, og at hon kann bera sjúkur millum bæði djór og menniskju. Í Føroyum er tað serliga brúna rottan, sum er ein trupulleiki. Hon nørist skjótt. Sambært viðmerkingunum til fyrispurningin verður hon kynsbúgvin [...] kortini, at tað eigur at bera til at seta sær eitt nógv størri mál. – Fermetratalið í Føroyum er avmarkað. Tí átti at verið gjørligt, til dømis við felags innsatsi millum land og kommunur, at týnt rottuna [...] rottutýning í Føroyum. Hon spyr millum annað, um landsstýrið hevur ætlanir um at samskipa rottutýningina saman við kommununum, sum í dag hava ábyrgdina av henni. – Tað sær ikki út til, at kommunurnar megna
innan skipavinnu er tað, at Samskip, sum hevur høvuðsstøð á bryggjuni í Saltangará, nú fer at hava regluliga sigling millum Skotland og Runavíkar Havn. Nýggja farleiðin fer vónandi at bera seg væl til [...] BAKKAFROST, NAVIGARE, SAMSKIP, VARÐIN, KAPPRÓÐRARFELAGIÐ Tað er gott, at Skálafjørðurin bæði er langur, víður og góð skipahavn. Tí við tíðini er Skálafjørðurin vorðin heimstaður hjá stórum reiðaríum umframt [...] familjunum, sum vónandi fara at setast niður her í økinum. Fyri at hýsa og rúma stóru menningini á so nógvum økjum her í kommununi er tvingandi neyðugt hjá Runavíkar kommunu at fylgja við og gera allar neyðugar
dagar við valdið í Italia. Harvið fór hon fram um aðru stjórnina hjá Silvio Berlusconi, sum sat í 1.412 dagar. Metið er serliga merkisvert í einum landi, sum er kent fyri politiskan óstøðugleika og skiftandi [...] seinastu umleið 80 árini. Meloni gjørdist forsætisráðfrúa 22. oktober 2022, eftir at høgrasamgongan vann tjóðartingsvalið. Hon er samstundis fyrsta kvinnan, sum hevur verið stjórnarleiðari í Italia. Sambært [...] Talið av fólki í arbeiði er vaksið við umleið 1,2 milliónum, meðan arbeiðsloysið er komið niður um seks prosent. Eisini talið av óregluligum tilflytarum, sum koma til Italia, er minkað munandi. Í 2023 vóru
prutl og fýra vøruvognar skrásett. Hyggja vit bara at persónbilunum, hevur Fugloy 0,67 persónbilar fyri hvønn íbúgva. Tað er hægri enn landsmiðaltalið, sum er 0,51. Vágar næsthægst Vágar liggja næsthægst við [...] Akstovuni vísir, at 43.504 akfør vóru skrásett í Føroyum 1. september 2026. Av teimum vóru 28.562 persónbilar. Tá ið akførstølini verða samanborin við nýggjasta hóskandi fólkatalið hjá Hagstovuni, er Fugloy í [...] skrásett í oynni. Tað svarar til 1,21 akfar fyri hvønn íbúgva. Fugloy er sostatt einasta oyggin í uppgerðini, har talið av skrásettum akførum er størri enn fólkatalið. Ikki 58 vanligir bilar Øll tey 58 akførini
fløskunum er vorðin eitt av kendastu føroysku búmerkjunum, men aftan fyri hann er ein søga um familju, dirvi og eina fyritøku, sum ferð eftir ferð hevur lagað seg eftir broyttum tíðum. Í dag er fjórða ættarliðið [...] í Klaksvík, har føroyskt whisky nú eisini verður framleitt. Søgan snýr seg um nógv meira enn øl. Hon snýr seg um rúsdrekkabann, treiskni, fýra ættarlið og ein gamlan dreym um føroyskt whisky, sum í fleiri [...] vikuskiftið. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6## ##med7## ##med8## ##med9##
Eitt kvøld vaknaði hon við andvekri og fekk tá søguna um Ólav, sum er illa plágaður av marru. Úr hesi løtuni vaks ein søga um ótta, einsemi og dirvi – og um at standa andlit til andlits við tað, sum ræðir [...] ræðir okkum. Urd hevur áður skrivað yrkingar, men at skriva eina barnabók var ein heilt onnur avbjóðing. Í Sosialinum greiðir Urd frá náttini, tá hugskotið kom, arbeiðinum við bókini og tí serliga sambandinum [...] vikuskiftið. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.
Vestergaard í sama svari, at hann var ósamdur við niðurstøðuni. Sambært Liljuni Weihe er landsstýrismaðurin eisini endurgivin í Degi & Viku 1. september fyri at siga, at hann er til reiðar at geva somu tænastuboð [...] Løgtingskvinnan vil hava at vita, um løgmaður heldur tað vera í lagi, at ein landsstýrismaður boðar frá, at hann er til reiðar at geva tænastuboð, sum fyrisitingin hevur mett vera óheimilað Liljan Weihe [...] metir, at heimild ikki er fyri tí. Spyr um eftirlitsskylduna Liljan Weihe spyr tí løgmann tveir ítøkiligar spurningar: Metir løgmaður tað vera í lagi, at ein landsstýrismaður alment boðar frá, at hann er
Fólkakirkjan skrivar, at tá hon var sett sum dómpróstur, var tað ein týðandi uppgáva, ið hon valdi at átaka sær. Tað var samstundis eitt týdningarmikið søguligt fet í menningini av fólkakirkjuni. Nú eru [...] eru bæði kynini umboðað í leiðslu fólkakirkjunnar. At kvinnur átaka sær leiðandi leiklut í kirkjuni hevur stóran týdning, ikki einans í mun til javnstøðu, men eisini fakliga vísandi til sjónarmið og royndir [...] royndir, ið seta dám á tær avgerðir, ið koma at mynda kirkjunnar framtíð. Ein fjølbroytt leiðsla fevnir væl breiðari og nemur fleiri sjónarmið í ymsum málum, bæði innankirkjuliga og í samfelagnum sum heild
mentanartiltøk. Hon spyr, um landsstýrismaðurin heldur, at atgongumerki til sjónleik, konsertir og onnur listarlig tiltøk eiga at verða frítikin fyri meirvirðisgjaldi. Samstundis vil hon hava at vita, hvat [...] ítróttur og ítróttartiltøk undantikin meirvirðisgjaldi, og tað sama er ymiskt listarligt virksemi. Hon heldur tó, at tað er ein mangul, at atgongumerki til sjónleik, konsertir og onnur mentanartiltøk framvegis [...] Johannesen, at hann var sinnaður at hyggja nærri at mvg-reglunum á økinum og kanna møguleikarnar fyri broytingum. Nú verður landsstýrismaðurin eisini biðin um at taka støðu til, um sama hugsan eigur at galda
um tulkingina. Leinkja til 3D-myndilin er her: https://skfb.ly/pMNwC Staðfest er, at fyrsta metingin – at orðini „hvílir her“ standa á steininum – var røtt. Enn er tó ógreitt, um eitt persónsnavn kann [...] varð funnin í útgrevstrinum fyrr í summar. ##med2## Tað er torført at siga, hvør Ápostulin er, tí luturin, sum hann hevur havt í høgru hond, er brotin av. Var tað ein lykil, kann talan vera um Pætur ápostul [...] við skeggi. Fyrr í summar varð boðað frá, at ein rúnufrøðingur skuldi koma til Føroya at kanna rúnasteinin, sum varð funnin á gólvinum í miðaldarbønhúsinum. Hon fekk tíverri forfall, men kanningarnar eru