det kunne være sjovt at have vores egne får«. Við sama blað sigur forsætisráðharrin eisini, at tað ikki var kærleiki við fyrsta eygnabrá, tá hann fyrstu ferð var í Føroyum, men at hann við tíðini er vorðin [...] hansara, Sólrun, at keypa jørð í Føroyum og hava egnan seyð. Hann hevur roynt nógv innan politikk. Og hann hevur roynt seg sum súkklari. Og nú ætlar hann sær ? sambært slaturblaðnum Se&Hør ? at gerast seyðabóndi [...] náttúruni, sigur Lars Løkke Rasmussen. Søgan sigur tó einki um, hvar í Føroyum forsætisráðharraparið ætlar at keypa jørð.
sáttmálin segði, at hann skuldi fáa. Frankie Jensen, sum er ættaður av Sandoynni, stóð á odda fyri besta mansliðnum hjá B71 í farna kappingarári. Liðið, sum spældi í næstbestu deildini, ætlaði at vinna sær sæti [...] aftur samsýning, sum eg ongantíð havi fingið. Tað er ikki við góðum treysti, at eg stevni barndómsfelagið, men tað vísir seg, at eg og nevndin finna ikki eina semju í hesum málinum, sigur Frankie Jensen. [...] endurgjald. - Tú kann kanska siga, at tað er løn fyri tvey ár, sum eg vil hava. Eg eri vónbrotin av viðferðini, sum B71 hevur givið mær, men eg harmist eisini um, at málið er farið so langt, sigur Frankie
Íverksetarahúsinum. Edward er ávegis til Berlin at sýna fram. Eisini fekk hon eina plakat av eini av myndum hansara. Tá ið Lene Espersen fekk at vita, at húsið, tey skuldu halda fundin í, var íverksetarahús [...] gjørdist hon rættiliga forvitin. Det må jeg høre nærmere? Var hon skjót at spyrja. Og so fekk Rani Nolsøe, dagligi leiðari, nakrar minuttir at greiða frá um virksemi teirra, hóast tað ikki stóð á skránni fyri [...] fyri fundin. Danski uttanríkisráðharrin var sera hugtikin av at hoyra søguna um Íverksetanarhúsið. Eisini kendi hon fleiri av persónunum úr Danmark, sum høvdu verið við í ymiskum høpum kring Íverksetanarhúsið
-Staðfestingin av kolvetnum er lovandi, og eg vænti, at hetta fer at økja um áhugan fyri oljuleiting í føroyska økinum enn meira sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í oljumálum um fyribils úrslitið av Anne [...] GmbH. Jarðfeingi sigur í tíðindaskrivi, at kolvetni vórðu funnin í tunnum sandløgum millum tjúkkari gosgrýtisfláir. Framhaldandi kanningar eru neyðugar til tess at meta nærri um samlaðu kolvetnisnøgdirnar [...] Anne Marie boringini. Landsstýrismaðurin heldur eisini, at við hesum úrslitunum og í minsta lagi tveimum leitibrunnum, sum verða boraðir í øðrum leitiloyvum komandi tvey - trý árini, sær framtíðin spennandi
eftir, fer Aldubáran at framføra tónleik í stóru høllini. Høllin hevur framúr ljómburð, so sera væl egnað til smærri samansetingar og solo ljóðføri. Júst sovorðin tónleikur er at hoyra. Á skránni er føroyskur [...] hava framført dagin eftir at sjálv listaframsýningin er latin upp. Hetta hevur hepnast sera væl og hava konsertirnar verið stak væl vitjaðar og fólk hevur eisini nýtt høvið at skoða verkini á framsýningini [...] høvið, ið er at meta sum eitt sera heppið samstarv millum listagreinirnar báðar, málningalist og tónlist. Tónleikararnir greiða sjálvir frá um tónleikin. Innan og eftir konsertina býðst høvið, at skoða li
heimasíðuni,at eitt samt býráð hevur nú tikið avgerð um, at seta ein sálarfrøðing í fast starv í sjálvum økinum til at taka sær av pørtum av hesum tænastum.? ?- Barnaverndartænastan metir, at tað er tørvur [...] Barnaverndartænastan brúkt munandi upphæddir til sálarfrøðiliga viðgerð, og vanlig siðvenja hevur verið, at henda tænasta verður keypt frá privatum sálarfrøðingum.? ?Tær fyribyrgjandi fyriskipaninar, ið Bar [...] tørvur á einum sálarfrøðingi á Sosialu Deild. Okkara royndir vísa, at vit á henda hátt fáa gagngnýtt sálarfrøðingin betri, til frama fyri familjurnar og dygdina í arbeiðinum, upplýsir forkvinnan í Sosialu
er greitt, at landingartølini hendan mánaðin kunnu als ikki samanberast, verður lagt aftrat á Kongshavn. Hetta er annars góð fiskitíð. Menn, sum sigla við ísfiskatrolarum, siga, at nógv er at síggja, og [...] vikuni, og væntandi er ikki, at nøkur landing verður í morgin og fríggjadagin. Fólk, sum Sosialurin hevur tosað við, og sum hava arbeitt á landingarmiðstøðini síðan 1997, siga, at so vánalig hevur upsaveiðan [...] og tað vísir seg, at tað serliga er svartkjaftur og hvítingsbróður, sum sæst á loddinum.
felags málinum. Amnesty heitir á føroyingar um at taka lut í stríðnum um ein rættvísari heim við at rópa á liðið og stuðla altjóða mannarættindum. Við at seta tína undirskrift á tey brøvini, sum manna [...] Meðan fótbóltstjóðir kappast í HM endaspælinum í Suður Afrika, er liðið hjá Amnesty mannað og klárt at stríðast fyri mannarættindum. Hesir 11 verjuleikararnir á altjóða mannarættindaliðnum verja mannarættindi [...] ein afturvendandi fótbóltsdystur, har samgongan møtir andstøðuni, tikin uppaftur. Onnur lið, ið fara at dystast eru hesi: Amnesty, Javni, felagsliði hjá Javnstøðunevndini og Demokratia, Løgreglan, Brandstøðin
er millum annað gjørt fyri at varpa ljós á sjónleikaraskúlarnar rundan um okkum. Eftir leikin verður tískil lagt upp til samrøðu, har til ber at práta við leikararnar um at søkja inn á sjónleiakaraskúlar [...] Í kvøld klokkan 19 ber til at síggja svenska skemitleikin »Duvorna« á Tjóðpalli Føroya, sum týski David Giselman hevur skrivað. Leikurin varp eisini spældur í gjárkvøldið. Tað er fráfaringarflokkurin á [...] num í Luleå, sum í apríl og mai hava spælt leikin í bæði Luleå og Stockholm. Hetta er fyrstu ferð, at leikurin hevur verið spældur í Svøríki, og hevur hann verið sera væl móttikin ? bæði av áskoðarum og
40 børn og 16 starvsfólk. Tey, sum hava starvast har, halda, at hetta hevur verið ein góð fyribilsloysn, men nú nýggju stovnarnir eru um at verða lidnir til nýtslu, gleða tey seg nógv til nýggju umstøðurnar [...] og foreldur at børnum, sum hava gingið á dagstovninum, og síðan vóru eisini systkin við. Saman hugnaðu øll sær við ymiskum tiltøkum, stuttligum spølum og ymiskum grillmati. Børnini sluppu at kastar bóltar [...] koppar, og tey sluppu at kasta rennvátar, stórar svampar eftir eitt nú pápum sínum, sum settu høvdið út ígjøgnum eitt hol í einari byggiplátu. Eisini var lítil fiskibrunnar børnini at fiska í.