vísir eisini á, at tann ringasta vindløtan í Kunoy ofta er, tá ið eitt lágtrýst vestan fyri Føroyar flytur seg norðureftir, og vindurin stendur úr útsynningi. Samrøðan við Jógvan Heinesen er tøk á heimasíðuni [...] drúgvar royndir við veðurlagnum í bygdini. Sambært Veðurstovuni hevur Kunoy eitt sermerkt staðveður. Tey høgu og brøttu fjøllini eystanfyri gera, at ættir úr norði og eystri ofta geva nógvan vind, meðan tær
neyvari sagt, í reyða bygninginum á Biskupstorgi 21, í Klaksvík. Bæði handil og skrivstova eru savnað á somu hædd, so vinnukundar kunnu koma inn á gólvið, tá tørvur er á ráðgeving, útgerð ella aðrari loysn [...] Eysturoynni ta tænastu og ráðgeving, sum tey kenna frá okkum frammanundan. Hjá okkum er samstundis týdningarmikið, at gáttin ikki er ov høg. Tað skal vera lætt at støkka inn á gólvið, sama hvør fyritøkan er í [...] samstundis at takka øllum, sum komu framvið, tá vit lótu dyrnar upp. Tað var ein góð byrjan upp á gerandisdagin á Biskupstorginum, og vit gleða okkum til at síggja bæði kend og nýggj andlit í nýggju hølunum
annað arbeiða, stroyma og samskifta á netinum undir ferðini. – At vera á netinum er vorðið ein natúrligur partur av gerandisdegnum, og tað broytist ikki, tá vit fara umborð á eitt flogfar, sigur Paul Verhagen [...] umborð. SAS hevur sett fylgisveinanetið Starlink í øll tey 81 Airbus A320neo-flogførini hjá felagnum. Tað eru flogførini, sum vanliga verða nýtt á Føroyarutuni hjá SAS. Flúgvingin SK1777 úr Keypmannahavn [...] til Vágar mikudagin varð til dømis flogin við einum Airbus A320neo. Sama flogtýpa hevur verið nýtt á rutuni seinastu dagarnar. Sambært SAS fáa limir í EuroBonus ókeypis atgongd til netið. Sambandið skal
tørv á hjálp.“ Tað kann eisini merkja: „Eg stóli ikki upp á teg.“ „Eg eri bangin.“ „Eg orki ikki.“ „Eg eri ikki klár enn.“ Fyri eitt menniskja, sum hevur livað avbyrgt í nógv ár og hevur lítið álit á øðrum [...] sambandi við sjúkuna hjá pápa mínum. Tá tey komu, tók mamma seg ofta burtur og goymdi seg inni í einum kamari. Tá pápi mín í desember 2024 varð heintaður heima og fluttur á sjúkrahús, har hann doyði nakrar dagar [...] ímillum. Eg havi ikki eina lidna loysn upp á hendan trupulleikan. Men eg haldi, at vit eiga at tora at spyrja, um okkara vælferðarskipan hevur eitt nøktandi svar til tey menniskju, sum hava stóran hjálpartørv
latin teimum, sum hava fingið játtað framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón. Tey skulu kunna byrja útgjaldið, tá tey røkka aldursmarkinum fyri framskundaða pensjón – í løtuni trý ár áðrenn vanliga [...] pensjónin ella fyritíðarpensjónin verður lækkað. Í 2026 kann ein pensjónistur hava eitt inntøkugrundarlag á 106.000 krónur um árið, áðrenn almenna pensjónin verður skerd. Av inntøku oman fyri markið verða 30 [...] hava eitt langt arbeiðslív aftan fyri seg, men vegna varandi heilsutrupulleikar ikki kunnu halda fram á arbeiðsmarknaðinum. Uppskotið varð eisini lagt fram í undanfarnu tingsetu, men fall burtur, tá val varð
Mýruhjalla á Skála tók heimaliðið móti KÍ. KÍ vann stórsigur 6-1. Durita Hummeland skoraði fýra tey fyrstu málini hjá KÍ. Skála ÍF megnaði at javna til 1-1, men eftir tí var tað KÍ sum hevði tamarhald á dystinum [...] Sevdal (66.) 1-6 Helga Mikkelsen (88.) Kelda: dystir.fo HB er fremst við 39 stigum. KÍ hevur 34 stig á øðrum plássinum. Víkingur hevur 24 stig. Skála ÍF er aftast við 10 stigum.
teir fyrstu, t.d. suðuri í Vági, á Viðareiði og á Sandi. Miðstaðarøkið hevði eisini stórar avbjóðingar t.d. í Fuglafirði og í Tórshavn. Í løtuni er stóraarbeiði í gongd á Tvøroyri. Kostnaðarmikil postur [...] bústaðurin er ein skylda hjá sóknarprestinum er tað eyðsýnt, at prestagarðurin líkur tey krøv, ið annars er galdandi á bústaðarmarknaðinum. Bústaðarskyldan er ankrað í løgtingslógini um embæti og størv í [...] Stiftsstjórn ein hollur fakligur stuðul við atliti at prestagørðunum. Avgjørt varð í 2008 at heita á donsku fyritøkuna Bascon at gera eina støðulýsing av gørðunum. Støðulýsingin var eitt hent amboð og
hondbóltsdeildini hetta kappingarárið við 34-31 sigri á Kolding frammanfyri 1.106 í Thy-høllini. Í steðginum var Mors-Thy á odda 20-16 Samstundis skoraði Magnus tey fyrstu málini hjá sær í bestu donsku hondból [...] talið av føroyskum leikarum, ið spæla uttanlands á høgum støði veksur alsamt. Klokkan 17.30 spæla Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í TTH Holstebro dyst á útivølli móti verandi meistarunum, Aalborg. [...] hondbóltsdeildini. Magnus skoraði trý mál upp á tríggjar málroyndir. Magnus legði eisini upp til eitt mál, og hann vann liðnum eitt brotskast. Magnus fylti 19 ár 21. august, so tað grør um gangandi fót hjá føroyskum
greiða kvinnurnar á Spinnarínum frá ullini, maskinunum og handverkinum, sum fær fólk niður í ferð. Blaði fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum [...] Føroyska ullin hevur í nógv ár havt lítið virði, og stórar nøgdir eru brendar. Men á Spinnarínum í Klaksvík arbeiða tey fyri at broyta hesa gongdina. Har verður ullin vaskað, reinsað og spunnin við nýmótans
verður eisini møguleiki at ogna sær eina eftirgerð av brosjuni, sum varð funnin á Toftanesi. Í Eysturkommunu vísa tey á, at brosjan er 26 mm. í tvørmáti. Hon er úr bronsu ella silvuri og er gjørd í Borre-sniði [...] Framsýningin í Leirvík tekur støðið í útgrevstrinum á Toftanesi. - Fleiri av teimum áhugaverdu lutunum, sum eru funnir í útgrevstrinum, eru við á forvitnisligu framsýningini. Framsýningin hevur verið opin