gurin byrjar longu í dag, fríggjadagin 21. august, við súkklukapping fyri børn. Í hesum sambandi verður vegurin inni í Sandavági, frá Nullinum til Bartalsstovuhandilin, stongdur fyri ferðslu frá klokkan [...] og morgunmati, har Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, bjóðar vælkomin. Restina av degnum verður millum annað sølutorg, spælipláss, barnaundirhald, Húsafellsrenning, pilgrímsferð, kirkjukonsert
Áhugin fyri padel er vaksin nógv í Føroyum, og nú verður ein nýggj padelmiðstøð gjørd á Hjalla. Í høllini verða fýra dupultbanar og ein singlebani. Harumframt verða lounge, barrdiskur, útsýnisøki og eitt [...] eitt størri føroyskt padelumhvørvi. Arbeiðið er komið væl áleiðis, og um alt gongur eftir ætlan, verður latið upp um fáar vikur. Síggj myndirnar og les meira um ætlanirnar í Sosialinum, sum fæst í sølubúðunum
stevna á Svangaskarði, tá Dansk Politiidrætsforbund alment setti árligu vitarenningina, sum í ár verður hildin í Føroyum. Tilsamans 103 luttakarar eru við á stevnuni, sum fer fram ymsastaðni í landinum [...] luttakarunum vælkomnum, og síðani helt Michael Boolsen, fúti, setanarrøðu og setti stevnuna. Í dag verður kappast í økinum kring Toftavatn. Stevnuleiðari er Erik Lindholt, løgreglumaður, sum áður hevur starvast
januar 2023 til 30. juni 2025, og sum verða mettar viðkomandi fyri Føroyar. Í hoyringarskrivinum verður upplýst, at uppskotið fevnir um fleiri ymiskar broytingar í rættarganginum. Talan er bæði um dagføringar [...] ð. Sambært uppskotinum fevna broytingarnar um fleiri øki innan rættargang, har føroyska lóggávan verður samanhildin við tær broytingar, sum eru framdar í Danmark seinastu tvey og eitt hálvt árini. Lóg
arbeiðið við vatnbrunninum nú er liðugt, og at arbeitt hevur verið støðugt við hesum. Sagt verður, at nýggj vatnroynd verður tikin mánadagin 7. september, og týsdagin 8. septembe fæst nærri at vita um úrslitið
norsku olju- og orkuráðstevnuni ONS. – Við geopolitiska og trygdarliga støðinum í dag, og tá hugsað verður um tilfeingisstøðuna, haldi eg, at virksemið í Barentshavinum tænir bæði norskum og evropeiskum [...] í løtuni undir við einum forboði móti nýggjum boringum í Arktis av umhvørvisávum. Sambært Reuters verður tó umhugsað at broyta støðuna við atliti at orkutrygdini. Eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina [...] 2009. Almennar forsøgnir vísa tó, at framleiðslan fer at minka munandi eftir 2030, um ikki borað verður eftir nýggjum olju- og gasstilfeingi. Terje Aasland sigur, at Noreg ætlar at varðveita oljuframleiðsluna
inngongdina til skúlan. Harumframt verður mælt til greiða inn- og útkoyring og eitt sonevnt „Kiss and Go“-øki, har foreldur kunnu seta børnini av uttan at steðga leingi. Eisini verður skotið upp at gera eina 33 [...] parkeringsøkið. – Tað, at tað er nógv ymiskt, sum hendir, ger økið ótrygt fyri børnini at ferðast á, verður staðfest í ferðslutrygdarætlanini. Flestu verða koyrd í skúla Sambært ætlanini verða flestu næmingarnir [...] eina greiða gonguleið, betri ljós og eitt ferðportur har, sum børnini ganga. Vegurin Undir Reynum verður samstundis skotin upp at verða einvegis. Tað skal gera leiðina millum skúlan og frítíðarskúlan tryggari
at tryggja virksemið á hesum verksmiðjunum til longdar. Nú verður kannað, um tær kunnu brúkast til annað virksemi. Verða tær stongdar, verður tað fyrstu ferð, at Volkswagen letur stórar fullskala-verksmiðjur [...] størstu umskipanina í heimsins bilídnaði nakrantíð. – Tað er avgerandi, at talið á starvsfólkum skipað verður lagað til búskaparliga veruleikan, sigur Volkswagen. Volkswagen-samtakið fevnir um tíggju bilmerkir [...] Lehmann hevur arbeitt á Volkswagen-verksmiðjuni í Zwickau síðani 2012 og stúrir fyri avleiðingunum. – Verður henda verksmiðjan veruliga stongd, kann ein seta ein stóran svartan blett á kortið, sigur hann við
in hevur í dag hótt við at leypa á skip, sum liggja í havn í Kuwait og Bahrain, og sagt verður, at hetta verður iranska svarið upp á amerikansku álopini á iransk tangaskip. Í einari fráboðan, sum iranskir [...] iransk tangaskip. Lopið hevur eisini verið á iransku Kharg-oynna og í iranska havnarbýnum, Jask, verður eisini sagt frá spreingingum. Sambært iranskum miðlum lovar iranska kollveltingarhirðin hevnd fyri [...] tíðindastovan Tasnim veit at siga, at ein amerikansk rakett hevur rakt eitt iranskt tangaskip, men einki verður sagt um, hvar skipið var statt, tá tað varð álopið. Óvist er eisini, hvussu stórir skaðarnir á t
Fyri umleið 800 børn í Føroyum, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla. Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um hetta mundið [...] mundið kunnu vera fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin. Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um at hanga skelti [...] fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt. Góð ráð og venjingar eru at finna á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd