Áhugavert sjónarmið, sum tó ikki fær Javnaðarflokkin at broyta politikk. Sambandsflokkurin er meira hóvligur og sinniligur í síni viðmerking. Hann heldur tó fast við, at tað sum ikki einaferð bert eru teir [...] hava verið hjá mongum, sum spentir hava bíðað eftir, hvat fór at spyrjast burturúr í Vestmanna. Og ivaleyst hava fleiri ikki roknað við, at Javnaðarflokkurin fór at koma við einari valskrá longu nú? Men fyri [...] soleiðis sum fyrstu viðmerkingarnar hava verið frá báðum mótpolunum í føroyskum politikki, Tjóðveldisflokkinum og Sambandsflokkinum, at hesir eru í hvussu er tiknir á bóli. Hava ivaleyst trúð, at friður fór at
Í seinastu viku hevði Lasse Klein lesarabræv í Dimmalætting og Sosialinum við heitinum "Ein samgonga á vegamóti". Síðani kom í øðrum lesarabrævi frá Sjúrða Skaale fram, at greinin í brotum varð umsett [...] sparir formaðurin ikki uppá krútið. - Uttan sjálvur at hava kannað málið kann eg við støði í upplýsingunum úr Føroyum siga, at Lasse Klein skal gjalda við kassa 1. Endurgjaldskrav verður í fyrsta lagi kravt [...] Fyrst og fremst hevur hann ikki søkt um loyvi at nýta greinina, síðani hevur hann tikið æruna fyri sjálvur at vera høvundur uttan at upplýsa keldur, og í triðja føri hevur hann í veruleikanum broytt eina
Vatnveiting Vatn hevur í mong ár verið ein stórur trupulleiki í Vági, tí tað skuldi ikki rættiliga turkur ella frost til, so sótu fólk við ongum vatni . So hvørt sum tann ógvuliga vatnkrevjandi fiskivinnan [...] kommunuskrivstovuni í Vági. Tað er Svenn Brimheim á verkfrøðingafelagnum Martin E. Leo í Havn, sum hevur staðið fyri projektinum, men allar tær elektrisku stýringarnar, telduforrit og annað í tí sambandinum [...] tríggjarm illiónir og tá eru reinsiverkini ikki tald við. Tilsamans hevur kommunan lagt tríggjar kilometrar av rørum niðan í Ryskivatn, sum Miðvatn og Ovasta Vatn renna oman í frammanundan, umframt brunnar, pumpur
henni aftur til Toftir. Yviri í USA búði Hilda í býnum Alexandria í statinum Virginia, ið liggur skamt sunnanfyri Washington D.C. Ein dagin hon og ein vinkona vóru farnar ein túr í eina sølumiðstøð (mall) sótu [...] búgvandi. Um tað so var orsøkin er ikki gott at vita, men í øllum førum fór Carlos fyri einum ári síðani á knæ fyri Hildu og bað hana gifta seg við sær. ?Eg svaraði ja, men ikki beint nú, sigur Hilda flennandi [...] føroyskum skilir, so verður vígslan sjálvandi eisini á enskum máli. Tað er kanska ikki hvønn dag, at tosað verður enskt í Ellem í Søldarfirði, men hósdagin verður tað so tosað bert enskt. ?So sleppi eg at siga
fjøldini. Ikki bara teimum ungu, men eisini teimum eldru, og ikki bara teimum eldru, men eisini teimum ungu. ? Tað ræður um at síggja listina í poppinum, og vísa á, at vit veruliga hava eina poppmentan í Føroyum [...] Clickhaze, Brandur Enni, Enekk, Frændur, Tangz og Týr mynda nýggju savnsfløguna, sum í dag kemur út á marknaðin. Platform var í gjáramorgunin karmur fyri móttøku. Her vóru útgevararnir og fleiri av tónleikarunum [...] ? Hetta er byrjanin til eitt samstarv, sum ikki hevur verið til fyrr. Og ein kann siga, at hetta er slóðbrótandi. Vøran er góð, tí tað sæst, at hon er ikki gjørd bara fyri at gerast. Nógv tíð og orka
Fiskivinna Tað gongur ikki væl hjá partrolarunum, sum veiða upsa. Prísurin í ár hevur verið so lágur, sum hann ikki hevur verið í næstan 20 ár. Vit skulu nevniliga heilt aftur til 1984 fyri at finna líka [...] einaferð í november. - Verður eftirlitið gjørt í Spaniu, er greitt, at skipini verða úr vinnu í meira enn 14 dagar, sigur hann. At enda kunnu vit skoyta uppí, at upsaprísirnir hava verið serliga lágir í juni [...] lágar miðalprísir á upsa sum teir, vit hava havt í ár. Haraftrat kemur, at upsin í dag er ein nógv størri partur av veiðini hjá hesum trolarum, enn hann var í 1984. Miðalprísur: 3,59 Ragnar Olsen, sum starvast
teir at hava frí. ? Vit hava so at siga ikki havt frí í vikuskiftinum síðani fyrst í januar. Tað kemur sera væl við at sleppa at hvíla, áðrenn nýggjar avbjóðingar í superliguni og UEFA Cup eru á skránni [...] ÚTISETI Tað fór ikki bara aftur við borðinum, tá ið Todi Jónsson sunnudagin saman við liðfeløgunum stórspældi í Parkini. Føroyska álopsessið skoraði tvey mál, áðrenn hann í 63. minutti varð skiftur út [...] møguleika ímóti Brøndby. Síðani hann í 1997 kom til FCK, hevur Todi skorað 66 mál ella sama talið, sum miðvallarin Lars Højer Nielsen skoraði. Hann er ikki longur í felagnum, so tað er rættuliga sannlíkt
Har var fyrr ein nykur í, men ikki er sannlíkt, at tey, sum nú vitja tjørnina, síggja hann, siga fólk í dag. Tí sagt og skrivað er, at menn hava veitt hann við nót og selt hann í Havn. Talan var um eitt [...] at kappast um at koma fyrst niðan á Sátuna og oman aftur. Nú er tað ikki nøkur hoysáta, sum kanska stendur í bønum við Bunaðardepilin í Kollfjarðardali, fólk fáa høvið at sleppa uppá, uttan fjallið norðanvert [...] afturat, at øll kunnu vera við á túrinum, um tey ikki leggja í at kappast um at vera fyrst. Tí túrurin er góður og lættur at ganga. Og seta fólk sær ikki fyri at ganga allan vegin niðan á Sátuna, ber til
vísa okkum inn í eitt høli í kjallaranum í skúlanum. - Her sær ikki so gott út beint nú, men hetta er so okkara tónleikarúm, siga báðir við ein munn og hava hug at flenna eitt sindur. Inni í rúminum standa [...] gittar. Ítrivskjallari Hølið, sum vit eru stødd í, er í kjallaranum í skúlanum. Umframt hetta tónleikahølið er eitt annað høli eisini, sum verður nýtt til ítriv. Í løtuni arbeiða børnini við slípa horn inni [...] læra seg sjálvan. - Eg veit ikki, hvussu tað gongur, men mær dámar væl at spæla gittar, sigur hann. Í Havn spældu dreingirnir eisini upp á trummur, men onki trummusett er í Svínoy, og tað eru teir harmir
Vág. Fuglafjørð og Kaggan. Støðan í 2. Deild er í løtuni tann, at Havnar Klubbi er á odda við Kagganum í hølunum. Vinnur Havnar Klubbi 2. Deild, so verður felagið verandi í 1. Deild, men tað er óvist, nú [...] hava spælt í nógv ár og so heldur nýggja spælaranum Ólavi Kjølbro, sum í ár gjørdi tað bragd at vinna allar sínar dystir. Teir høvdu eisini allir eitt sera gott meðaltal fyri alla kappingina. Í hesi seinastu [...] leygardagin. Men tann dysturin var ikki spældur, tí vágbingar møttu ikki upp. Óvist er nær tann dysturin verður spældur. Nú tað er greitt, at klaksvíkingar eru føroyameistarar í billard fyri lið er púra opið