virksemi. Í ár er tó ikki neyðugt at leita sær uttanlands fyri at kunna fara á eina vørumesu. 4.?6. sept. í ár bjóða ikki færri enn 21 heilsølur, framleiðslu- og tænastuvirki til vørumessu í Havn, og úrvalið [...] úrvalið stendur onki aftan fyri tað, tú finnur í útlondum. »Vørumessan ´98« verður í stóru veitsluhøllini á Hotel Føroyum. Vørumessan er fyri handlar, kioskir, frisørsalongir, stovnar, virkir og skrivstovur [...] Stigtakari til hetta sera spennandi tiltak er heilsølumaðurin Birgir Poulsen úr Saltangará. Hann hevur í fleiri ár hugsað um møguleikan fyri eini slíkari vørumessu og helt, at nú var tíðin búgvin til at hetta
nevnliga økonomimodellini, ikki kunnu brúkast í umsiting av fiskarípolitikki. Eg vóni, at í kjakinum, sum nú fer at taka seg upp í tinginum í sambandi við broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, verður reistur [...] flotanum, sum fiskar undir Føroyum, verður umrøddur. M.a. um ikki útróðrarflotin hjá okkum við sínum skapi og fiskaríinnsatsi er komin niður á eitt sjálvregulerandi støði Sum limur í skipanarnevndini kann eg [...] hevur bara lisið tað, sum man vildi lesa. Avgerðin um niðurskurð passar meir inn í eina politiska samráðingarloysn, enn í arbeiðssetningin: at finna út av um fiskidagaskipanin er brúkbar ella ikki. Chris
har vit nú fóru at kenna okkum sum heima. Dagin eftir, 14. juli, gekk alt sum fótur í hosu. Flogfarið lendir í Føroyum í øllum góðum, og so er bert eftir at fáa viðførið út ? men gakk ? nú standa vit aftur [...] sum eg eri ónøgdur við er, at øll boð til okkara frá flogfelagnum vóru tann kolasvarta lygn úr enda í annan. Hví ikki siga sum var! At enda vil eg siga, at einki var at finnast at hotell- og matumstøðunum
verður tikið upp í rættinum, sigur Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag. Í Geneve og París Óli hevur sum formaður í fiskimannadeildini innan ITF gjørt sína ávirkan galdandi í málinum um Sigmund [...] við at koma aftur Og tað er júst hetta, Óli nú er farin í gongd við. Í løtuni er hann á starvsnevndarfundi hjá fiskimannadeildini í ITF í London. Í gjár høvdu teir ikki havt tíð at gjørt so nógv við málið [...] Sigmund Andreasen. Í síðstu viku varð hann á fundi í Geneve og í París. Har var hann og tosaði við donsku sendistovuna í París, umboð fyri ITF og fronsku feløgini innan fiskimenn. ? Sendistovan hevur vist
starvsfelagar. Felagið gevur í samband við dagin tvær bøkur út. Árni Dahl greiddi frá um bókina "Føroya Lærarafelag 100 ár" og Niels Jákup Thomsen greiddi frá um "Lærarafólk í Føroyum". Hetta er bók um tey, [...] Eftir gudtænastuna beyð Lærarafelagið áhugaðum í Húsini í Pedda við Steingøtu. har var hugnaløta, ið samband við hátíðarhaldið av 100 ára degnum. Kaffi, køkur og breyð við føroyskum viðskera var at fáa
hevur eisini búð í Føroyum eitt skifti og nógvir føroyingar kenna hann. Hann hevur tónleikin sum livibreyð og er hvørt ár ein part av árinum í suðurlondum, har hann spælir, og so er hann í Íslandi restina [...] felagssangur á skránni og hann gongur vanliga ómetaliga væl, sigur Fimmboði. - Í mun til undanfarin ár, so er gestatónleikarin í ár við á øllum túrinum. Bæði aftur og fram. Hini árini, tá gestirnir hava verið [...] harmonikuljómin. "tveyradarin" - Tónleikararnir eru ofta teir somu, men nýggir leggjast eisini afturat. Í Føroyum spælir næstan eingin uppá sokallaðan "tveyradara", men eg havi hoyrt, at onkur nú er komin undan
føroysk. Nógv fólk løgdu leiðina niðan í høllina. Í fjør vitjau um 3.300 fólk stevnuna. Talið í ár var nakað tað sama. Ymiskt á skránni Nógv forvitnisligt var at síggja í teimum ymsu básunum. Gestaframsýnarin [...] brúkslist síni. Erik er ættaður úr Rituvík, men hevur búð 25 ár í Íslandi, haðani konan er, og nú búgva tey í Danmark, har tey hava búð í 19 ár. Ymiskt til undirhalds var á skránni, tónleikur, ballettdansur [...] møguleika at fara uppí ringin. Mótasýning var eisini og sjálvsagt vóru framsýndu pløggini virkaði í Føroyum. Ætlandi verður framsýningin afturvendandi tiltak, har tátturin við gestaframsýnara eisini verður
ldinum at fara í Sjónleikarhúsið at flenna og hvíla beinini eina løtu. Vit krevja ikki ta stóru uppsetingina, við pallprýði, søgugongd og slíkum, sum ger, at tú noyðist at fara niður í smálutir, og álvarsliga [...] pallinum. Kabarett er leikur í brotum, helst eisini góður tónleikur, sum fær brotini at hanga saman so tað glíður lættari niður. Hesar fortreytir vóru eisini til staðar í ÓK198. Tónleikararnir bjóðaðu [...] var í so drúgvt lop til at fáa tráðin at røkka saman. Føroysk javnstøða? Seks mannfólk og ein kvinna eru á pallinum. Tað gjørdi munin. Er tað ikki júst sum javnsstøða veruliga verður praktiserað í Føroyum
Noregs Løgmaður og oljumálaráðharrin eru bodnir at vitja í Noregi í august. Løgmaður skal fyrst til Oslo men verður stæddur á oljuráðstevnuni í Stavanger 25. og 26. august. Tá verður oljan á skránni. Eyðun [...] kanningum undir Føroyum benda á, at grundarlag er fyri at bjóða út øki til oljuleiting. Stóri áhugin hjá oljufeløgum fyri føroyska landgrunninum er gott tekin segði Anfinn Kallsberg, løgmaður m.a. í røðu síni [...] føroysku undirgrundini í 1994. Hann segði annars, at oljuleiting og oljuvinna eiga fyrst og fremst at menna føroysku vinnuna, so hon betur kann laga seg til broytingar og gerast kappingarfør í altjóða høpi. Fyrsta
44 ungir bretar, kadettar og umboð fyri herflotan verið á legu í Føroyum. Vitjað hevur verið kring alt landið, har ungfólkini, hava gingið í fjøllunum, kavað á firðunum og tjaldað. Leygardagin var samkoma [...] teirra hava fingið brell og vilja fara upp í herflotan. Peter Harvey sigur, at tað er ikki tvingað hermannatænasta í Bretlandi, og tað hevur tað ikki verið í 40 ár. Tí verður roynt at fáa tey ungu at velja [...] og tí hesi standa fyri. Hesi ungu fáa henda møguleikan longu í skúlatíðini, og duga tí eisini betur at skilja, hvat milliterið í Bretlandi í veruleikanum stendur fyri. Tey eru 16,17 og 18 ára gomul. Peter