har familjan býr. Hjúnini Lenuta og Danut Hritac standa fyri hesum verki. Lenuta er systir Alinu, sum er kona klaksvíkingin Mike Dam. Sunnudagsskúlar, hjálpararbeiði og barnalegur Lenuta og Danut stovnaðu [...] umvælingum av húsinum, mati og klæðir. Eisini vitjar Danut regluliga einkjur og nógvar kristnar familjur, sum eru sera sperdar, og hjálpir so væl, hann kann, við m.a. klæðum úr Føroyum, mati og peningi frá stuðlum
Tvey bumbuálop raktu Kolumbia tíðliga leygarmorgunin lokala tíð, samstundis sum nýggi forsetin, Abelardo de la Espriella, júst hevði tikið við embætinum. Sambært herinum brúktu uppreistrarfólk úr Farc [...] eingin illgruni alment vendur móti ávísum persónum fyri seinna álopið. Abelardo de la Espriella tók við sum forseti fríggjadagin. Hann hevur boðað frá munandi harðari politikki mótvegis vápnaðum bólkum enn
munandi skjótari skal framleiða og lata vápn og aðra hernaðarútgerð. Tað skrivar The Washington Post, sum hevur fingið innlit í eitt skriv, ið var sent leiðarum í amerikanska verjuídnaðinum mikudagin. Í skrivinum [...] ágangandi veitingarætlanir« og økta framleiðslu av týdningarmiklari hernaðarútgerð. – Menningartíðir, sum vara í fleiri ár, kunnu ikki góðtakast, skrivar Feinberg. Boðini koma, eftir at Reuters týsdagin skrivaði
Tað var vaktarmaðurin á einum gistingarhúsi í Havn, sum í nátt bað løgregluna hjálpa sær at vekja ein fullan mann, sum lá og svav í forhøllini á gistingarhúsinum. Tað vísti seg at vera talan um ein gest [...] Havn, sum aktingarmaðurin fekk boð um at taka sær av. Og í Klaksvík varð ein bilførari tikin rúsdrekkakoyring klokkan fýra í morgun. Og klokkan hálvgum fimm í morgun kom løgreglan fram á ein mann, sum stóð [...] seks tímar eftir eitt óhapp. Gjár ferðsluóhapp 5 um morgunin, soloóhapp, ein rent á eitt hús. tann sum koyrdi bilin hevði ikki fráboðað, skaða á bil og hús. 6 tímars regla for seint, fráboðað beint áðrenn
Hormuzsundið verður ikki latið upp aftur, fyrr enn USA hevur gingið undir øll krøvini, sum Iran setti leygardagin. Tað sigur iranska Revolutiónsverjan í dag. Mohammad Bagher Zolghadr, trygdarleiðari í [...] rakstur av einari nýggjari leið gjøgnum Hormuzsundið. Men tað merkir ikki, at sundið verður latið upp sum vanligt. Araghchi avvísir eisini, at beinleiðis samráðingar eru millum USA og Iran. Londini »skifta [...] Iran. Iran svaraði aftur við at stongja sundið. USA og Iran gjørdu í miðjum juni eitt semingsskjal, sum skuldi leggja lunnar undir eina endaliga friðaravtalu og lata upp aftur fyri ferðsluni gjøgnum Hormuzsundið
krígsførslan og ótryggleikin í Svartahavinum er ein stórur vandi fyri matvørutrygdina í Afrika og Asia, sum tørva korn úr Ukraina. – Russar føra kríggj móti heimsins matvørutrygd, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr
Føroyska U18-manslandsliðið røkkur ikki U19-HM endaspælinum komandi summar. Tað sum tó kann bjarga okkara eitt HM-endaspælspláss er um altjóða hondbóltssamgongan, IHF gevur Føroyum eitt sonevnt "Wild Card" [...] 19-18. Frá støðuni 27-27 gjørdi Pólland eitt skarvslop, og legði seg framum 36-29, og so var mest sum avgjørt. Føroyar hava staðið seg heiðurliga og hava tapt tepurt í fleiri dystum. Føroyar vunnu á Finnlandi
Ísrael vrakar 15 punkta ætlanina fyri Gaza, sum friðarráðið hjá amerikanska forsetanum Donald Trump, sokallaða Board of Peace, hevur lagt fram. Tað staðfesti ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu
fjallasúkkling við Vesturvarða. Feløgini taka undir við fyribils metingini hjá Yvirfriðingarnevndini, sum hevur mælt til, at kannað verður, um breytin heldur kann leggjast við ella millum vindmyllurnar á [...] kappríðingarbreytin í Marknagili brúkt dagliga. Berghestar nýtir økið til millum annað ríðing við fólki, sum bera brek, ríðiskúla og túrar við ferðafólki. Leiðin runt Fjallið og Lítlafjall verður eisini brúkt [...] fingið nýtt og størri kort Reiðfeløgini finnast eisini at málsviðgerðini. Tey siga, at eitt kort, sum varð sent teimum saman við skjølum frá Yvirfriðingarnevndini, vísir eina munandi størri kappingarbreyt
størri og størri mun brúkt avrætting sum sekt móti mótmælisfólki. Amnesty International sigur seg kunna skjalprógva í minsta lagi 26 avrættingar í fyrra hálvári í ár, sum hava við mótmælistiltøkini í Iran [...] Hetta sigur Sindre Stranden Tollefsen í Amnesty International við norska kringvarpið, NRK. Í greinini, sum NRK hevur um avrættingar í Iran, verður eisini sagt, at mótmælisfólk enntá eru hongd á opnari gøtu