megnaði tí ikki at fylgjast við Christian og Gunnar niðan úr Kollafjarðadali. Brekkur tykjast ikki at vera nøkur hindring hjá Gunnari, og hann hevði tí ongar trupulleikar við at koyra undan Christian í hesari [...] FM kappingum. Tað bleiv kappast í einkultstarti síðsta vikuskifti, og leygardagin stóð Landavegskoyring á skránni. Leiðin gekk av Toftum, uppum Eiðisskarð, og síðan á mál í høvuðsstaðnum, har málið var við [...] Torkil var sum sagt í essinum, megnaði at fylgjast við teimum vaksnu uppum Eiðisskarð og allan vegin til Kollafjørð, og tí gjørdist sigurin hjá honum rættiliga sannførandi. Hann vann við ikki minni enn 12 minuttum
ringa búskaparliga standin í Suðuroynni, serliga í Vági, og landsstýrið kom so við einum av sínum íkøstum til at bøta um ringa standin, nevniliga at byggja eitt røktarheim aftrat í oynni, og tað skuldi sjálvandi [...] upp um vanligar taktiskar bindingar og fáa eina skynsama loysn á málinum. Hon liggur ikki í fram-lagda uppskotinum í verandi líki. [...] afturlønt seinni í gráum kálvskinni. Málið var púra greitt frammanundan. Løgtingið samtykti 2. mai 2003 einmælt, við 32 atkvøðum eitt uppskot frá landsstýrinum, at miðnámsskúli skuldi verða bygdur í Vági. Síðani
fleiri av hesum hendingum ? ikki minst í teimum førum, har eingin spurdist aftur, og eingi spor vóru at fylgja. Elligamalt vrak Á seinasta túrinum á leiðini við Flemmish Kap ? ella í øki 3L, sum er hellingin [...] talan var um eitt føroyskt skip, hevði skipið í sínari tíð verið rikið langt av leið. Tó útihýsir hann ikki møguleikanum, at deyðsiglari, sum hevur fiskað í Grønlandi, kann vera rikin á hesar leiðir. - [...] elligomlum skipsvraki í trolið. Jói Winther, ið hendan túrin var við Ljósafelli sum eftirlitsmaður fyri NAFO, sigur, at talan er um partar av einum elligomlum vraki, sum helst í sínari tíð hevur verið
talvborði. Soleiðis eru treytirnar í fýrtalvi. Hetta spælið verður ikki nógv brúkt, men tað hevur verið spælt her á landið frá gamlari tíð, og spælið sjálvt er aldargamalt. Í fýrtalvi eru tað ? sum navnið gevur [...] vera varin Mannagongdin í fýrtalvi er mest sum tann sama sum í vanligum talvi. Onkur smærri undantøk eru frá vanligu reglunum, men tað er einki sum kollveltir sjálvt spælið. ? Í fýrtalvi mást tú verða sera [...] Hanus Joensen. Tað verður við hvørt tikið til, at mangir eru leikirnir í longum talvi, og tá verður ikki hugsað um fýrtalv. Í fýrtalvi er fløkjan stór, avbjóðingin krevjandi, men stuttleikin stórur. Og har
leiðarin í Mylnuhúsinum, Hanna Thøgersen, sigur, at tey fara at byrja spakuliga. ? Í fyrstu atløgu fara vit bert at taka børn inn, sum skulu í skúla í summar. Í Mylnuhúsinum ganga átta børn, sum skulu í skúla [...] børnini eru byrjað í nýggja útibarnagarðinum, standa eini knapt 50 børn eftir á bíðilista í Klaksvík, sambært Eyðgunn Samuelsen, forkvinnu í Sosialu nevnd í Klaksvíkar Býráð. Fyrr í ár segði hon, at tey [...] nakað, sum vit eru farin frá í Klaksvík. Og harafturat haldi eg, at tað er stuttligt at smábygdirnar verða nýttar til slíkt, tí hetta fer uttan iva at seta gongd í bygdarlívið í Haraldssundi framyvir, sigur
Heimamissiónin, sum í farnu viku skipaði fyri árliga sangskeiðinum á leguhúsinum í Nesvík, hevði syrgt fyri góðum endabresti í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Konsertin, ið vardi knappar tveir tímar, var øll [...] øll, sum hon varð, sera góð og gjøgnumhugsað. Heimamissiónin hevði í ár fingið fatur á norska Ole Lotterud at stjórna kórinum, og ikki kann sigast annað enn, at hann kom væl frá uppgávuni. Fríðrikskirkjan [...] vóru tó so óheppin at standa alla konsertina, men kanska gjørdi hetta ikki mun. Lagið var gott undan konsertini, og tað gjørdist ikki verri, tá konsertin var liðug. Børnini løgdu fyri Fyrst á skránni var
Løgmaður boyggir seg ikki. Og tað kemur heldur ikki upp á tal, at Fólkaflokkurin skrivar undir nakra av treytunum, sum Tjóðveldisflokkurin hevur sett. So mikið tyktist greitt fyrrapartin hósdagin. Landið [...] r á løgtingi og í landsstýri. Anfinn Kallsberg vil hvørki vátta ella avsanna upplýsingarnar hjá Sosialinum um, at hann ikki vil ganga undir nakra av treytunum, sum eru settir fram av Tjoðveldisflokkinum [...] onkur annar verður løgmaður í samgonguni. Nýval sannlíkt Tað ljóðar annars, at hann var hugaður at geva eina veika umbering, men av ótta fyri at hann samstundis setir seg sjálvan í ringt ljós, tí hann sostatt
Vág, Fuglafjørð og Kaggan. Støðan í 2. Deild er í løtuni tann, at Havnar Klubbi er á odda við Kagganum í hølunum. Vinnur Havnar Klubbi 2. Deild, so verður felagið verandi í 1. Deild, men tað er óvist, nú [...] hava spælt í nógv ár og so heldur nýggja spælaranum Ólavi Kjølbro, sum í ár gjørdi tað bragd at vinna allar sínar dystir. Teir høvdu eisini allir eitt sera gott meðaltal fyri alla kappingina. Í hesi seinastu [...] leygardagin. Men tann dysturin var ikki spældur, tí vágbingar møttu ikki upp. Óvist er nær tann dysturin verður spældur. Nú tað er greitt, at klaksvíkingar eru føroyameistarar í billard fyri lið er púra opið
Men tað er ikki altíð sum at siga tað, tá tú klokkan trý korter til átta kemur í eina bilrøð uppá eini 30 bilar. Vónirnar eru lítlar. Aftur ov seinur í dag. Í gjáramorgunin var ein long bilarøð í Kaldbaksbotni [...] úr Vestmanna eini trý korter, men í gjár tók hann nógv longur. ? Eg plagi at vera í Havn klokkan 7.30, men í gjár bar als onki til. Tað kennist sum at hava ein knív í rygginum, tá ein lang bilarøð er aftanfyri [...] politistøðini heldur ikki, at trupulleikin liggur hjá trailaraførarunum. Hann heldur, at tað eru meira hini, ið skuldu farið fyrr frá húsum ístaðin fyri at altíð fara í síðstu løtu. ? Soleiðis er í Føroyum. Føroyingar
Lopranseiði oman í Havnina. Men sum eitt lið í arbeiðnum at bøta um havnalagið, er tað eisini eitt uppskot í fíggjarætlanini, at seta 100.000 krónur av til at asfaltera vegin í Ónavík, har havnin er í Lopra er [...] borgarstjórin, Jacob Vestergaard. Men hetta vil bygdaráðið ikki góðtaka, tí tey halda ikki, at Landsverkfrøðingurin eigur at leggja seg út í, nær kommunan byggir út. Borgarstjórin sigur, at tað er eisini [...] Sumbiar kommunu rættin til grótið. Málið var fyri á bygdaráðsfundi í Sumba mánakvøldið Bygdaráðið heldur, at Landsverkfrøðingurin kundi ikki lova grótið burtur tvær ferðir, men av tí at avtalað varð gjørd