í Bretlandi [...] BBC, at tað er vónleyst at fylgja við, hvat stjórnin heldur um royking. Samstundis sum stjórnin stuðlar felagsskapum, sum stríðast ímóti royking, heldur ráðharrin í heilsumálum tað vera gott, at summi [...] -Hvat hevur ein 21 ára gomul einsamøll mamma við trimum børnum, sum býr í einum fátækrabýlingi, at gleðast um? Stundum er sigarettin tað einasta, sum kann gleða hana, sigur Peter Reid, sum er heilsumá
høvið verður at royna tað, sum ein hevur lært. Í lýsing aðrastaðni í blaðnum ber til at fáa gjøllari at vita, hvagar ein skal venda sær fyri at fáa viðgerð, ella hvussu ein skal bera seg at, um ein ætlar [...] vil vera við, at hon ella hann kann fáa óttan fyri smáum rúmum (klaustrofobi) at hvørva sum døgg fyri sól? Ella at koyra óttan fyri eiturkoppum á bláman? Og soleiðis kundi verið hildið fram at spurt. Men [...] nú fáa føroyingar høvið at læra, hvussu vit við at pikka spakuliga á ymisk støð á høvdi, bringu og á hondum kunnu fáa ótta, angist og pínu at hvørva. Lat tað kortini vera sagt, at sjálvandi eru sjúkur ella
seingjarklæðir og tílíkt. Tó sigur Lars Larsen, at tað skjótt vísti seg, at einki var at óttast. Jákup lat upp ein risastóran handil í Havn, og tað vísti seg skjótt, at føroyingar tóku sera væl ímóti handlinum [...] Sjálvur hevði danski dýnukongurin ongar ætlanir um at lata upp handil í Føroyum, og tí bleiv ein avtala gjørd við Poul Jakobsen um, at hann fekk rættindini til at nýta navnið hjá donsku handilsketuni, um øll [...] handilin at stongja, tí eingin vøra var eftir á goymslu. Umsitir 14 handlar í dag Jákup gjørdi tað so mikið gott í Føroyum, at handilin seldi fyri fleiri milliónir árliga, og nøkur ár eftir at handilin
nú vera komið fram til at vísa á nøkur vandamál í okkara skriftmáli og royna at geva eitt íkast til eitt ynskiligt orðaskifti, ið kann føra til bata. Her er tá fyrst at siga, at greinskrivarin er ikki [...] skarð, men ein skari og ein skor - ein skor, men at skorða - ein ferð, men at fara - at skera, men ein skurður - tað barnið, men ta gentuna - ein viðgerð, men at viðgera - vara (minna á), men varða (ansa eftir) [...] sum t.d. "tú átti at skrivað henni nøkur orð", sum fleiri føra fram sum eina grundgeving fyri at varðveita ð-ið. Eitt annað mál er, at henda hugsháttar setningsskipan tíverri er við at hvørva úr okkara
Brimnes, sigur, at stovnurin, sum annars hevur ábyrgdina av landsvegnum og trygdini á hesum, hevur ikki skyldu til at syrgja fyri, at seyður ikki sleppur út á vegin. - Vit hava ikki skyldu til at seta upp hegn [...] seyði, sigur Oyvindur, at tað dugir hann ikki at meta um í eini handavending. - Men tað er nógvstaðni, at seyður ikki sleppur út á vegin, sigur hann. Landsverkfrøðingurin sigur, at vit hava umleið 450 kilometrar [...] seyðurin ikki sleppur út á vegin. Oyvindur sigur, at landsverkfrøðingurin tó í samráð við teir, ið eiga hagan, í feiri førum hevur gjørt avtalu um at seta hegn upp við landsvegin. - Hetta hava vit eitt
taka málið upp við danska fíggjarmálaráðharran. Tað merkir, at danir eru sinnaðir at tosa um at lækka rentuna. Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta er ein ávís sparing hjá føroyingum, hóas talan ikki er [...] iga støðan Danir eru sinnaðir at samráðast við føroyingar um at lækka rentuna av teimum lánum, sum vit hava frá danska statinum. Tað fekk Jóannes Eidesgaard, løgmaður, at vita frá danska forsætisráðharranum [...] váttaði Anders Fogh Rasmussen, at danska stjørnin er sinnað at tosað um rentuna, sum føroyingar halda er ov høg, soleiðis sum peningamarknaðurin nú er. ? Vit avtalaðu, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum
hugt at ognini. Petur Olsen sigur, at verða húsini friðið, má hann ansa sær, at hann ikki er inni, tí so verður hann allarhelst eisini friðaður. Eigarin av Degnshúsi heldur tað eisini verða løgið, at fólk [...] vikurnar. Men nú hevur hann hug til at gera nakrar viðmerkingar til málið. Vónbrotin av landsantikvarinum Petur Olsen sigur, at tað hevur verið ein stak óbehagilig kensla at síggja síni privatu viðurskifti [...] verða viðgjørd í fjølmiðlunum síðstu tíðina, og hann sigur, at tað hevur verið ein sera tung tíð. Somuleiðis sigur Petur Olsen seg vera sera vónbrotnan av landsantikvarinum, sum hevur verið alment frammi