sigur í eini skrivligari viðmerking, at tankar hansara eru hjá øllum teimum, sum eru rakt. – Vit vita enn ikki, hvat liggur aftan fyri illgerðina, men vit vita, at løgreglan arbeiðir miðvíst við málinum [...] num. – Vit royna at fáa yvirlit yvir støðuna, men í løtuni hava vit onga ábending um, at vandi er fyri almenninginum. Tað sigur Pelle Vamstad, talsmaður hjá løgregluni, við Aftonbladet. Fráboðanin um
fer skýloftið eisini at lætna eitt sindur. Tó vísir einki av teimum klárt loft og sól, men glottar upp ígjøgnum skýlagið undan suðurættini. Fyri at síggja modellini, fari inn á vedur.fo og skrolli niður til [...] og sjónvarpi, hvat ein partvís sólarmyrking er, so tað verður ikki endurtikið her. Skýloftið oman fyri okkum hevur ikki verið til vildar higartil, at vit fara at síggja nakað serligt. Samdrigið og regn [...] sjálvandi at blíva ordiliga myrkt í 2 minuttir ella so, men upplivingin at síggja mánan leggja seg fyri sólina er stór. Mynd: Eyðstein Sørensen, skipari.
gagna bæði teimum sjálvum og grøna orkuskiftinum. Sambært orkupolitikkinum sum Løgtingið samtykti í 2022 verður miðað eftir, at samlaði mátturin av sólorku skal vera 60 megawatt um árið. Av teimum skal umleið [...] eisini, um nøkur ætlan er um at broyta hesi viðurskiftini, soleiðis at fólk fáa eina netturokning fyri streymin, heldur enn at fáa eina streymrokning annan vegin og eina skattarokning av søluni hinvegin
tanum. Elsa Berg lurtar sum vant bara eftir sær sjálvari, og tað tykist nú vera vorðið greitt fyri teimum flestu. Øll vita, at tað ikki ber til at loysa hetta við at seta skeltir upp. Burtur frá meldrinum [...] býráðsskrivaran tann 1. august og kravdi málið um staðsetingina av súkklubreytini á Vesturvarða aftur fyri býráðið, so býráðið kann viðgera og taka støðu til hetta av nýggjum. Siga ikki sanna søgu Tað eru [...] frá 2013 til 2017 hevur mælt til hesa endaligu staðsetingina. Tað sigur meira um arbeiðsháttin hjá teimum enn nakað annað.
Mæla til Bøllureyn Málið um súkklubreytina hevur verið viðgjørt á býráðsfundum
førur fyri at geva samtykki. Sambært § 8 í tvingsilslógini skal hvørt einstakt mál leggjast fyri Føroya Kærustovn. Myndugleikin skal vísa á ein ítøkiligan vanda og prógva, at tøknin er neyðug fyri at verja [...] Hetta kann forða fyri skilagóðari nýtslu, eisini tá avvarðandi taka undir við henni, og tøknin gevur búfólkinum størri tryggleika og frælsi. Danmark hevur valt ein lagaligari leist fyri fólk við demensi [...] tænastuna. Í sendingini varð kjakast um fígging, ábyrgdarbýtið millum land og kommunur og møguleikan fyri útjavning, so borgarar kunnu fáa eina nøktandi tænastu uttan mun til, hvar í landinum teir búgva.
á leiðini út fyri Jemen, og hava broytt siglingarkósina móti Somalia. Sagt verður, at tangaskipið sendi út eina neyðávaring um maritima radio, sum segði, at ein bátur var á veg móti teimum. - Sjóránaravirksemið [...] Sjóránaravirksemið út fyri Somalia náddi hæddina í 2011 við fleiri hundrað álopum á skip á siglingarleiðini. NTB veit at siga, at eftir nøkrum árum við nøkulunda friði, hevur sjóránaravirksemið í økinum nú tikið
Hetta er ein stórur trupulleiki hjá teimum, sum ongastaðni hava at búgva, og tí er hetta eisini ein stórur trupulleiki í samfelagnum. Ábyrgdina fyri tí trupulleikanum eiga vit politikarar, bæði kommun [...] landsstýrið og Løgtingið uppí og broyta lógina. Lóg má gerast, so kommunurnar fáa heimild at gera reglur fyri og avmarka stutttíðarleigu, har tørvur er á tí. Í Tórshavnar kommunu eru væntandi eini 800 býli, har
uppi í frá byrjan, verður lagt aftrat. Sagt verður, at tað er eitt stórt arbeiði, sum liggur aftan fyri at fáa havhestin kláran til matna. - Tá mennirnir koma aftur at landi við fuglinum, verður farið at [...] onkur og keypir sær ein døgurða. Í Skopunar kommunu vísa tey á, at hetta er ein góðum møguleiki hjá teimum, sum ikki sjálvi hava møguleika at fara eftir havhesti. - Soleiðis keypir onkur sær eitt kók ella
Tú vart altíð har fyri okkum og vísti, at tú ynskti at vera saman við okkum. Tú tímdi so væl at fjolla fyri gentunum, tá ið tær vóru yngri. Tú rann rundan um stovuborðið eftir teimum og apaði teg, meðan [...] tú teimum sjálvandi eisini við. Tað var tað sama heima við teimum mongu spontanu pizzakvøldunum, har tú knappiliga bjóðaði okkum heim til tykkum. Serliga pizza frá Pizzakøkinum vart tú glaður fyri. Ella [...] stóra ábyrgd fyri tí, tú skapti. Tað merkti eg eisini so týðiliga, tá eg arbeiddi hjá tær í Grønadali, á Roykivirkinum í Porkeri, og tey mongu summrini, har eg málaði ymsar bygningar fyri teg. Tú vart
Vit takka honum fyri hansara risa arbeiði fyri føroyskum vinnulívi og fyri trúfesti móti flokkinum og fyri politiska arbeiðið og avrikini. Tankar okkara eru hjá familjuni og øllum teimum, ið stóðu Olafi [...] var stillførur maður. Hann var kendur fyri sítt róliga og sáttliga lyndi og hevði ikki fyri neyðini at brúka stór orð ella gera nógvan háva um seg. Men aftan fyri stillføra huglagið og atburðin var ein [...] og byggja høli á keiøkinum á Toftum til Føroya Fiskamarknað, ið hevur havt risa týdning fyri ein opnan marknað fyri allan tann fisk, ið føroyskir fiskimenn høvdu ynski um at selja til besta prís. Hann hevur