Herfyri sendi kommunan orkuskipanina í útboð. Fimm fyritøkur vórðu bodnar at lata inn tilboð, og tríggjar teirra sendu inn. LM átti besta tilboðið og vann útboðið. Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at takflatan [...] skúla í dag umleið 70.000 kWh. - Kostnaðurin av sólorkuskipanini er 1,6 milliónir krónur, og roknað verður við, at íløgan verður vunnin innaftur innan sjey ár. Vestmanna hevur altíð verið við í framgongdini [...] framgongdini innan varandi orku í Føroyum. - Kommunan arbeiðir eisini miðvíst við at fremja orkusparandi átøk, eitt nú, tá kommunalir bygningar verða umvældir, ella nýggir bygningar verða reistir. Hetta verður
nýggj farleið í Nólsoy, norðanfyri bygdina verður gjørd og í Dali verður ein gonguleið gjørd frá landsvegnum oman í bygdina gjøgnum gomlu neytageilina. Tær 10 verkætlanirnar sum vera við í ár, verða nærri [...] lættari at ferðast í Føroyum. Summar verkætlanir eru framhald av arbeiði frá undanfarnum árum, meðan aðrar eru nýggjar og øðrvísi. Til dømis verður væl umtókta útsýnisstaðið við Trøllkonufingur í Sandavági gjørt [...] av átakinum. Í ár søktu 5315 fólk um tey 80 plássini, sum verða tillutað til útlendsk sjálvboðin. Áhugin hjá føroyingum at vera við hevur eisini verið stórur og er vaksin støðugt hvørt ár. Í ár bjóða vit
Clementsen útnevndur heiðurslimur í Havnar Bjargingarfelag fyri sítt trúgva og drúgva arbeiði fyri Havnar Bjargingarfelag og fyri sjálvbodnu tilbúgvingina í Føroyum. Longu aftur í áttatiárunum var Kim við, tá [...] hópinum og sjálvbodnu føroysku bjargingarrørsluni í fleiri áratíggju. Á aðalfundinum var eisini nýggj nevnd vald. Forfólkið kann bara sita í eitt ár í senn, og Heini Eysturoy, sum hevur verið formaður [...] nál og mansjettknappar úr silvuri við búmerkinum hjá Havnar Bjargingarfelag á. Tað eru í løtuni fýra heiðurslimir í Havnar Bjargingarfelag. Teir eru Edvard Kjeld, Heini Eysturoy, Jens Hansen og nú eisini
Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so at dialysusjúklingarnir í norðurøkinum, eisini kunnu koma í ta lívsneyðugu viðgerðina í teirra nærøki. Hóast flestu oyggjar í norðurøkinum hava fast samband til Havnar, vita vit [...] ferð, tríggjar ferðir um vikuna. Í Føroyum er ein slík dialysudeild á Landssjúkrahúsinum, umframt ein minni dialysueind á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Til samgongusamráðingarnar í 2022 var dialysuviðgerðin á Suðuroyar [...] og tann dialysueindin kom at virka í mars 2024, og er til ómetaliga stórt gagn fyri dialysusjúklingarnar í Suðuroy. Nýrafelagið hevur arbeitt miðvíst fyri hesum í nógv ár, men okkara fokus var serliga
og stempli. Tá vóru 41 posthús kring oyggjarnar. Í august 2009 fekk Postverk Føroya nýggjan samleika og búmerki, og navnið broyttist tá til Posta. Í sambandi við 50-ára føðingardagin verður eitt vakurt [...] Longu frá 1870 tók danska postverkið sær av postflutningi til og úr Føroyum og kring oyggjarnar, men 1. apríl 1976 kom postverkið á føroyskar hendur, og navnið varð Postverk Føroya. Posta skrivar, at á [...] landið. Vegna umfatandi umbygging á posthúsinum á Óðinshædd er sjálvt hátíðarhaldið flutt til seinni í ár. Nærri kunning kemur seinni, skrivar Posta.
Handel í november. Grosse messe í f-moll hjá Anton Bruckner Skírisdag 2. apríl kl. 16.00 í Varpinum í Klaksvík, atgongumerki kunna keypast í forsølu á varpid.fo Langa fríggjadag 3. apríl kl 17.00 í Vest [...] knappan tíma og er ongantíð framførd í Føroyum fyrr. Havnarkórið, (Útvarpskórið) varð stovnað í 1966 og hevur sostætt 60 ára stovningardag í ár. Umframt at framføra messuna hjá Bruckner undan páskum fer kórið [...] sonevndu ordinariumsliðini í guðstænastuni: Kyrie, Gloria, Credo, Sanctus, Benedictus og Agnus dei. Messan er sostætt í seks satsum, hvør við sínum huglagi og dramatikki. Hendan messan í f-moll varar knappan
løgd fram í Føroyum og í Danmark seinni í summar og í heyst. Við á framsýningini í Scandinavia House verða 21 listafólk úr Íslandi, Grønlandi, Noregi og Føroyum. Emily Stoddart, sum er kurator í Scandinavia [...] hjá Kinnu Poulsen Í Eygnahædd . Um samtíðarlist í Føroyum í 21.øld, sum vann M.A.Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir og sum síðani er vorðin so sera jaliga ummæld á Vágskálini og í Varðanum. Marita [...] Scandinavia House hevur kuraterað framsýningina í felag við Karin Hellandsjø í Noregi, Pari Stave í Íslandi og Kinnu Poulsen, ið er boðin til New York saman við Jóhan Martini Christiansen og Hansinu Iversen –
eitt nú í Danmark. Rektarin leggur aftrat, at endamálið við lestrarbústøðum í høvuðsstaðnum í fyrsta lagi er at gera tað høgligari og meira attraktivt at velja at lesa og taka útbúgvingar í Føroyum. Størri [...] eru sera fegin um, at gongd er í málinum um ætlaninar at bygga lestrarbústaðir, og at nakað hendir á hesum øki, sum hevur so alstóran týdning fyri lestrarumhvørvið í Føroyum. Tað sigur rektarin á Fróðskaparsetri [...] at eitt lestrarheim í økinum, sum ætlanin nú er at leggja út til lestrarbústaðir, liggur væl fyri og er í stuttari gongufrástøðu frá skúlaumhvørvinum. - Vit vóna, at góð gongd verður í málinum frameftir
nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri prísvøkstur í Føroyum, sum eisini verður nevnt inflatión. Nýggjasta uppgerðin er fyri februarmánað í ár. Prístalið lækkaði 0 [...] hesar vørur. Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal lækkaðir næstan tíggju prosent frá februar í 2025 til februar í 2026. Miðalrentan er lækkað meir enn 38 prosent seinasta árið, og [...] húsbúnaði og húshaldsútgerð eru eisini lækkaðir seinasta árið. Í februar 2026 vóru mat- og drykkjuvørur 2,5 prosent dýrari enn sama mánað í fjør. Seinastu fimm árini eru mat- og drykkjuvørur dýrkaðar góð
er, at fólkaræðið ikki bara skal tryggja okkum í okkara heimliga umhvørvi, sum vanligt hevur verið, men altjóða, í einari verð - sum stendur og fellur í, at politikarar hava vísdóm til at gera munin, okkum [...] avbjóðingar - í einari verð, sum er í ófriði og stórum rembingum - og sum eisini nú er júst uttanfyri okkara køksvindeygað. Hetta var ikki partur av valstríðnum og tí byggir fólkaræðið á tað sama, í størstan [...] politikarar verða valdir við atliti til geografiska umboðan, í minni mun flokspolitiskt og ikki við atliti til snúsfornuft og evni til at stýra og ráða í einari verð, sum skelvir. Ikki tí eg havi boð upp á alt