na í Klaksvík, stóð bussurin longu í ljósum loga, so har var lítið at bjarga. Eingin var í bussinum og eingin fólkaskaði stóðst av eldsbrunanum. Førarin var farin burtur frá bussinum, áðrenn eldur kom [...] Tað var beint áðrenn klokkan 9 í morgun, at Klaksvíkar sløkkilið varð boðsent, tí eldur var komin í ein buss hjá Bygdaleiðum. Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari, sigur, at tá sløkkiliðið kom á staðið, við [...] kom í. Finn Hansen sigur, at tað gekk væl at sløkkja eldin, men bussurin er sera illa farin. Myndirnar niðanfyri hevur Dávur Winther í Klaksvík tikið:
Í kvøld er eldur kyknaður í bygninginum í Saltangará, har Miðberg Bakarí er. In.fo frættir frá sjónarváttum á staðnum, at nógv virksemi er kring bygningin í løtuni. Fyri lítlari løtu síðan høvdu vit samband [...] samband við løgreglustøðina í Havn, men júst í teirri løtu, vit ringdu, kundu tey hvørki vátta ella avsanna, at eldur var í bakarínum. Viðkomandi, sum vit høvdu orð á, var júst komin á vakt og hevði tá
Fyrrapartin varnaðust menn hjá Berg Motors, at eldur var komin í oljufýrið. Hetta var um klokkan 09.20, og tað gekk bert stutt tíð, til sløkkiliðið var á staðnum og skjótt fekk sløkt eldin. Oljufýrið sjálvt [...] eldurin bert var í sjálvum oljufýrs rúminum, stóðu allar hurðar upp á víðan vegg fyri at lufta út. Skaðin avmarkaði seg til oljufýrs rúmið, tí eingin roykur var at kenna aðrastaðni í bygninginum. Tað er [...] er enn ikki greitt, hví eldur kom í oljufýrið.
Í nátt kom eldur í eitt leiguflogfar á lendingarbreytini í turkiska ferðavinnubýnum Antalya. Flogfarið, sum turkiska felagið Corendon Airlines eigur, skuldi júst á flog til Noregs við ferðafólki, tá eldur [...] eldur brádliga kom í tað. Nógv fólk noyddust at fara út á veingirnar og at leypa niður á breytina, og sambært fjølmiðlunum fingu fleiri fólk skaða av lopinum. Tað tók einar fimm minuttir at fáa øll út. [...] við einum niðurlendskum flogfari. Tey, sum ikki tóku av, fara heim við einum norskum flogfari seinni í dag, sigur NRK.
og løgreglufólk í Suðuroynni, tá ið enn ein fráboðan um eld kom. Tí meðan hesi sløkkiliðs og løgreglufólkini royndu at basa eldinum í Hovi kom fráboðan um, at eldur var í Skipasmiðjuni í Vági. Summu teirra [...] málið, og tað vísti seg, at eldur var komin í ein posa við pappírið í, og tað reyk illa. Men sum skilst var eingin skaði av hesum eldinum. Verri er tó við húsunum í Hovi. Les meira í grein, sum kemur á in.fo
nú at hýsa teimum, sum ikki kunnu sleppa til hús aftur í kvøld ella í nátt. Íbúðarhúsini, sum eldur er í, eru í fýra hæddum. Húsini eru nýliga sett í stand og fingu millum annað nýtt tak tá. [...] Seinnapartin kyknaði eldur uppi undir takinum á einum íbúðarhúsum á Valbygårdsvej í Valby í Keypmannahavn. Sløkkiliðið hevur roynt at forða fyri, at eldurin skuldi breiða seg til húsini við síðuna av,
Í minsta lagi 120 fólk doyðu, tá eldur kom í eina oljuleiðing í Nairobi í Kenya. Ein embætismaður sigur, at vanlukkan kann hava kravt fleiri mannalív, tí myndugleikarnir eru ikki lidnir at leita á van [...] sent hjálparfólk á vanlukkustaðið. Fyri tveimum árum síðani doyðu 122 fólk har vesturi í Kenya, tá eldur kom í ein tangabil, sum var farin útav [...] . -Leiðingin var farin at leka, og fólk skundaðu sær at fáa sær olju. Men alt í einum var ein spreinging, og so stóð elt í ljósum loga, sigur eitt eygnavitni fyri tíðindastovunum. Reyði Krossur hevur sent
Aftur í nátt var ófriðarligt í fleiri av forstøðunum kring Stockholm, og bæði í Tensta, Flemingsberg, Kista og Bromsten settu ófriðartangar eld á fleiri bilar. Í Solna varð eldur settur á Näckrosen-forskúlan [...] rskúlan (mynd), sum brann í grund í morgun, men ikki er heilt greitt, um hesin eldur hevur beinleiðis samband við ófriðin og herverkið, sum annars er nógvastaðni. Men hóast alt hetta kann ljóða ógvusligt
Gjáramorgunin kom eldur í ein bil, ið stóð parkeraður úti í Bakka í Havn. Boðað varð frá til Alarmsentralin, og lítla løtu seinni var sløkkiliðið á staðnum og fekk sløkt eldin alt fyri eitt. Fólk á Sl [...] Sløkkiliðsstøðini í Havn siga seg ikki vita orsøkina til eldin, men tó siga tey, at nógv bendi á, at talan var um skammlop í elskipanini. Tað var nevniliga í tólbrettinum, at tað brendi. Bilurin er nú koyrdur [...] koyrdur á Bileftirlitið, har kannað verður, hvør orsøkin var til eldin. Eingin var í bilinum tá eldur kom í.
Luis Picaso, sum gisti á einum hotelli í Kalifornia leygarkvøldið, varð illa brendur, tá eldur kom í fartelefonina, sum hann hevði í lummanum. Eldurin festi í klæðini beinanvegin og breiddi seg um alt [...] fór í gongd. Tá sløkkiliðsmenninir komu á staðið, lá Luis Picaso hjálparleysur á gólvinum. Hotellstjórin sigur, at eldurin gjørdi skaða fyri 75.000 dollarar. Í Svøríki kom eldur í eina fartelefon í november [...] november í fjør, men hon lá á einum borði, so fólkaskaði var eingin.