Smábátar standa á turrum áarbotni, eftir at vatnið er hopað fleiri metrar frá vanliga áarbakkanum. Orkuverk noydd at steðga Donau hevur eisini stóran týdning fyri orkuframleiðsluna í londunum fram við ánni [...] darvað Lága vatnstøðan hevur stórar avleiðingar fyri skipaferðsluna. Farmaskip kunnu ikki sigla við vanligari last, tí tey stinga ov djúpt. Tey noyðast tí at taka minni farm við, og tað ger flutningin bæði [...] ánni. Kjarnorkuverk brúka vatn úr ánni til at køla reaktorarnar. Lága vatnstøðan og høgi hitin í vatninum hava tí noytt orkuverk at minka um framleiðsluna. Í Rumenia vórðu báðir reaktorarnir á Cernavod
American-Scandinavian Foundation, at tey hava stovnað The Turið Sigurðardóttir Translation Prize til týðarar, ið týða úr føroyskum og íslendskum til enskt. Heiðurin fekk Turið fyri sítt fjøltáttaða virksemi sum [...] hjá nógvum, sum arbeiða/hava arbeitt við bókmentum og fyri sítt ídni sum bókmentafrøðingur. Og í 2013 fekk Turið í M. A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik.
føroyska skattgjaldaranunm, fer út at spæla jólamann við yvir fyri útlendskum ferðafólkum og bjóðar teimum nærum ókeypis flutning - tað er spottprísur einas at gjalda 95 kr fyri eitt ferðafólk t.d. frá flogvøllinum [...] sum tann føroyski skattgjaldarin rindar fyri - hetta í ólukkumát. Strandferðslan t.d. undirbjóðar við so lágum prísi, at tað er skammiligt og ein vanvirðing fyri onnur, sum reka ferðavinnu. Strandferðslan [...] aftur rinda fyri, at útlendsku ferðafólkini koyra við býbussunum - nú er tað heilt galið - tey rinda ikki eina krónu, men skattgjaldarin í Tórshavnar kommunu skal enn einaferð gjalda fyri tann ríka am
kommunu vælkomnir at seta plantur niður í tunnilin longu nú, um tey sjálvi ansa teimum. So um tit t.d. hava tomat-, agurk- ella aðrar plantur standandi í vindeyganum, sum hava brúk fyri meira plássi, eru [...] eru tit vælkomin at geva teimum eitt pláss í tunnlinum. Øll eru hjartaliga vælkomin – vit gleða okkum at vísa tykkum tunnilin. [...] Soleiðis skrivar bygdarráðið á Strondum, nú plantutunnilin, ella drívhúsið, er liðugt. Ætlanin er, at íbúgvar í kommununi kunnu planta egið grønmetri í tunlinum. Í kunning til íbúgvar í Sjóvar kommunu
stig. -Vit ætlaðu okkum at vinna í kvøld. Tá ið tað ikki eydnaðist, so er javnleikur næstbesta úrslitið, og vit rokna framvegis við møguleikanum, at tað fer at eydnast at vinna okkum í europeiskt bólkaspæl [...] røkk ella støkk dysturin. Tann seinni verður í Riga um eina viku. Tá fæst at vita, um tað verður Riga ella KÍ, sum í heyst fer at spæla europeiskt bólkaspæl. Nú KÍ spælararnir hava summað seg og rinda møðina [...] legði KÍ fyri við betri fótbóltsspæli enn undan steðginum, og í høgru hjá Jóannesi K. Danielsen og Árna Frederiksberg var onkra ferðina talan um gott uppspæl og innlegg, men tað eydnaðist ikki at fá bóltin
kanska hevur Ommudidd eisini lagt leiðina norður um vøkru fjøllini fyri at heilsa upp á øll børnini á festivalinum. Fyrireikararnir siga, at tá Trølla Pætur og Omman eru liðug á pallinum, letur stóra barnalandið [...] Festivalurin leggur stóran dent á, at festivalurin skal vera eitt upplivilsi fyri alla familjuna. Tí verður eisini hildið fast í einari serligari siðvenju. - Henda siðvenja er, at Heimistovugarður aftur í ár [...] Trølla Pætur og Omman, koma á vitjan og fara á pallin í tjaldinum við sangi, skemti og góðum lag fyri børnum og barnsligum sálum. Soleiðis siga fyrireikararnir av stóra tónleikatiltakinum á Viðareiði
september spjaddar um eitt umleið 4.500 kilometrar langt øki – frá havinum vestan fyri Baja California til økið sunnan fyri Hawaii. Lowell var tann harðasta ódnin. Hon vaks til stig 5 tann 5. september við [...] Sentinel-3 verður millum annað nýttur til at kanna skýskipanir og viðurskifti á havskorpuni. Upplýsingarnar verða brúktar í veðurforsagnum, sjóvinnuni og til at meta um vandan fram við strondum.
in hjá øllum kommununum var 1,465 milliardir krónur. Klaksvík, Tórshavn og Runavík standa sostatt fyri góðum 66 prosentum av kommunuskuldini. Til samanberingar búgva knapt 61 prosent av fólkatalinum í [...] nettoskuldina í krónum. Hon er komin upp á 87 prosent av inntøkugrundarlagnum, sum verður nýtt til at rokna skuldarloftið. Runavíkar kommuna er tó nærri skuldarloftinum. Har svarar nettoskuldin til 93
hava somuleiðis ført fram, at vegurin millum býlingarnar kennist ótryggur, og at bilarnir koyra skjótt. Ein tvívegis felagsbreyt fyri gongufólk og súkklufólk verður mett at vera tryggasta loysnin. Hon [...] Vika Tað er kortini ikki lætt at fáa pláss fyri leiðini allastaðni. Inni í Vika er trongt, og sambært ætlanini er neyðugt at taka serligt náttúruatlit. Ein møguleiki er at seta hámarksferðina niður í 40 [...] súkklufólk fáa øki uttan fyri strikaðu kantlinjurnar. Tá tveir bilar møtast, koyra teir út um kantlinjurnar, men skulu víkja fyri súkklum og gongufólki. Henda loysnin verður mett at kosta umleið fýra milliónir
verið um sjófólk, sum hava roynt at leypa fyri borð. Umleið 5.000 sjófólk og hermenn eru knýtt at Abraham Lincoln. Langtíðartænastan hevur fingið amerikanskar politikarar at krevja svar frá Pentagon um v [...] Washington og fylgiskip tess eru nú komin til Miðeysturs. Amerikanska herleiðslan boðaði hósdagin frá, at hangarskipið er komið til økið sum liður í einari ætlaðari útskifting. George Washington skal loysa [...] Skipið fór úr San Diego í november í fjør, og manningin hevur í meira enn 200 dagar ikki havt møguleika at fara í havn til vanligan frítíðarvirksemi. Seinastu vikurnar eru samstundis komnar álvarsligar fráboðanir