Ólavur í Beiti Signar á Brúnni, sum vegna landsstýrið legði uppsktoið fyri tingið fyrr í mánaðinum, sigur m.a. í viðmerkingunum, at fyrsta broytingin er sett fram fyri at betra um korini hjá barnafamiljum [...] barnafamiljum. - Í samsvari við ásetingarnar í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu verður skotið upp at hækka barnafrádráttin í landsskattinum við kr. 1.100 pr. barn, úr kr. 2.900 til kr. 4.000. Fíggjarligu [...] samanberingar kann nevnast, at Noreg ikki roknar skatt av pensjón, sum verður rindað pensjónisti, sum býr uttanlands. Í Noregi og Svøríki verður fólkapensjónin ikki skattað, Finland skattar fólkapensjón
Landsstýrið kundi sett fyrireikingarnar í verk, og síðani kundi tmáliðkomið niðan í tingið til viðgerar. Eg kenni tað eins og verða vit shanghaja í máli, sum vit ikki vita, hvar flýtur, sigur Katrin D. Jakobsen [...] undir samráðingar. í mínum hugaheimi hongur uppskotið hjá samgonguni ikki saman, tí vit hava einki at meta út frá. Tí haldi eg, at tað var óneyðugt at uppskotið hjá samgonguni kom niðan í tingið, sigur KatrinD [...] heldur, at orðingin um fullveldi í uppskotinum hjá samgonguni forpliktar, men at tað saktans ber til at fáa fullveldi eftir uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum. Munurin í okkara uppskoti er, at tað er meira
NÓGVIR stórir og viðkomandi spurningar vórðu reistir í ÚF-sendingini ?Føroyar í dag? týskvøldið. Útvarpsmaðurin fekk við hepnari hond tveir týðandi persónar í føroyska samfelagnum at gera viðmerkingar til fleiri [...] fleiri stór og álvarslig samfelagsmál. GESTIRNIR í útvarpstovuni vóru landsbankastjórin og føroyski stjórin í Føroya Banka. Spurningarnir viðgjørdir vórðu snúðu seg um landskassaskuldina, almenna stuðulin [...] støðuni hjá høvuðsvinnu okkara í dag, er tann, at tað er okkurt sum bendir á, at vit aftur eru við at nærkast eini ella aðrari landsumfatandi kreppu. Hetta søgdu bankastjórarnir ikki beinleiðis, men tað er klárt
ávísari tign, tá tað snýr seg um tittlar. Stjórar, kanska undirstjórar og í øllum førum deildarleiðarar standa spjaddir í rúminum og práta í smáum bólkum. Her eru umboð fyri Landsbankan, Tryggingarsambandið, [...] Faroese Partnership. Í Listaskálanum koma nýggir gestir framvegis inn, og klassiski tónleikurin druknar spakuliga í smápráti. Øll eru sera vinarlig. Jú, víst hava allir gestirnir takt og tóna í viðførinum. Klokkan [...] ella appelsinvatn. Bæði í fínum glasi. Konan við bakkanum smílir og bjóðar vælkomin. Mjúkir klassiskir og livandi tónar blanda seg við røddir ? fyri tað mesta mannfólkarøddir ? í rúminum. Klokkan er farin
var í fjør um 57 mió. kr., men tað hevur ikki verið uttan strev og stríð. Jón Nolsøe Olsen smæðist ikki at siga, at tað er sera tungt at fáa tað at ber til í Føroyum, tí so nógvar forðingar eru í vegin [...] leigar gamla bygningin hjá Haraldsen í Fuglafirði, sum í síni tíð var eitt flakavirki. Bygningin eigur Pf. Alilaks nú, men í samráð við hetta felag, hevur Alfa Seafood í sáttmálanum tryggjað sær at kunna [...] so nógvir keyparir á marknaðinum. ? Í fjør vóru vit so at siga einsamallir, men í ár eru ein ørgrynna av keyparum komnir aftrat, og hetta kundi man altíð rokna við í Føroyum. Tað hevur so eisini gjørt,
Magna á Lakjuni, tá hann seinni í summar flytir heim til Føroya, eftir at hava búð í Danmark í fleiri ár. Magni á Lakjuni hevur tikið lut í venjingarleguni, sum HB hevur havt í Brøndby uttanfyri Keypmannahavn [...] formaður í HB, váttar, at ætlanin er heilt skjótt at skriva sáttmála við Magna. Men tað er eisini greitt, at Magni á Lakjuni fer ikki at spæla við HB í Europa Cup í summar. Gunnar Mohr dugir ikki at siga [...] Magni hevur áður umframt fyri barndómsfelagið í Fuglafirði eisini umboðað B36, og ikki minst havnarfelagið hevur lagt nógva orku í at fáa fuglfirðingin í sítt felag. At Magni alíkavæl hevur valt HB kunnu
helt hann at tað var í meira lagi at taka í einum, og tí setti hann seg í samband við Læruráðið, sum tá enn var til, fyri at fáa loyvi til at skifta til KT-vørð ístaðin. Hetta var í lagi, hóast hann, sum [...] við KT-vørðin. Hetta játtaði ungi maðurin, men tað var nokk ikki tí, at tað var formaðurin í Læruráðnum segði tað, nokk heldur tí at formaðurin í táverandi Læruráðnum æt Jógvan Hammer, og er pápi Høgna. Fer [...] KT-vørð, bíða í eitt hávlt ár, áðrenn hann fer undir aftur útbúgvingina, og tað ætlar hann sær so at gera. Í fyrsta umfari ætlar Høgni sær at arbeiða hjá Formula Xerox, har hann nú er í fullum føstum starvi
at veita rørslutarnaðum arbeiðstilboð í nærmastu framtíð, sigur Helena Dam á Neystabø, at ætlanin er at seta eitt verkstað í gongd til m.a. rørslutarnað í Sørvági í 1999. Peningur er settur av til endamálið [...] av teimum pengunum, sum vórðu játtaðir til ALV verkstaðin, ikki vórðu nýttir sum íløga í verkætlanina um arbeiðstilboð til rørslutarnað? Og í triðja lagi vildi tjóðveldismaðurin hava at vita, um landsstýrið [...] Hvussu og nær? Og at enda var spurt, um ikki, hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrið so um at veita rørslutarnaðum viðkomandi arbeiðstilboð í nærmastu framtíð? Í svarinum sigur Helena Dam á Neystabø
Shanghai í Klaksvík til viðgerðar á býráðsfundi í Klaksvík. Matstovan søkti um í fyrra lagi dansiloyvi við útskeinking og í hesum sambandi um at hava opið til kl. 04.00 í vikuskiftinum, og í seinna lagi [...] øvuta vegin. Vit hava í Føroyum enn ein stóran meirluta, sum virðir halgidagar. Í grannalondunum síggja vit ikki somu virðingina, sigur Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík. Í síðstu viku var umsókn [...] umsøkjaranum dansiloyvi við útskeinking og í hesum sambandi at hava opið til kl. 04.00 í vikuskiftinum. Men upplatingartíðirnar verða tó at halda innan fyri ásetingarnar í halgidagslógini. Tað vil siga náttina
er íløgutørvurin í nýggj skip. Trupulleikin í fiskivinnuni er fyri mær tvídeildur. Annar er at fáa fortan og vinnuna sum heild, og hin - sum er minst líka umráðandi - er at fáa lønsemi í vinnuna. Hesir báðir [...] raksturin hjá ymsu skipabólkunum er í hesum áliti og tað er púra greitt, at verður íløgustuðulin riktur burtur við eitt brak í mars komandi, so kemur eitt enn størri brak í kjalarvørrinum. Íløgustuðulin avtrappast [...] skjótast, men lykilin og svarið er lønsemi. Fáa vit ikki yvirskot í fiskiflotan, er allur mettur íløgutørvur virðisleysur, tí íløgurnar verða heilt einfalt ikki gjørdar. Latið okkum brúka hetta álitið sum karm