borgarstjóri á Tvøroyri sigur, at tað hevur ikki nyttað at kravt peningin inn frá Strandferðsluni og tí hevur Býráðið nú stevnt Strandferðsluni. Í Vestmanna hevur Strandferðslan goldið 50.000 um mánaðin [...] skal betala fleiri milliónir afturat um árið í ymsum havnagjøldum. Higartil hevur Strandferðslan havt serligar sømdir og hevur betalt nógv minni fyri at brúka ymsar havnir, enn hon átti at gjørt eftir støddini [...] í Vágar og sostatt er ongin sigling meiri. Størsta kravið ímóti Strandferðsluni hevur Tórshavnar Kommuna. Higartil hevur Strandferðslan goldið 700.000 krónir um árið til Tórshavnar Havn, fyri at Smyril
kinum og tann veruleika, sum nú verður avdúkaður. Tað er møguligt, at tað hevur ávirkað undirtøkuna, at loysingarøsingin hevur lagt seg, men afturgongdin hjá Tjóðveldisflokkinum kemst eisini av tí eftir [...] og minni asosiala politikki, sum flokkurin hevur borðreitt við ta seinastu tíðina, bæði í vár og aftur nú í samband við fíggjarlógaruppskotið. Flokkurin hevur áður ofta verið tann sosiali garanturin saman [...] Sambandsflokkurin hevur so stóra framgongd í dag, nú sjálvstýrismálið er komið í eina meiri friðarliga legu, samstundis sum formaðurin ikki er serliga sjónligur í politikki. Afturímóti hevur flokkurin einar
Japanarar fingu loyvi at fara undir royndarveiðu fyrstu árini. Og tað hevur gingið javnt afturá hondina síðani. Seinastu tvey árini hevur veiðan verið so lítil, at ivasamt er, hvussu verður við henni komandi [...] Tunfiskaveiðan undir Føroyum í ár hevur verið eitt stórt vónbrot. Fýra japanskir bátar hava roynt eftir tunfiski, og teir hava bara fingið góð 51 tons tilsamans, og tað merkir, at stovnurin er ovfiskaður [...] stovnurin er ovfiskaður, veiðitíðin er stutt og ógvuliga lítið er at fáa, sigur Guttormur Djurhuus, sum hevur verið vísindaligur eygleiðari av tunfiskaveiðu hjá Fiskirannsóknarstovuni hesi fimm árini, menn hava
LISTASKÚLI Hevur tú serligan áhuga og hegni til list, hevur føroyski fólkaskúlin ikki nógv at bjóða tær. Tað heldur Arngerð Joensen, sum hevur listaskúla í Hoyvík. Av sínum eintingum hevur hon skipað fyri [...] hvør fær júst ta undirvísing, ein hevur tørv á og áhuga fyri. Skeiðini, sum verða á Eysturskúlanum, verða í tvær vikur í september eftir skúlatíð. Hoyvíkar Listaskúli hevur fingið stuðul frá Mentamálastýrinum [...] tekning, máling og leirgerð. Hitt skeiðið er ætlað ungum, sum hava eitthvørt brek. - Fólkaskúlin hevur alt ov lítið at bjóða næmingum av kreativum lærugreinum og raðfestir sum heild list alt ov lágt. Lítið
Heini hevur tó stríðst sum úlvur í skóg, men hepni hevur ikki verið við honum. Hann lovar tó ein góðan endaspurt. Heinarnir báðir hava trý stig av teimum seks møguligu, har Heini Danielsen hevur fingið [...] tveir bólkar undir meistarabólkinum. Hon hevur heili fimm stig av seks, og hevur longu nú tryggjað sær ratingframgongd um hon skuldi tapt seinastu talvini. Miriam hevur styrkistalið 1675. Komandi fríggjadag [...] bert hálvt stig frá oddamanninum Esben Hove. Flóvin byrjaði eins og landsmennirnir varliga, men hevur tikið eitt rættiligt hál seinastu umførini við góðum avrikum. Hann hittir ratingfavorittin Henrik
fyrr hevur roynt at taka sokkin skip upp. Tað er Høgni Kjeld, sum í 13 ár hevur arbeitt sum kavari. Høgni Kjeld hevur nú eina tíð arbeitt við at fáa Kyrjastein aftur á flot. Hann sigur, at tað hevur víst [...] hann hevði væntað, tá hann fór undir arbeiðið. Hann sigur, at hann hevur arbeitt við at fáa lagt stroppar undir skrokkin, eins og hann hevur lagt tangar, sum skulu fyllast við luft, inn í skipið. Kyrjasteinur [...] beint niður, har hann varð standandi við mastratoppinum undan, tá líkindini vóru soleiðis. Skrokkurin hevur verið til eitt sindur av ampa hjá teimum, sum vara av skipaferðsluni á Fuglafirði, og avgjørt er nú
um og spyrja, hvør flokkur hevur sum eingin annar forðað fullveldisgongdini? Hvør flokkur hevur veruliga verið tað bullverkið, sum steðgaði loysingarfólkunum? Jú, tað hevur Javnaðarflokkurin verið. Við [...] Eingin einstakur politikkari hevur so nógv sum Edmund Joensen, sum løgmaður frá 1994 til 98, stuðlað uppundir loysingarveingin, og eingin politiskur flokkur hevur givið loysingarrørsluni so nógvan vind [...] júst Sambandsflokkurin. Teirra fastlæsta støða, um at einki skal broytast í ríkisrættarligu støðuni, hevur lagt ótrúliga nógv brenni til loysingareldin, og tað er heilt víst, at hevði Sambandsflokkurin verið
erkabiskupurin George Pell hevur lagt frá sær. Tað gjørdi hann, eftir at hann var vorðin skuldsettur kynsliga misnýtslu. George Pell heldur uppá, at hann er ósekur, og hann hevur eisini boðið sæt til at hjálpa [...] komið fram, at maðurin, sum kom við skuldsetingini ímóti erkabiskupinum, hevur eina rættiliga kriminella fortíð. George Pell hevur ikki verið serliga væl umtóktur, síðani hann gjørdist leiðari í katólsku [...] Umfarssótt ger um seg Ein sera vandamikil umfarssótt hevur gjørt um seg á oynni Madagaskar teir báðar seinastu mánaðarnar, og sambært heilsumyndugleikunum hevur sóttin kravt 479 mannalív. Læknarnir siga, at sóttin
munurin ímillum hana og Smyril er ikki stórur. Og so hevur hon eisini stabilisatorar, men hon hevur ongar koyggjur. Hon hevur verið skrásett í Aberdeen og hevur siglt ímillum Screabster og Stromness á Orknoyggjum [...] Strandferðslan hevur nú funnið eitt skip, sum tey halda er væl hóskandi at leiga til at loysa Smyril av, tá ið hann fer í dokk í vetur. Talan er um ferjuna St. Ola, sum eitt reiðarí í Estlandi júst hevur keypt [...] keypt frá P & O í Skotlandi. Reidar Nónfjall sigur, at Strandferðslan hevur havt fleiri skip í kikarunum, men teir eru nú fyribils komnir til tað niðurstøðu, at hetta skipið lýkur tær treytir, sum Strandferðslan
gita okkum til, hvat tað er, hann hevur misskilt. Norski granskarin, Per Olav Skjervold, hevur arbeitt við spurninginum um feskleika í laksi fleiri ár, og hesin hevur nú skrivað eina doktararitgerð um [...] er við øllum tí, sum hevur við fisk og fiskivinnuna at gera. Tú verður ongantíð nóg væl kunnaður á øllum økjum, tí vinnan er so ógvuliga fjøltáttað, úr einum enda í annan. Helst hevur norski greinskrivarin [...] okkurt. Tú kemur ongantíð á mál, og tað verða altíð nógv viðurskifti og nógvir spurningar, tú ongantíð hevur nortið við. Sumt veitst tú um, men røkkur tí ikki, og sumt fært tú ongantíð at vita, tí tú dettur